mikudagur 29. august 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
Sum formaður í løgtingsins
fíggjarnevnd er tað Bárður
Nielsen, sum skal sannføra
løgtingið um, hvat pengar
skulu játtast til. Í gjár kom
fram, at samlaða tilboðið fyri
at byggja nýggja skúladepilin
í Marknagili er mettur at vera
475,5 milliónir krónur. Hetta
merkir, at byggikostnaðurin
í løtuni liggur umleið 155
milliónir krónur oman fyri
játtanarkarmin í verklags-
lógini fyri handverkaraút
reiðslurnar, sum eru 320
milliónir krónur.
- Her eru so nógvar óviss
ur kring verkætlanina. Tað
hava eisini verið spurningar
frammi,
um
bygningurin
er hóskiligur til føroyska
veðurlagið og um byggi-
teknisku loysnirnar halda til
tað. Tá tað nú kom fram, at tað
kemur at kosta 155 milliónir
krónur meiri enn væntað, so
var mín fyrsta reaktión, at
so verður skúlin ikki bygdur,
sigur Bárður Nielsen.
- Tí skal verkætlanin
endurskoðast og vit skulu
finna út av, um vit kunnu
gera onkrar broytingar og
sparingar. Tað ger Landsverk
eisini nú. Men eg trúgvi ikki,
at teir fara at finna fram til,
at 150 milliónir krónur, og tí
verður tað ikki verkætlanin,
soleiðis hon fyriliggur nú, ið
verður gjøgnumførd, ásann
ar formaðurin í fíggjar
nevndini hjá løgtinginum.
- Tað eru rætt og slætt
ov nógvar óvissur kring
verkætlanina til, at løgtingið
fer at játta 155 milliónir krón
ur aftrat til byggingina. Tí
skulu vit hyggja eftir máli
num
av
nýggjum,
sigur
Bárður Nielsen, sum tó legg
ur aftrat.
- Eg kann ikki dagin eftir
eina slíka lisitatión siga, at vit
skulu undir eina heilt nýggja
verkætlan og kolldøma alt
tað, sum fyriliggur fram
manundan. Lat okkum tí nú
síggja, hvussu leikur fer, sig
ur Bárður Nielsen at enda.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Bjarni Djurholm harmast
almikið um, at kostnaðar
metingin fyri byggingina
av nýggja skúladeplinum í
Marknagili ikki heldur.
- Tað er ótrúliga harmiligt,
at metingin ikki heldur, tí
hetta skapar trupulleikar
fyri
politisku
skipanina.
Sum er tyngir játtanin nógv
fíggjarliga. So mikið nógv,
at tað ikki verður møguligt
at gera nevniverdar íløgur
næstu árini, tí rinda verður
við kassa eitt. Fíggjarliga er
málið tambað so nógv sum til
ber longu nú, ger formaðurin
í mentanarnevnd løgtingsins
greitt.
Óvirðiligar umstøður
Við hesum formansleikluti
er tað Bjarni Djurholm, sum
varðar av skúlaøkinum og
skal virka fyri, at landsins
skúlar hava best hugsandi
umstøður og íløgur verða
gjørdar á økinum. Og Bjarni
Djurholm ásannar, at mið
námsskúlaútbúgvingarnar
í høvuðsstaðnum ikki hava
best hugsandi umstøður.
- Í Hoydølum og serliga
Tekniska skúla er støðan
kaotisk. Tað hevur tað verið
í so langa tíð, og tað kann
ikki halda fram. Tí skal verk
ætlanin fremjast, hóast tað
politiskt ikki ber til at seta
fleiri pengar av til hana, sigur
Bjarni Djurholm og endur
tekur, at umstøðurnar hjá
miðnámsskúlunum
mugu
bøtast og broytast.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Klokkan 14 í gjár var
lisitatión á Landsverki í
sambandi við Skúladepil
in við Marknagil, har
tilboðini frá teimum 21
undangóðkendu
byggi-
og veitingarfyritøkunum
vórðu latin upp saman
við ráðgevum, umboðum
fyri bjóðandi fyritøkur
nar, Landsverk og Menta
málaráðið. Bíligastu til
boðini upp á tær átta
arbeiðstøkurnar er 475,5
milliónir krónur.
Hetta merkir, at byggi
kostnaðurin
í
løtuni
liggur umleið 155 millión
ir
krónur
oman
fyri
játtanarkarmin í verklags
lógini fyri handverkaraút
reiðslurnar, sum eru 320
milliónir krónur.
-
Arbeiðið
við
at
finna sparingar er longu
farið í gongd, og fleiri
sparingar eru longu á
tekniborðinum.
Kom
andi tíðin kemur at vísa,
hvussu nógv ber til at
spara, so samlaði kostnað
urin kann fáast munandi
niður, sigur Ewald Kjølbro,
stjóri á Landsverki.
Flestu
fyritøkurnar,
ið vóru undangóðkendar
og sum hava bjóðað upp
á arbeiðstøkurnar, eru
føroyskar, meðan hinar
koma úr ávikavist Íslandi
og Danmark.
Landsverk fer nú undir
at kanna innkomnu til
boðini, og úrslitið av
hesum verður væntandi
greitt um nakrar dagar.
Í
játtanarkarminum
í verklagslógini á 391
milliónir krónur er ikki
íroknað innbúgv og onnur
útgerð, sum væntandi fer
at liggja um 60 milliónir
krónur.
TILBOÐINI
Niðan fyri síggjast tey bíligastu tilboðini upp á tær
ymsu arbeiðstøkurnar:
Arbeiðstøkur: (avrundaðar upphæddir)
1) Jørð, kloakk, beton og stál 138,8 mió. kr. frá TG Verk
2) Innilokan 108,5 mió. kr. frá TG Verk
3) Innrætting o.a. 99,0 mió. kr. frá TG Verk
4) EL-arbeiði 35,0 mió. kr. frá El Team Vest
5) HVS, luftskipanir o.a. 62,6 mió. kr. frá Demich
6) Múraraarbeiði 22,7 mió. kr. frá TG Verk
7) Málaraarbeiði kr. 0,9 mió. kr. frá Anskar Hansen
8) Lendisarbeiði kr. 8,0 mió. kr. frá Articon
475
milliónir fyri
Marknagil
MARKNAGIL Í gjár upprann
dagurin, tá tilboðini upp á
nógv umrødda Skúladepilin
við Marknagil vórðu
avdúkað. Samlaði prísurin
á bíligastu tilboðunum fyri
tær átta arbeiðstøkurnar
er 475 milliónir krónur
Komandi tíðin kem
ur at vísa, hvussu nógv
ber til at spara, so sam
laði kostnaðurin kann
fáast munandi niður
Ewald Kjølbro
Tað eru ov nógvar
óvissur til, at løg
tingið fer at játta 155
milliónir krónur aftrat
til byggingina
Bárður Nielsen
Fíggjarliga er málið
tambað so nógv sum til
ber longu nú
Bjarni Djurholm
Ov nógvar óvissur
MARKNAGIL – Hetta er farið so mikið langt av leið, at vit
nú skulu endurskoða, hvat vit gera við skúladepilin. Tað
eru eisini alt ov nógvar óvissur kring verkætlanina, sigur
formaðurin í fíggjarnevnd løgtingsins, Bárður Nielsen
Skal fremjast
MARKNAGIL Støðan á skúlaøkinum er so mikið kaotisk, at
verkætlanin skal gjøgnumførast. Tað sigur Bjarni Djurholm,
formaður í mentanarnevnd løgtingsins, sum tó ikki dugir at síggja,
at fleiri pengar verða settir av til nýggja skúlan í Marknagili