mikudagur 29. august 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Ongantíð hava so nógv folk
ferðast umvegis flogvøllin
sum í summar.
Tað staðfestir Jákup Sverri
Kass, stjóri í Vága floghavn.
Bara í juli mánaði í ár
ferðaðust 33.169 ferðafólk
umvegis flogvøllin í Vágum
við við flogfari ella tyrlu.
Hetta er met fyri flog
vøllin.
Hetta er samstundis ein
vøkstur upp á 3.780 ferðafólk
ella 12.9% samanborið við juli
2011.
Jákup Sverri Kass sigur,
at ein fyribils teljing vísir, at
tann góða gongdin heldur
sær eisini í august.
Í august í fjør ferðaðust
23.542
ferðafólk
umvegis
flogvøllin í Vágum og stjór
in sigur, at sum tað sær út
higartil í ár, verður ferða
fólkatalið í august í ár eini
16% størri enn í august í fjør.
Tað svarar til, at eini 27.300
ferðafólk fara at ferðast um
flogvøllin í august í ár og tað
eru yvir 4.000 fólk fleiri enn
enn í juli.
6,8% fleiri
Í tíðini frá 1. januar til 31. juli
í ár hava 130.168 ferðafólk
ferðast umvegis flogvøllin í
Vágum og tað er ein vøkstur
upp á 8.258 ferðafólk, ella
6,8% aftur ímóti sama tíðar
skeiði í fjør.
Taka vit so tíðarskeiðið
mai, juni og juli í ár, ferðaðust
74.004
ferðafólk
umvegis
flogvøllin í Vágum og tað er
eisini met fyri eitt summar.
Verður gongdin sjey teir
fyrstu mánaðirnar frá januar
til juli tikin undir einum, er
hetta kortini ikki eitt met ár
hjá flogvøllinum.
Tað metið varð sett í 2008,
tá ið 134.172 ferðafólk flugu
umvegis flogvøllin í Vágum
í tíðarskeiðnum frá januar
til juli.
Men taka vit summar
mánaðirnar mai, juni og juli,
flugu gott 1100 færri ferða
fólk um flogvøllin í 2008 enn
tað gjørdu í ár.
Alt metárið í 2008 flugu
221.942 ferðafólk um flog
vøllin í Vágum.
Mest útlendingar
Jákup Sverri Kass staðfestir,
at tað eru ikki føroyingar,
sum eru farnir at flúgva
meiri og sum tískil skapa
vøksturin.
–
Vøksturin
stavar
í
høvuðsheitum frá, at tað eru
nógv fleiri útlendsk ferðafólk
í ár enn tað hava verið, sigur
hann.
Hann sigur, at verður hugt
longur aftur, er ferðslan um
vegis Vága Floghavn vaksin
næstan hvørt ár við ávísum
undantøkum, tá ið aftur
gongd hevur verið í búskap
inum.
– Verða tølini frá januar
til juli í 2002 samanborin við
tølini frá januar til juli í ár,
sæst, at í ár eru ferðafólka
streymurin heili 30% størri,
enn hann var tá.
Ymsar orsøkir
Stjórin á flogvøllinum held
ur, at ymsar orsøkir eru til
vøksturin í summar.
– Sjálvandi er frálanda
vinnan er ein partur av for
kláringini, men hon er ikki
eitt nýtt fyribrigdi, tí hon
sæst eisini aftur í hagtøl
unum fyri undanfarin ár.
– Men tað er serliga í juni
og í juli, at týrluflúgvingin í
sambandi við frálandavinn
una hevur sett sín dám á
virksemið á flogvøllinum.
Ein
onnur
avgerðandi
orsøk er, at Atlantsflog er í
menning og flýgur alsamt
meiri og flytir fleiri ferðafólk
enn áður, samstundis sum
ferðamálini eru blivin fleiri
og fleiri.
Men tað er eisini ein sann
Flogvøllurin
í Vágum um
at spreingist
av ferðafólki
FERÐAVINNA Ongantíð áður eru so nógv útlendsk ferðafólk komin til Føroya í
flogfari sum í summar og nú eru tey á markingum til, hvat tey klára
– Verða prísurin á ferða
seðlum lækkaður, fara fólk
at flúgva meiri.
Jákup Sverri Kass, stjóri á
flogvøllinum í Vágum sigur,
at tað er ein sannroynd at,
greiður samanhangur er
ímillum prísin á ferðaseðl
um og hugin hjá fólki at
ferðast.
– Vit gera kanningar av
og á og tað er heilt greitt, at
fatanin hjá fólki er, at ferða
seðlarnir eru blivnir bíligari
seinastu tíðina.
Ferðafólk siga, at tey
hava goldið einar 300 krón
ur minni fyri ferðaseðlin,
enn tey eru von við og hetta
hevur avgjørt týdning fyri
vøksturin í ferðafólkatal
inum, sigur Jákup Sverri
Kass.
Avsláttur
Men stjórin sigur, at í Vága
Floghavn gera tey eisini sítt
fyri at stimbra flúgvingina.
Í hesum sambandi fær
Atlantsflog í eina tíð ein av
sláttur upp á 50% av avgjøld
unum til Vága floghavn.
– Hetta verður gjørt fyri
at Atlantsflog kann seta
prísin á ferðaseðlum niður
fyri at stimbra upp undir
hugin hjá fólki at ferðast
tær tíðir á árinum, har tey
vanliga ikki ferðast so nógv,
og eisini fyri at stuðla upp
undir nýggju rutuna til
Barcelona
– Vit ivast ikk í, at bíligari
ferðaseðlar økja um hugin
hjá føroyingum at ferðast út
í heim og hjá útlendingum
at ferðast til Føroya, sigur
Jákup Sverri Kass.
Magni
Arge,
stjóri
í
Atlantsflogi sigur, at fyrr
í gjørdi Atlantsflog eina
nýggja prísskipan við fleiri
bíligari setrum og betri
møguleikum at seta útferð
og heimferð saman so at
ferðaseðilin
tilsamans
verður bíligari.
Magni Arge, at í summum
førum ger tað rættiliga
stóran mun, tí nógv dømi
eru um, at ferðaseðilin verð
ur einar 400-500 krónur
bíligari og meiri enn tað
eisini.
– Hetta ger rættiliga stór
an mun, helst tá ið tað eru
tvey fólk, ella eitt húski, sum
skal ferðast, sigur stjórin í
Atlantsflogi.
aki@sosialurin.fo
300 krónur bíligari
Hetta ger rættiliga stóran
mun, helst tá ið tað eru tvey fólk,
ella eitt húski, sum skal ferðast