Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eldri sethús í Tórshavn - skulu verjast! Levi Mørk Formaður í byggi og býarskiparnarnevndini Sólin skein í steypafinalunum Jógvan Arge, formaður í mentamála- nevnd Tórshavnar býráðs Fríðálvur Jensen B36 skipaði leygarkvøldið fyri samkomu í Gunda­dali fyri síni trý lið, sum vóru um­ boðað á steypa­finalu­de­gn­um á Tórsvølli. Skurð­urin var ein steypasigur fyri mans­ung­ lingar og silvur­merki til U 14 gentur og 1. kvinnulið eftir javnar finalur móti sjálvum KÍ. Formaðurin í menta­mála­ nevndini Jógvan Arge var boð­in at røða fyri teimum mongu ungu spælarunum beint upp undir finaluna um løg­mans­steypið. Hann var fegin um avrikini hjá teimum ungu og kvinnunum í Havn, men saknaði teir trøllvaksnu menn­inar í finalunum: “Vit havnarfólk verða arg­ að við, at her er altíð so kjaft­ svart í mjørka. Tað nívir okk­ um nú ikki. Heldur gleðir tað okkum, at skal sólin skína aðrastaðni í Føroyum, so mugu vit taka nakrar mjøka­ dagar upp á okkum her. Tað gera vit fegin – men bara til eitt vist, sjálvandi. Nú hava sólirnar skinið á Tórs­vølli í fleiri dagar – ikki minst hesi seinastu kvøldini. Fríggja­kvøldið upplivdu vit, at bæði havnarfeløgini fóru avstað við steypasigrunum – U17 genturar hjá HB og U18 unglingarnir hjá B36. Vit kunna longu í dag siga, at hetta verða sólir, sum fara at skína á okkara fótbóltshimni. Tit B36-unglingar hjarta­ liga til lukku við sigri­ num. Eg skilti, at tað, sum rætti­liga setti tykkum í gongd, var misnøgd við eina dómaravgerð. Tað er í fínasta lagi at svara aftur við at vinna bæði steyp og gull. Betri kann tað neyvan gerast. Og á henda hátt skín­ ur sólin bæði á tykkum og fót­bólt­in. Kvinnurnar komnar fyri seg Í dag hevur B36 havt ikki minni enn tvey lið av sól­ strál­um mill­um final­ist­ar­nar á tjóð­ar­vølli­num. Stuttligt er, at U14 genturnar roynast so væl, tí hetta er framtíðin, sum felagið skal byggja á. Gentu­nar spældu jú javnt í van­ligu spælitíðini móti KÍ, sum hevur so stoltar tradi­ sjón­ir á kvinnusíðuni. Tykkara unga 1. kvinnulið, sum var í finaluni móti teim­ um leingi altráðandi før­ oya­meistarunum, skak­aði kvinnurnar hjá KÍ hesa­ ferð, og næstu ferð fara tit at vinna. Alt tilsaman sig­ur hetta okkum, at kvinnu­fót­ ból­t­urin í B36 er komin fyri seg aftur, og tað er fyri neyð­ ini. Fyri fótbóltsfeløgini og føroyskan fótbólt sum heild hugsi eg, at tað er týdn­ ingar­mikið, at dentur verður lagdur á fótbólt bæði fyri dreing­ir og gentur. Hetta skap­ar eitt livandi felag og eitt betri samansett fót­ bólt­s­um­h­vørvi - ikki minst sosialt. Skilji, at hesum setn­ ingi arbeiða tit í B36 tilvitað við. Tað mugu tit endiliga hal­da fram við. Tað er eisini gleðiligt at sígg­ja stevnumið tykkara, har dentur verður lagdur á ta sera týdningarmiklu funk­tión, sum fótbólturin og felags­lívið eiga at hava fyri okk­um sum menniskju, ikki minst fyri tykkum ungu. Bíða eftir monnunum Góðu tit í B36. Vit vita, hvussu stórt arbeiði liggur í at reka eitt fótbóltsfelag við fleiri hundrað leikarum og tíggjutals liðum í øllum aldur­s­bólkum. Karmarnir her í Gundadali eru ikki so galnir, og teir eru bøttir mun­ andi við nýggja graslíkinum á Tórsvølli. Tað fer sjálvandi eisini at síggjast aftur hjá tykk­um. Eg fari – sum ein góður HB­ari við virðing fyri B36 – at ynskja tykkum alt tað besta í komandi tíðum. Fari eisini, um ikki at krevja, so inni­liga at vóna, at okkara trøll­vaksnu menn koma út úr skápunum og fram aftur í sólina. Tí tað er umráðandi, at høvuðsstaðurin verður um­boð­aður næstu ferð, vit koma til Løgmansfinalu á Tórs­vølli, gjarna við báðum final­ist­un-um. Takk fyri góðar dagar og dystir. Men, so kunnu vit spyrja, um tað er nakað, vit eiga at spyrja eftir, men heldur síggja alt hennara “univers” í eini tónleikaligari ferð, sum eisini hevur hatta í sær. Ikki so at skilja so trúgvi eg, at hennara seinasta útgáva ber boð um, at onki er útilokað, men, at hennara tónleikur gevur rúmd fyri heildini? Eg eri sera fegin um hennara seinasta avrik og trúgvi, at lurtarin fer at seta sær sjálvum krøv og geva rúmd fyri hennara boðskapi. Trúgvi, at hennara boðskapur er tengdur at hennara tíðarlinju – so at skilja, at nú hevur hon funnið sín mann og at alt eisini fer at seta tílík krøv. Bæði eru aktiv innan tónleikin, so eg trúgvi, at tað fer at geva rúmd fyri nógvum, spennandi avbjóðingum. Útgávan spennir víða og setir okkum øllum serstakar avbjóðingar, sum eru listarliga spennandi. Kanska, ein onnur Eivør, men tað ger ikki útgávuna minni áhugaverda. Vit noyðast at broyta almennu byggisamtyktina fyri eldri og siðsøgulig sethús niðri í miðbýnum og aðrastaðir við í Tórshavn. Vit hava mong dømir um, at eldri hús vera tikin niður ella broytt frá uppruna skapinum. Hetta er til deils í ordan, um húsini eru í sera ringum standi osv, men vit mugu fáa skipaði viðurskifti á økinum fyri at verja okkara sethúsamentan. At broyta hetta krevst, at tað verður gjørt ein serstakør byggisamtykt fyri eldri og síðsøgulig sethús, útfrá tí almennu byggisamtyktini. Hetta stig má takast. Tí byggideildin fær oftani umsóknir um, entin at eldri sethús skulu rívast niður, ella umskapast frá uppruna ætlanini. Ella er umsóknin komin upp á at nýggj sethús skulu byggjast ístaðin. Sjálvsagt skulu vit byggja nýtt og hava handilsgøtur, handilbygningar, ein skapandi og livandi bý. Tað hoyrur jú til ein bý. Men, tað skal vera eitt mark fyri, hvat vit loyvað fólkið at gera. Serliga tá ið talan er um menturnarlig hús, sethús og siðsøguligar bygningar. Mær dámar eisini væl, at vit fletta okkara sethúsamentan við tað nýggja. Men vit hava alt ov nógv dømir um, at góð gomul og siðsøgulig sethús vera rivin niður, og vit kunnu einki gera. Loysnin er, at gera eina serstaka byggisamtykt, men vit skulu eisni hava meiriluta fyri hesum. Ein máti, at loysa hetta uppá, er at t.d. at hava sama leist sum gomlu sethúsini úti á Reyni hava. Har tað áleggur fólkum at varðveita eldri húsini í upprúna skapi við atliti til siðsøgu, mentan, og byggilist. Hetta er kanska eisini í seinastu løtu, um miðbýurin og gomlu býarpartarnir ikki skulu doyggja heilt út, soleiðis sum vit síggja tað nógva staðni í miðbýnum í dag. Sjálvandi skulu vit í samráð við fólkini sum eiga og varða av hesum húsum um okkara ætlanir, og tey skulu hoyrast. Men eitt er vist, og tað er, at vit noyðast at varðveita ein part av okkara mentan, søgu og byggilist. Hetta kann gerast við einari serstakari heildarætlan yvir øll gomul sethús, ella fyri nakrar ávísar gøtur, t.d. í Trondargøtu ella aðrastaðni. Hetta uppskotið havi eg arbeitt við leingi, og tað er mín vón, at hol kemur á hesa ætlan í 2013. EIVØR – í nýggjum skapi, og tó? - mangan, hava vit eftirlýst tónleikin frá Clickhase og tíðini rundan um Prix Føroyar