mikudagur 29. august 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen, arni@sosialurin.fo
Jóhanna ivast
í at at gevast
Íslendski
forsætis
ráðharrin,
Jóhanna
Sigurðardóttir, sum eisini
er formaður í flokkinum
Samfylkingini, ivast í,
um hon skal halda fram
í politikki.
Um vikuskiftið hevði
leiðslan í Samfylkingini
fund í Reykjavík, og
tá
upplýsti
Jóhanna
Sigurðardóttir, at í heyst
fer hon at kunngera, um
hon heldur fram sum
floksformaður, ella um
hon fer at takka fyri seg
á tí politiska pallinum.
Hon segði, at hon hevur
ikki tikið støðu enn, men
at hon fer at boða frá
avgerð síni, áðrenn upp
stillingarfundirnir byrja
í oktober.
Jóhanna
Sigurðar
dóttir fyllir 70 ár tann 4.
oktober.
Brúgv skal geva
arbeiðspláss
Í einari roynd at útvega
nýggj arbeiðspláss ætlar
tann danska stjórnin at
gera eina nýggja Stor
strømsbrúgv
millum
Suðursjælland
og
Lolland-Falster, har ar
beiðsloysið er stórt. Í
hesum sambandi hevur
stjórnin sett 3,9 milliardir
krónur av í fíggjar
lógaruppskotinum fyri
2013, og alt bendir á, at
tað er stórur meiriluti
í
Fólkatinginum
fyri
ætlanini.
Kanningar,
sum
danska
byggivinnan
hevur gjørt, vísa, at ar
beiðið við brúnni fer
at geva meiri enn 2.000
handverkarum arbeiði
í trý ella fýra ár, og
harafturat fáa 2.600 verk
frøðingar, arkitektar, bil
førarar og aðrir undir
veitarar
arbeiðið
av
verkætlanini.
Skotar fáa
egið kringvarp
Tá
Skotland
verður
lýst sjálvstøðugt ríki,
sleppur bretska kring
varpið BBC ikki at virka
sum bretskur stovnur í
Skotlandi. Tað sigur for
sætisráðharrin í skotsku
heimastýrisstjórnini,
Alex
Salmond.
Hann
sigur, at tá fara teir
skotsku
myndugleik
arnir at yvirtaka ognir
nar hjá BBC í Skotlandi
og at stovna eitt skotskt
kringvarp, sum so skal
brúka tær. Tað nýggja
kringvarpið
skal
fáa
sama
rakstrargjald,
sum BBC fær nú ella 145
pund frá hvørjum húski
um árið.
Alex Salmond er for
maður í skotska tjóð
skaparflokkinum, sum
hevur sagt, at fólkaat
kvøða verður um loysing
innan árslok í 2014. Mein
ingakanningar benda á,
at meiriluti er ímóti at
loysa.
Eftir galdandi skipan
umsita
skotar
nøkur
málsøki so sum menta
mál og heilsumál. Onnur
málsøki, teirra millum
uttanríkis- og verjumál,
eru
hjá
stjórnini
í
London.
Íslendski fiskimálaráðharrin sigur tað vera
umráðandi at kanna, hvussu tann nógvi
makrelurin ábirkar annað í sjónum við Ísland
Um 40 ár verður eingin
summarísur við pólin
Fylgisveinamyndir, sum eru tiknar 26. august, vísa, at ísurin kring
Norðpólin er 380.000 ferkilometrar minni enn í september í
2007, sum var tað summarið, ísurin var upp á tað minsta
Norski granskarin Ola M.
Johannessen, sum arbeiðir
á Nansenstovninum, hevur
við sínum kanningum og
metingum roknað seg fram
til, at um eini 40 ár verður
eingin summarísur í Arktis.
Granskarar hjá Nansen
stovninum eru í hesum døgum
á einari rannsóknarferð í Pól
havinum. Fyrradagin vóru
teir norðuri á 85 stigum. Teir
siga við NRK, at teir seinastu
dagarnar hevur hitin í luftini
verið millum seks og átta stig,
og tað hevur regnað.
Hetta
er
sambært
granskarunum
sjáldsamt
hesa tíðina á árinum, og á
Nansenstovninum siga tey,
at mátingarnar vísa, at ísurin
fer at bráðna nógv afturat í
summar, sjálvt um veðrið
kann broytast skjótt.
Steingrímur
J. Sigfússon er
fiskivinnu- og
landbúnaðar
málaráðharri
Sum aðrir íslendingar er
Steingrímur J. Sigfússon,
fiskimálaráðharri,
fegin
um
kanningarnar
hjá
fiskifrøðingunum,
sum
vísa, at nógvur makrelur er
í íslendskum sjógvi, og at
hann er víða um. Sambært
kanningunum
hevur
29
prosent av stovninum verið
innan fyri íslendska markið
í summar.
Fiskimálaráðharrin sigur,
at kanningarúrslitið styrkir
støðu Íslands í makreltræt
uni, men hann ger sam
stundis vart við, at tað er
neyðugt at kanna, hvørja
ávirkan tann nógvi makrel
urin hevur á vistfrøðikervið
við Ísland.
– Tað er greitt, at hetta
ávirkar lívið í havinum, og
tað mugu vit kanna, sigur
ráðharrin.
Steingrímur J. Sigfússon
vil ikki siga, um úrslitið
av
makrelkanningini
fer at gera, at Ísland fer
at krevja ein uppaftur
størri part av heildar
kvotuni enn higartil.
Hvussu ávirkar makrelurin
annað lív í sjónum?
Alex Salmond er
forsætisráðharri í
skotsku heimastjórnini