mánadagur 27. august 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Fleiri ferðir
hava finalurnar
verið langar
Fótbóltur At tað leygarkvøldið fyri fyrstu ferð var talan um
brotssparkskapping fyri at finna steypavinnaran kemst av, at
ásetingarnar um brotssparkskapping eru lutvíst nýggjar
Jóannes Hansen
Tað var dramatikkur fyri allar
pengarnar, tá ið tað var neyðugt
við bæði longdari leiktíð og brots
sparkskapping, áðrenn Víkingur
kundi fegnast um at vera vinnari
av løgmanssteypinum í 2012.
Talan var um søguliga finalu,
eisini tí hetta var fyrsta ferðin
yvirhøvur, at steypafinalan varð
avgjørd í brotssparkskapping.
At tað ongantíð áður hevur verið
neyðugt við brotssparkskapping
kemst fyrst og fremst av, at áset
ingin við møguleikanum at avgera
úr ellivu metrum er rættuliga
nýggj.
2012
finalan
fer
sjálvandi
í steypasøguna sum ein tann
mest undirhaldandi, væl leikta
og dramatiska nakrantíð. Tvær
aðrar finalur, sum eiga stórt pláss
í steypasøguni, eru tær í 1964 og í
1996, sum báðar høvdu endað við
brotssparkskapping, um tann skip
anin hevði verið galdandi tá.
1964
Hetta var síðsta árið, at tað varð
spælt um ísafjarðarbikarið, og B36
og HB vóru í finaluni. Samlaða
leiktíðin var kanska meiri enn
fýra, áðrenn HB hevði tryggjað sær
sigurin og harvið ísafjarðarbikarið
til ognar.
Finaludysturin var á Tvøroyri,
og støðan var 1-1 eftir vanliga leik
tíð. Eftir tvær ferðir fimtan min
uttir longda leiktíð var støðan 3-3.
Niels Juel Arge var á Sevmýri og
varpaði út, og hann dugdi at gera
tað dramatiskt, tá ið liðini fingu
boð um at spæla, inntil annað liðið
fekk mál. Teir hildu fram at spæla,
inntil neyðugt var at gevast fyri
at havnarmenninir kundu sleppa
norður við Smirli.
Sunnudagin eftir var nýggjur
dystur spældur í Gundadali, og
hann endaði aftur 3-3. Í longdu
leiktíðini – tvær ferðir fimtan
minuttir – kom einki mál, og so varð
enn eina ferð lagt upp til at spæla,
inntil annar parturin skoraði ella
eftir somu skipan, sum er kend frá
íshockey. Tá gjørdi HB skjótt av og
skoraði sigursmálið.
Minnisríkt fyri finaluna í 1964
var tað eisini, at Ólavur Olsen, sum
í eitt mannaminni vardi B36 málið,
ikki var á liðnum. Í B36 málinum
stóð
svínoyingurin
Árnmar
Mellemgaard, sum hevði verið
málverji á B36 dreingjaliðnum og
nú vardi málið í 2. deild, sum tá var
næstbesta deildin.
1996
GÍ var einaráðandi í nítiárunum, tá
ið gøtumenn vunnu FM fýra ferðir
á rað – 1993-1996. Hetta síðsta árið
vóru gøtumenn í finaluni um løg
manssteypið ímóti HB, sum var
komið í finaluna eftir ógvuliga
dramatiska hálvfinalu ímóti KÍ.
Eftir 1-1 í Klaksvík og 5-5 í Gundadali
skoraði upp á fýra brotsspørk, og KÍ
skoraði tvær ferðir.
Skipanin var soleiðis, at um tað í
finaluni stóð á jøvnum eftir longda
leiktíð, so skuldi nýggj finala
spælast. Eftir 120 minuttir var støð
an 2-2, og harvið var neyðugt við
nýggjari finalu. Tá var støðan 2-2
eftir 90 minuttir, og so var neyð
ugt við longdari leiktíð. Síðsti hálvi
tímin var sera dramatiskur, tí GÍ
skoraði tríggjar ferðir, og HB skor
aði eina ferð.
Tað var eftir hesa finaluna, at
avgerð varð tikin um, at nú skuldi
skipanin broytast soleiðis, at alt
verður avgjørt í einum dysti so
leiðis, sum tað varð leygarkvøldið
eftir longda leiktið og fyrstu brots
sparkskappingina nakrantíð í einari
finalu um løgmanssteypið.
løgmanssteypið finalan