mikudagur 29. august 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
roynd, at fleiri smærri og
miðalstór útlendsk flogfør
flúgva umvegis Vága Flog
havn.
Jákup Sverri Kass sigur, at
í flúgvingini upp á Danmark
er vøksturin frá januar til juli
5% samanborðið við 2011.
Umframt at seta sín dám
á tyrluflúgvingina, hevur frá
landavinnan eisini sett síni
spor í flúgvingini ímillum
Føroyar og Noreg.
– Tilsamans er flutning
urin ímillum Føroyar og
Noreg øktur eini 25%, men
vit meta, at tilsamans er
talið á vanligum ferðafólki
á Noregsrutuni hækkað eini
12%, sigur stjórin í Vága Flog
havn.
Samstundis er ferðafólka
talið á íslandsrutuni hækkað
eini 4%.
Á markinum
Jákup Sverri Kass sigur, at
við tí stóra ferðafólkatali,
sum nú ferðast loftvegis, er
flogvøllurin á markinum til,
hvat tey klára av ferðafólki.
Tað eru serliga farstøðin
og parkeringsviðurskiftini,
hann hugsar um.
Hetta sigur hann, nú onkr
ar røddir hava verið frammi
um, at vit skulu ikki brúka
meiri pening upp á flogvøllin
í Vágum. Hinvegin skulu vit
sleppa ætlaðu útbyggingini
har og heldur gera nýggjan
flogvøll á Glyvursnesi, nú
enn ein kanning vísur, at
Suðurstreymoy
er
besta
plássið í landinum at hava
flogvøll.
Farstøðin er bygd til at av
greiða 100.000 fólk um árið,
men nú eru tað yvir 200.000
ferðafólk, sum ferðast um
vegis flogvøllin og sum so
statt skulu avgreiðast á far
støðini.
– Vit hava stórar trupul
leikar við ferðsluni og við
bíðirøðum og tað ber ikki til
at økja ferðafólkatalið meiri
undir teimum umstøðum, vit
nú hava.
– Hetta merkir, at við
hvørt standa bíðirøðini av
ferðafólki út í tún, tí tað
tekur ov langa tíð at avgreiða
tey og serliga óheppið er tað
nú Atlantsflog hevur fingið
nýggja loftbussin, sum tekur
nógv ferðafólk.
– Vit koma javnan í ta
støðu, at ferðafólk, sum koma
úr flogfarinum, og ferðafólk,
sum skulu avstað, vevjast
saman og tað er als ikki gott.
Stjórin í Vága leggur tí
dent á, at tað hevur alstóran
týdning, at ongin slingur
kemur í arbeiðið at gera
nýggja farstøð, men at tað ar
beiðið sleppur at halda fram
ótarnað.
Eftir ætlan skal nýggja
farstøðin verða liðug um
tvey ár.
– Vit eru undir øllum um
støðum tvingað at gera stórar
og kostnaðarmiklar ábøtur,
tí vit arbeiða við undantaks
loyvi á summum økjum, sig
ur stjórin á flogvøllinum.
– Men tá hava vit fram
vegis eina gamla, óhóskandi
og uppslitna farstøð.
– Fáa vit hinvegin betri
umstøður, er ongin ivi um, at
vit væl og virðiliga fáa átikið
okkum tær avbjóðingar, ein
øktur ferðafólkastreymur fer
at føra við sær, leggur hann
afturat.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
– Eg eri sannførdur um,
at nú Ferðavinnuráðið er
endurstovnað við nýggjari
forkvinnu, er ferðavinnan
aftur
komin
á
rætta
sporið.
Tað heldur Jákup Sverri
Kass, stjóri á flogvøllinum í
Vágum og gamal formaður
í ferðavinnufelagnum.
– Men nú hava vit verið í
eini oyðimarkarferð í fleiri
ár, har halt varð lagt í oyði,
sum kundi leggjast í oyði
og eitt nú varð Ferðaráðið
tikið av, leggur hann aftur
at.
Og hann ivast heldur
ikki í, at tað ber væl til at
menna ferðavinnuna enn
meir.
– Vit hava góðar ferða
møguleikar, vit hava gott
undirstøðukervið
við
hotellum, góðum vegum,
longdum flogvølli, nýggjum
Smyrli, undirsjóvartunlum
og nógvum ferðatilboð-
um.
Hann heldur eisini, at
ferðavinnan hevur nógv
størri samfelagsliga týdn
ing, enn fólk kanska feva
sær far um.
– Við ongum ella fáum
ferðafólkum, eru tað bara
føroyingar at rinda kostn
aðin fyri at hava flogvøllin,
Atlantsflog
og
Strand
ferðsluna og tað hevði
gjørt tað nógv dýrari.
– Ferðafólk tryggja eisini
tilverugrundarlagið undir
hotellum, matstovum og
ferðatilboðum, sum føroy
ingar sanniliga eisini njóta
gott av
– Sostatt hevur ferða
vinnan stóran týdning at
tryggja lívsdygdina hjá
vanliga føroyinginum.
Onkur skal
gjalda rokningina
Men tað eru eisini røddir
frammi um at taka frá
ferðavinnuni við at for
bjóða tollfríari sølu av
tubbakki og rúsdrekka?
– Ja og tað haldi eg, er
tann øvugta verð, sigur
Jákup Sverri Kass.
– Hetta royndu grøn
lendingar
fyri
nøkrum
árum síðani og tað hev
ur
kostað
teimum
so
nógv arbeiðspláss og so
nógvar inntøkur, at fyrsta
november í ár seta grøn
lendingar tollfríu søluna í
gildi aftur.
Jákup Sverri Kass sig
ur, at verður tollfría sølan
í Føroyum avtikin, missa
bæði flogvøllurin, Atlants
flog og Norrøna so nógvar
inntøkur at ongin ivi er
um, at hetta fer at hevna
seg aftur í munandi hægri
ferðaseðlaprísum.
Tollfría sølan er helvtin
av allari tollfríu søluni á
flogvøllinum og tollfría søl
an verður eisini ein høvuðs
inntøkukelda hjá nýggju
farstøðini.
– Onkur skal so betala
og fáa vit ikki inntøkurnar
frá tollfríu søluni at rinda
útreiðslur við, má pen
ingurin koma onkra aðra
staðni frá, staðfestir stjórin
á flogvøllinum.
– So mugu vit fáa inn
tøkurnar onkra aðrastaðni
frá, har tað ber til at fáa tær
frá og tað fer so at merkja
hægri
brúkaragjøld
til
flogvøllin og dýrari ferða
seðlar.
– Hetta fer so eisini at
gera kappingarførið hjá før
oysku ferðavinnuni verri
og tað merkir færri ferða
fólk og minni inntøkur.
Vit missa
og danir fáa
Somuleiðis staðfestir hann,
at verður tollfría sølan av
tikin á Flogvøllinum og hjá
Atlantsflogi, merkir tað
ikki, at tollfría sølan heldur
uppat.
– Hon verður bara flutt
niður á flogvøllin í Kastrup
ístaðin.
– Tá ið tollfría sølan av
sigarettum varð avmarkað,
varð sagt, at tað fór at geva
landskassanum eina eyka
inntøku upp á 12 milliónir.
Men ein uppgerð, Vága
portalurin setti upp nakað
síðani, vísti, tað helt ikki
stikk, tí inntøkan hjá lands
kassanum av tubbakki er
ikki hækkað, men lækkað.
– Tær 12 milliónirnar,
sum føroyski landskassin
hevur mist, eru sostatt
endaðar í danska lands
kassanum ístaðin, sigur
Jákup Sverri Kass.
– Tað var tað sama, sum
hendi, tá ið møguleikarnir
at keypa tollfríar sigarettir
vórðu avmarkaðar, so at
tað nú bara er loyvt at hava
eitt hálvt kartong. Tað ger
bara, at ferðafólk keypa
eitt kartong, men fáa síðu
mannin í flogfarin at taka
aðra helvtina í land.
Jákup Sverri Kass skilir
heldur ikki, hví summir
politikarar eru sinnaðir at
gera umstøðurnar hjá før
oyskari vinnu verri enn
umstøðurnar eru hjá vinn
uni aðrastaðni.
aki@sosialurin.fo
Flyta tollfríu søluna úr
Føroyum til Danmarkar
FERÐAVINNA Ferðavinnan í Føroyum er við at
koma á rætta sporið aftur, at hon varð í knúsi í
fleiri ár, sigur stjórin á flogvøllinum í Vágum, sum
ávarar politikarar ímóti at avtaka tollfríu søluna
Dýrari ferðaseðlar
– Verður tollfría sølan í Føroyum avtikin, missa vit
so nógvar inntøkur at ongin ivi er um, at hetta fer at
hevna seg aftur í munandi hægri ferðaseðlaprísum,
heldur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum
Ferðafólk, sum koma úr
flogfarinum, og ferðafólk, sum
skulu avstað, vevjast saman
Viðhvørt standa bíðirøðini
av ferðafólki út í tún
Bláu stabbarnir eru ferðafólkatalið 2011, og teir grønu eru fyri 2012