mánadagur 27. august 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2012 · Nr. 99
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Líkasæla og ferðsluterror
Jóhan Bech Húsgarð
Næmingaráðið í Hoydølum
Vit næmingar og lærarar í
Føroya
Studentaskúla
og
HF-skeiði halda, at Hoydalar
er eitt gott og vakurt stað at
arbeiða og læra og eru glað
og takksom fyri tað. Landið
eigur og rekur ognina. Skóg
røkt landsins hevur eftirlit
við vøkru náttúruni uttan
um. Friðingarmyndugleikar
og Umhvørvisstova halda
eitt vakið eyga við náttúru,
bygging og bygningum í
einari hægri eind.
Men tá tað snýr seg
um ferðslu, eru Hoydalar
misrøktar undir alt lágmark.
Í áratíggju er einki gjørt við
vegin oman í Hoydalar. Hann
minnir um dyrkingarvegir
úti í landsins minstu bygd
um. Bilar mugu slaka ferðina,
tá teir møtast. Næmingar og
lærarar til gongu vága lív,
serliga í myrkri um veturin,
og noyðast at leypa niðan
ella oman av vegnum fyri
ikki at verða yvirkoyrd.
Vit tosa ikki um smábygd
ella útoyggj, men um dagliga
arbeiðsplássið hjá 850 fólk
um. Tað eru líka nógv fólk,
sum búgva á t.d. á Strondum
ella í Leirvík, sum nú fær
breiðu
gjøgnumkoyring
nummar 3 (fyri 50 mió kr).
Hoydalar
er
størsta
arbeiðspláss
í
landinum,
størri enn Landssjúkrahúsið.
Í ár kann skúlin hátíð
arhalda, at hann fyllir 75
ár í hølum, ið vórðu bygd
til 300 næmingar, sum í
dag hýsa 751 næmingum
og 100 starvsfólkum. Alt
við
fyribilsætlanum,
til
illusiónin
í
Marknagili
verður veruleiki.
Yvir 90% av næming
um og lærarum í Hoydølum
búgva 2 km og longri burtur
frá hesum landsins størsta
arbeiðsplássi.
Hesi 850 fólkini úti í
'óbygdum' sleppa ikki at
koyra til arbeiðis anno 2012,
tí økið um skúlan er nú
parkeringssona við eini 40(!)
básum íalt - umframt einum
'grótkasti' við pláss fyri 20
bilum.
Arbeiðið at gera bilstøðu
pláss har varð steðgað við
makt fyri 5 árum síðan.
Av hvørjum og hví?
Nú
geva
parkerings
vørðarnir
hjá
býráðnum
eigarum av bilum uttan fyri
básarnar
og
'grótkastið'
bøtur.
Eitt og hvørt arbeiðs
pláss tryggjar starvsfólk
um parkeringspláss. Eitt er
at tosa um, hvussu tætt vit
sleppa at arbeiðsplássinum,
tá tað liggur í býnum, men
eisini vegir nærhendis Hoy
dølum eru nú parkerings
sonur.
Landið hevur víst vegum
og parkering í Hoydølum
eina karvandi líkasælu. Tey
siga at bussarnir er ókeyp
is til at gera sær dælt av.
Men eisini við gøtunum í
Hoydølum ræður líkasælan,
tí vit ikki sleppa oman eftir
gøtunum um veturin, ið eru
glíðibreytir, tí salting skað
ar trøini. Annars sleppa
ikki fleiri inn í teir yvirfyltu
bussarnar.
Men sonuparkering er
reinur terror frá býráðsins
síðu móti fólki, sum mugu
sita vát til arbeiðis, tá tað
regnar, ella tey eru dottin í
hálku, tí tey sleppa ikki teir
2-5 km til arbeiðis í bili.
Vit í Næmingaráðnum
heita við hesum á Tórshavnar
býráð um at linka krøvini til
parkering. Tað skuldi ikki
verið neyðugt at mint á,
at í Hoydølum arbeiða 850
fólk, og av teimum eru 400
næmingar og lærarar sum
búgva og velja í Havn.
Vónandi gongur býráðið
okkum á møti og loysir
trupulleikan við parkering.
Ikki bert bygdar
politikk í býráðið
Jákup av Skarði
Eg havi í aðrari grein lýst
nakrar tankar um lokal
politikk, og tá hugsi eg bæði
um Nólsoynna og hinar
bygdirnar
í
Tórshavnar
kommunu. Eydnast mær at
gerast býráðslimur, hugsi eg
eisini felagspolitikk og tað, ið
eg meti mennir høvuðsstað
in allan.
- bústaðarmøguleikar
Tórshavnar kommuna má
standa á odda at bjóða
borgarum heim úr útlond
um. Talan kann vera um før
oyingar, ið hava verið burtur
í lestrarørindum. Talan kann
eisini verða um lesandi, ið
síggja møguleika at lesa í
Føroyum.
Í mínum tonkum er, at til
dømis MFS setir seg saman
við býráðnum við nøkrum
aktuellum tørvs-lýsingum.
Sjálvsagdur lutur í hes
um er, at bíligir íbúðar
møguleikar eru. Eg hugsi
her um kømur og íbúðir, ið
kommunan kann leggja rygg
til at leiga út og sum hóska
nútíðini. Fleiri við mær hava
roynt ymsar leiguíbúðir, ið
kunnu verða ymsar í kvali
teti og við ótryggleika um,
hvussu leingi til bar at leiga.
Kommunan hevur orðað
eina leiðreglu, ið skal tryggja
góða skipan, men neyðugt
er at hon verður fylgd betur
upp.
- grøn orka
Vindmylluverkætlanin
í
Nólsoy er nú komin so mikið
áleiðis, at myllan stendur
uppi og fyrstu húsini eru
knýtt í royndarskipanina -
fyrsta dagin fer hon vónandi
at mala.
Tórshavnar
kommuna
eigur at fylgja hesum privata
initiativi og seta fram øki, ið
hugsandi eru at bjóða fram
til vindmyllur.
Fyrstu mongu árini er tal
an helst ikki um sparingar,
men heldur kappingarførar
prísir, og at vit hugsa um
grønu orkuna.
Harafturat
kundi
eg
hugsað mær, at royndir við
el-drivnum bussum vórðu
lýstar, eisini við atliti at
møguleikanum
at
hesin
streymur kom frá vindmyllu.
- reint og ruddiligt
umhvørvi
Tað er av alstórum týdningi
fyri trivnaðin, at vit liva í
einum reinum og ruddiligum
høvuðsstaðarøki.
Tí taki eg fult undir við
teimum átøkum, kommunan
higartil hevur staðið fyri.
Men vit mugu ansa eftir at
halda á og menna tiltøkini.
At skilja ruskið er ein part
ur, at sleppa av við ruskið er
ein partur, men kanska er
størsti parturin nú at sleppa
av við fløskur á einum stað
og fáa pantið við sær.
Eg ynski harafturat, at
hundaeigarar hava hóskandi
øki, har hundar kunnu renna
leysir og spæla. Við tí í huga,
at hetta samstundis hevur
við sær, at størri dentur
verður lagdur á at føra hund
í bandi alla aðrastaðni - og at
taka lortin upp.
- ungdómspolitikkur
Ungdómurin í dag dugir
væl at orða seg, og týdning
armikið er, at politikkarar
í høvuðsstaðnum duga at
lurta og skapa umstøður til
tann tørv, ungdómurin vísir
á.
Hesin tørvur broytist, og
tað er av stórum týdningi, at
Tórshavnar kommuna lagar
alt høvuðsstaðarøkið soleiðis
til, at ung trívast og kenna
seg hava ávirkan.
- eldrapolitikkur
Eldraíbúðir, sambýli og til
hald eru tey tiltøk, eg kenni,
aftur at møguleikanum at
fólk búgva heima og fáa
vitjan av heimahjálparum. Í
ár misti eg báðar ommurnar,
men tær ríkaðu meg við
innlitum í hesi øki, ið mong
avvarandi saman við brúkar
unum gleðast um hvønn dag.
Í kommununi er har
afturat eitt Eldraráð, og eg
eri vísur í, at hesi fólk duga
at seta orð á hvønn tørv, tey
seta Tórshavnar kommunu.
Helst
hevur
eldraøkið
eisini ymiskt, ið kann betrast,
og krøvini, tey eldru seta
til gerandisdagin, broytast
eisini. Bert við opnum posi
tivum samstarvi kunnu vit
fremja bata.
- súkklumøguleikar
Tað er at fegnast um, at
súkklubreyt nú verður gjørd
úti við Strond, og vónandi
eru fleiri ætlanir á veg at
betra
møguleikarnar
at
súkkla trygt í høvuðsstað
num. Súkkludagar kundu
havt við sær, at átøk vórðu
gjørd at betra møguleikar
nar. Mær hevði dámt væl, um
súkklufeløg
onkunsvegna
vístu øðrum ítróttarfeløgum
á, hvussu lætt tað er at
súkkla í Havn, soleiðis at
íðkarar tóku henda møgu
leikan til sín.
Ofta hoyrist frá foreldr
um, hvussu nógv tíð fer at
koyra børn higar og hagar,
men við súkklumøguleikum
og
framhaldandi
góðari
buss-skipan, hugsi eg, at
færri bilar høvdu verið á
vegnum - og harvið tryggari
súkklumøguleikar.