mánadagur 27. august 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Nøvn
Næstsíðsta
fríggjadag
andaðist
Rhoda Rubeksen í Havn, 84 ára gomul.
Mikudagin varð hon borin úr
Havnar kirkju, har Ann Dahl Hansen
hevði jarðarferðina. Vit endurgeva
her úr jarðarferðartaluni hjá presti:
»Nú vit eru komin saman at siga
Rhodu farvæl, so hyggja vit við takk
semi aftur á tíðina, hon fekk náði og
loyvi at liva, og vit hyggja við vón upp
til himmals og biðja Guð um troyst og
styrki í sorgini.
Rhoda Rubeksen, fødd Árting, var
borin í heim í Havn 15. juni 1928. Hon
var dóttir Jóannes og Andreu Árting.
Rhoda og tey vóru fýra systkin:
Trygvi, Sólrun, Rhoda og Ásvør, um
framt Harda sum Andrea og Jóannes
tóku til sín sum tvey ára gamla.
Fyrstu barnaárini búði Rhoda har,
sum skipasmiðjan er nú (í Celluni,
red.), og seinni flutti hon niðan á
Heygsbreyt. Í Rabarbukvarterinum
var sum vera man gott at vaksa upp,
og har vóru nógv børn og tí altíð lív í.
Marius og Rhoda komu at kennast
og gjørdust góð sum 16 ára gomul.
Tey giftust 1. desembur 1956 og
fluttu í nýggj hús á Traðarvegnum
sama dag sum tey giftust. Tey bæði
vóru sera tøtt knýtt og fylgdust gjøgn
um lívið í viðgongd og mótgond. Sá
man Rhodu, so sá man eisini Marius. Í
2006, sama árið sum tey høvdu kunn
að hildið gullbrúdleyp doyði Marius,
hetta tók Rhoda sera tungt, og hon
kendi tað, sum um hon hevði mist ein
part av sær sjálvari.
Rhoda og Marius fingu trý børn:
Bjarni, sum var fødur í 1959, men sum
doyði bara tvey ára gamal. Hetta tók
teimum sum vera man sera dygt, og
tey, sum kendu Rhodu, vita at siga, at
tað nærum ikki var dagur, uttan hon
á ein ella annan hátt tosaði um lítla
Bjarna. Árið eftir fingu tey enn ein
son, sum tey eisini kallaðu Bjarni. Í
1968 fingu tey Guðrun. Ommubørnini
eru fýra í tali: Robert rebekka, Marius
og Sandra, og tey var Rhoda sera góð
við.
Gestablídnið hevur altíð verið
stórt í heiminum, og nógv fólk eru
komin á gott gjøgnum árini. Serligt
vinarlag hevur síðan ungdómsárini
verið við Beggu og John Justinussen.
Rhoda setti heim, mann og børn í
fyrstu røð. Henni dámdi væl at hug
na um heimið. Tey sum kendu Rhodu
vistu altíð, hvar tey høvdu hana.
Hon var ógvuliga bersøgin, og segði
altíð sína erligu meining. Har var
eingin slingur í valsinum. Hon var
væl inni í samfelagsviðurskiftum,
hevði eitt gott minni og dugdi sera
væl at greiða frá. Prátingarsom var
hon eisini, og dámdi væl at tosa um
familjuviðurskiftir og ætt, og so var
hon loysingarfólk um ein háls og
havnarfólk við stóra H.
Sum ung arbeidd Rhoda í handl
inum Tubbak á Áarvegnum. Nøkur ár
arbeiddi hon eisini í Sjúkrakassanum.
Tá ið børnini vóru lítil, var hon heima
hjá teimum, men seinni fór hon útaft
ur at arbeiða, og hon arbeiddi fleiri ár
í handlinum Daniella á Áarvegnum.
Rhoda hevði altíð stóran áhuga
fyri ítrótti og serliga fimleiki. Í 1946
fór hon til Danmarkar á ítróttarskúla,
har hon lærdi til fimleikarlærarindu,
og hon lærdi eisini dans.
Heimafturkomin
fór
Rhoda
í
gongd við at hava gentufimleik fyri
Havnar Fimleikarfelag. Í samband
við sølustevnuna í 1952 var Rhoda
biðin um at hava fimleikaframsýning,
og hon helt tá, at tað kundi verið
stuttligt at havt dansiframsýning
í staðin fyri fimleikaframsýning.
Hon skipaði eitt lið við gentum, sum
vóru 16-17 ára gamlar, og hon lærdi
tær ymsar gamlar dansir frá 17-18 og
1900'talinum, sum tær so sýndu fram
á sølustevnuni.
Rhoda hevði altíð ein serligan
tokka til gomlu dansirnar, og hon helt,
at tað var stórt spell at umstøðurnar
ikki vóru betur hjá teimum tilkomnu
at dansa. Hon setti sær fyri at gera
nakað við tað.
Eitt kvøldið um heystið í 1970 gjør
di Rhoda ikki mætari enn at ringja til
Hotel Føroyar fyri at spyrja, um hon
kundi leiga høli á hotellinum, so hon
kundi skipa fyri undirvísing í dansi.
Hon fekk játtandi svar.
Rhoda fór at savna gomlu dans
irnar, sum vóru dansaðir í Havn um
aldarskiftið. Hon tosaði við eldri fólk,
sum høvdu dansað gomlu dansirnar,
mammu sína, Maurentius Viðstein og
Rikard Long.
So setti hon lýsing í bløðini, at hon
fór at hava dansiskeið í gomlum dans
um hendan veturin. Frammanundan
høvdu Rhoda, Marius og Helga Klein
savnað dansitónleik, og Helga hjálpti
eisini til við undirspælinum til undir
vísingina. Tað vísti seg at vera góð
undirtøka, og nærum 200 fólk høvdu
meldað til.
Eitt afturvendandi tiltak hesi árini
vóru dansiframsýningarnar á Hálsi,
har dansarar sýndu fram.
Tey næstu árini hevði Rhoda eisini
dansifrálæru aðrastaðni í landinum.
Helga Klein og Marius vóru henni ein
hollur stuðul øll hesi árini.
1972 var Dansifrøi stovnað sum
beinleiðis avleggari av dansifrálæruni
hjá Rhodu. Tað var stovnað við tí
endamáli at varðveita og nøra um teir
gomlu dansirnar.
Seinnu árini var heilsan farin
at bila, og hon andaðist næstsíðsta
fríggjadag, 17. august, eftir drúgva
sjúkralegu.«
Rhodu Rubeksen
til minnis
Kanningin
er
sett
í
gongd av fólkaflokki
num – Bjarna Djurholm,
tá hann var í Lands
stýrinum.
Løgið var at Skor
hædd/Eystnes ikki var
mett verd at taka við
í kanningina, tí Skor
hædd var longu fyri
hálvari øld síðani mett
besta pláss í Føroyum til
flogvøll.
Felagið
hjá
Gilla
Trónd gjørdi sær ómak
og kannaði fleiri flog
vallar, har umstøðurnar
eins og í Føroyum ikki
vóru av teimum allar
bestu.
Aftaná hesar kann
ingar helt Gilli framløgu
á Svangaskarði og Hotell
Føroyum um metingar
av støðunum, har talan
hevði verið at gera flog
vøll.
Metingin av Skor
hædd var, at einki gjørdi
tað ómøguligt at gera
flogvøll har. Hin vegin
vóru nógvir fyrimunir.
Fjøllini rundan um
Skorhædd eru so mikið
langt burtur, at tað ikki
bilar.
Vindurin er hampu
liga javnur í mun til hini
støðini.
Lendið er hampuliga
slætt, so arbeiði at gera
flogvøll verður ikki alt
ov dýrt.
Møguleiki
er
fyri
krossbreyt,
har
tann
styttra kann vera um
leið 2.000 metrar long
og tann longra dupult
so long.
Góður møguleiki fyri
krossbreyt á Svanga
skarði er eindømi.
Flogvøllurin er mitt í
Føroyum.
Flogvøllurin er tætt
við bestu havn í Før
oyum, og tað má ikki
undirmetast. Havnalag
og flogvøllur stiðja und
ir hvørt annað – synergi
effekt.
Flogvøllur á Skor
hædd má metast fram
malaga, tá talan er um
alternativan flogvøll til
Vága Floghavn. Tá mjør
ki er á vesturætt og út
synningi í Vágum og
kanska á Glyvursnesi,
er aloftast klárt á Skor
hædd. Mjørki kann vera
á Skorhædd á eysturætt,
men tá er klárt í Vágum.
Løgið at somu politik
arar, sum siga tað vera
alneyðugt við alterna
tivum flogvølli, nú siga,
at hesin flogvøllur ikki
kemur í bræði, kanska
um góð 40 ár.
Frederik Hansen og
Otto Krag gingu á Skor
hædd fyri hálvari øld
síðani, tí har var besta
pláss til flogvøll.
Flogvøllurin eigur at
takast í álvara og ikki
vera politisk kastibløka
hálva øld afturat.
Flogvalla
kanningin
er løgin og
illgrunakend
Óli Mikkelsen, lækni