Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið løgmanssteypið finalan Ikki óuppiborið Fótbóltur – Tá tað endar soleiðis, so kundu bæði liðini endað sum vinnarar. Tí var tað ikki óuppiborið, at Víkingur vann, men tað hevði tað heldur ikki verið, um vit vunnu, sigur Egil á Bø Rólant Waag Dam Liðformaðurin hjá EB/Streymi, Egil á Bø, sat á beinkinum finaluna á tamb. Ein skaði í fótinum argar so mikið, at tey ikki vildu taka óráð fyri. – Hetta var øgiliga spennandi. Bæði liðini vilja vinna og eingin stillar seg aftur av verja. Vit eru á odda tríggjar ferðir, men pakka okkum ikki niður kortini. Spælið bylgjaði aftur og fram, og tað var sera javnt alla tíðina. Tí var tað eisini ein øgiliga góð finala, og eg haldi, at tað er nokk so sigandi, at tað endar við brotssparkskapping. Tað var so javnt, sum tað yvirhøvur kundið vera, heldur Egil á Bø. At tað kom so langt sum til brots­ sparkskapping, var meiri tilvild enn nakað annað. – Vit kundu bæði vunnið og tapt dystin, áðrenn tað kom har til. Men tað var ómetaliga tungt teir síðstu 20 minuttirnar, tá vit spæla tíggju móti 11. Tað er eisini tá, tað eydnast Víkingi at javna, vísir Egil á Bø á, sum er annars er sannførdur um, at útvísingin av Pæturi Dam Jacobsen hevði stóra ávirkan á dystin. – Vit eru á odda tá og tað mangla bara 20 minuttir. Men tá hava vit longu spælt næstan 100 minuttir, so at spæla teir seinastu 20 við einum manni færri, var ótrúliga strævið. Tað merkti eisini, at vit ikki høvdu somu hóttan frameftir vøllinum, tí vit máttu hava áleypararnar aftur, sigur Egil á Bø. – Men tá tað endar soleiðis sum tað gjørdi, so kundu bæði liðini endað sum vinnarar. Tí var tað ikki óuppiborið, at Víkingur vann, men tað hevði tað heldur ikki verið, um vit vunnu. Eg vil kortini ynskja Víkingi stórt tillukku við sigrinum, sigur Egil á Bø. Rólant Waag Dam Hans Jørgen Djurhuus stríddist manniliga saman við hinum Víkingunum leygarkvøldið á Tórsvølli. - Her síggja vit munin á monnum og dreingjum.Vit stríðast til síðsta mann, vit spæla við hjartanum og fyri liðið. Tí vinna vit í dag, sigur Hans Jørgen. Stríðsmaðurin hjá Víkingi viðgongur eisini, at var krevjavndi at berja seg inn aftur í dystinum tríggjar ferðir. - Tað var ótrúliga krevjandi at koma aftur í aftur tríggjar ferðir. Vit vóru eisini heilt ólukksáliga troyttir, men hetta vísir karakter. Vit arbeiða hart fyri hvørjum øðrum, og tí eru vit omaná, ger hann greitt. Hóast Hans Jørgen fegnast um sigurin, so hevði hann kortini ynskt, at finalan fekk ein øðrvísi enda. - Brotssparkskapping er sera órættvíst. Tíbetur vann Geza Turi hana fyri okkum, tað var heilt fantastiskt, sigur hann og minnir á, at Víkingur hevur eitt gott tak á sundalagsmonnum. - Vit tapa ongantíð í móti EB/ Streymi. Tí skuldu vit eisini bara vinna henda dystin, sigur Hans Jørgen Djurhuus og sipar til, at Víkingur hevur vunnið báðar dystirnar í móti EB/Streymi í ár, og so eisini vann steypafinaluna í 2009. Munur á monnum Fótbóltur – Vit stríðast til síðsta mann, spæla við hjartanum og spæla fyri liðið. Tí vinna vit finaluna, sigur Hans Jørgen Djurhuus, málskjútti og vinnara av løgmanssteypinum Myndir: Álvur Haraldsen