mánadagur 27. august 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Pauli Ellefsen, fyrrverandi løg
maður og formaður í Sambands
flokkinum, er farin.
Harvið hevur ein av teimum
stóru í nýggjari politisku søgu
Føroya sett førningin frá sær.
Tey, ið kendu Paula Ellef
sen, munnu vera á einum máli
um, at hann var eitt sjáldsamt
politiskt begávilsi og heilstoyptur
politiskur leiðari.
Hann var vinaligur, vitugur og
visti, hvat ið hann vildi.
Gløggur og greiður
Støðufastur og skjótt hugsandi.
Familjumaður, lættur av lyn
di og framúrskarandi vertskaps
maður.
Talaði landsins og floksins søk,
so øll skiltu boðskapin.
Fram um alt var hann ein
sannførdur og framfýsin sam
bandsmaður, ið setti Føroyar og
føroyingar í miðdepilin.
Hetta var ein maður, ið fevndi
breitt á so mangan hátt.
Vitug og mentað fólk
Joen Pauli Højgaard Ellefsen var
bert 76 ára gamal, nú hann legði
árarnar inn. Hann var føddur 20.
apríl 1936 í Miðvági. Foreldrini
vóru Sofía, fødd Højgaard, úr
Rituvík og Joen Elias Ellefsen úr
Miðvági. Pauli var elstur av átta
syskjum.
Tryggleiki og kærleiki merktu
uppvøksturin, og foreldrini løgdu
tað góða niður í børnini.
Seinni
Heimsbardagi
end
aði, tá ið Pauli Ellefsen var
níggju ára gamal. Smádrongur
in upplivdi stríðsárini, sum tey
bert vóru vesturi í Vágum. Nógva
fyritaksemið hjá bretum hugtók
drongin.
Í Miðvági og í Rituvík vístu
raskir menn og kvinnur veg.
Ættfólk hansara kendu til lívsins
viðurskifti úti og heima. Hetta
vóru vitug og mentað fólk.
Valdi sjógvin
Sum flestir unglingar tá valdi
eisini Pauli Ellefsen sjógvin. Mið
skeiðis í fimtiárunum var hann
við sluppini William Martin í
tvey ár, sum abbin, Dánjal Petur
Højgaard úr Rituvík, átti og reiddi
út til fiskiskap undir Føroyum og
Íslandi.
Pauli fór uppá skúla, lærdi
til telegrafist og hevði kjans hjá
danska reiðarínum Dansk-Fransk í
tvey ár. Hann las til grannskoðara,
meðani hann samstundis arbeiddi
sum grannskoðari.
Pauli Ellefsen gjørdist ríkis
góðkendur grannskoðari í 1969,
og hevði starv hjá grannskoð
aravirkinum
C.
Jespersen
í
Keypmannahavn í nøkur ár. Pauli
giftist við Henni Egholm Ellefsen,
fødd Rasmussen, í 1963, og tey
bæði avráddu at flyta heim aftur
til Føroya fyrst í sjeytiárunum.
Familjan búsettist í Hoyvík. Har
vuksu børnini upp, og har hava
hjúnini búð síðani.
Grannskoðari í Føroyum
Pauli Ellefsen setti seg niður sum
grannskoðari í Føroyum. Fyrst
saman við Jógvani Sundstein
fyrst í sjeytiárunum og síðani við
egnum grannskoðaravirki í 1975.
Góðir
grannskoðarar
eru
nágreiniligir, reiðiligir og álítandi.
Tað frættist, at virkið hjá Paula
bar hesar eginleikar í skjaldra
merkinum. Pauli gekk ikki uppá
akkord við fak ella sannføring.
Grannskoðaravirkið
vaks,
hóast
stovnarin
og
stjórin
fór upp í politikk miðskeiðis í
sjeytiárunum. Pauli hevði gott
fólk aftur at sær. Robert LeFevre
var stjóri, meðan Pauli var í poli
tikki. Ein sonur og síðani ein ver
dóttur komu sum frá leið upp í
fyritøkuna, seinni eisini sum ríkis
góðkendir grannskoðarar.
Grannskoðaragerningin legði
Pauli frá sær í 2006. Virkið var í
góðum hondum.
Gávuríkt politiskt snarljós
Hendinga gávuríki grannskoð
arin og sambandsmaðurin úr
Miðvági kom sum eitt snar
ljós inn á politiska pallin í 1974.
Sambandsveljarar bóru hann inn
á ting við dyggari undirtøku. Pauli
Ellefsen loysti Trygva Samuelsen
av som formaður. Álitisstarvið
røkti Pauli framúr væl í samfull
14 ár.
Ímeðan nógvir politikarar í dag
tala til kenslur og fornemmilsir
hjá fólki, lat Pauli Ellefsen seg ikki
ávirka av slíkum. Avgerandi var,
at tað gerst liviligari og betri fyri
allar føroyingar at hava eina ríka
tilveru og eydnusamt lív heima í
Føroyum. Slíkur politikkur skuldi
gjøgnumførast.
Ríkisfelagsskapin
sá
hann
sum
ta
góðu
skipanina
við
størri
fyrimunum
enn
vans
um. Eisini Pauli tók undir við, at
felagsskapurin skal ikki gerast
upp í krónum og oyrum.
Afturat tí rótfesta hugsjónar
liga góðsinum vísti Pauli Ellefsen
í valstríði og politiskum virksemi
heilt nýggjar taktir í føroyskum
politikki.
Gávurnar vóru góðar at tala við
einstaklingar, fjøldir og fjølmiðlar,
so øll skiltu og mintust boðskapin.
Lættan og beinraknan penn. Fór
hittinorðaður beint til sakina,
gjørdi stutt av, og øll lósu. Tað var
ikki vanligt tá.
Nógv minnast famøsu "lag
køkurøðuna", sum Pauli skar
í stykkir í einari røðu undir
tinghúsinum
arbeiðaradagin
tann 1. mai eitt árið. Tann røðan
er skúladømi fyri politikarar víða
hvar.
Politikkurin og eyðsýndu evn
ini hjá formanninum at samskifta
"krystalklárt", ið hann plagdi at
taka til, førdu Sambandsflokkin til
fleiri framúr góð úrslit á løgtings
valum og - ikki minst - valum til
Fólkatingið.
Í fleiri ár var Pauli Ellefsen
burturúr tann sterkasti politik
arin í Føroyum. Av tí sama var
hann ikki altíð líka væl lýddur
millum politisk mótstøðufólk.
Hesi bæði ganga ofta hond í hond,
men tað nervaði ikki Paula. Hann
var lættur av lyndi og tók ikki seg
sjálvan hátíðarliga.
Avbjóðandi løgmanstíð
Løgtingið valdi Paula Ellefsen til
løgmann í januar 1981.
Á fleiri økjum ruggaði ikki
rætt í Føroyum tá heldur. Tað
kann tykjast púra øvugt, men ein
stór avbjóðing var at gera skilnað
millum alment og privat. Bland var
í ólukkumát komið í interessurnar.
Seks ár frammanundan fóru
fiskimørkini út á 200 fjórðingar, og
stórur partur av føroyska fjarfiski
flotanum kom heim av fjarleiðum
og í føroyskan sjógv at fiska.
Tað kravdi sín mann at stýra í
einari tíð, har ið alt ov nógv skip,
og við teimum hópin av familjum,
vóru tengd at fiskatilfeinginum, ið
ikki rakk til øll.
Landsstýrið hjá Paula Ellefsen
vildi avmarka trýstið á føroysku
grunnarnar, og bert skip, ið vórðu
bygd í Føroyum, fingu loyvi at
koma í føroyskan sjógv at fiska.
Pauli hevði fíggjarligt skil sum
fáur. Tí var so upplagt, at tað var
undir hansara leiðslu, at sonevnda
samtíðarskattaskipanin kom.
Neyvan er av leið at siga, at
Pauli Ellefsen var fyrsti polit
ikarin, sum alment førdi fram,
at Føroyar skuldu hava arbeiðs
loysistrygging. Hetta var longu
í sjeytiárunum, men undirtøka
fekst tíverri ikki fyri tí tankanum.
Pauli Ellefsen hevði stórt pro
fessionelt og politiskt kontaktnet,
bæði heima og altjóða. Í Fólka
tinginum hevði hann sæti í 12
ár, har ið hann vann sær virðing
umframt vinir fyri lívið, tvørt
ur um floks- og hugsjónarmørk.
Vinstramenninir Uffe Elleman-
Jensen, Ivar Hansen og Henning
Christophersen vóru í velmaktini
tá, og Pauli taldi teir millum sínar
vinir.
Stutt eftir, at undirritaði kom
í Løgtingið í november 1988, upp
livdist ein álvarsamur Pauli Ellef
sen siga: "Nú snýr tað seg ikki um
at reka partapolitikk. Tað snýr seg
um at tveita alt til viks fyri at bjar
ga Føroyum". Fá lurtaðu, men ein
framsíggin Pauli fekk rætt. Tíverri.
Familjukærur vinmaður
Sína
politisku
nøs
varðveitti
gamli floksformaðurin alt lív
ið. Analysur av heimligum og
alheims politikki og samfelags
viðurskiftum vóru knívskarpar.
Hann fylgdi væl við og hevði sínar
kvalifiseraðu meiningar um flest
øll viðurskifti.
Sum vinmaður var Pauli altíð
áhugaverdur og stuttligur at vera
saman við. Í vertskapi var hann
ein savnandi persónur, ið hegnis
liga lyfti okkum onnur upp hag
ar, ið tað veruliga er skemtiligt at
vera.
Hvønn sunnumorgun, tá tað
bar honum til, var Pauli í kirkju.
Tey gomlu løgdu niður í børnini
eitt samband við Várharra, og
hetta hevði týdning fyri hann.
Familjan var altíð dýrabær.
Komin nakað til árs hjúklaðu
Pauli og Henni nú um ommu- og
abbabørnini. Ofta hitti tú Paula á
máli á veg í ella úr barnagarði ella
skúla við onkrum abbabarni. Tey
smáu veittu ommuni og abbanum
størstu gleði. Eyðsýnt eydnuríkur
greiddi hann í telefonini úr Buena
Vista frá góðum døgum saman við
familju, børnum og barnabørnum
suðuri í Spania, har ið familjan
hevur summarhús.
Tómrúmið eftir Paula verð
ur stórt fyri tykkum, ið eftir
sita. Maðurin, pápin og abbin fór
brádliga og ov tíðliga um sýn, og
svárur saknur er í honum. Tó, góð
minni veita linna og vissu fyri, at
Pauli livdi eitt fult og gott lív, og
at tit livdu tað saman við honum.
Sambandsflokkurin ber við
hesum Paula Ellefsen eina sein
astu heilsan.
Hvíl í friði, góði vinur
og stríðsfelagi.
Edmund Joensen, fólkatingsmaður
Ein av teimum stóru er farin
Hendinga gávuríki politikarin og grannskoðarin, Pauli Ellefsen, setti sítt eyðkenda
merki á føroyskan politikk og samfelag í nógv ár, við tí sikti at gera tað liviligari og betri
fyri føroyingar at hava eina ríka tilveru og eydnusamt lív heima í Føroyum