Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni, og Bjørg Róin, lærari á Føorya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sos.fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Tað er eitt árligt afturvendandi tiltak fyri ung útbúgvingaráhugaði, har greitt verð­ur frá nógvum víðarigangandi út­búgv­ingarmøguleikum í Føroyum, í Dan­mark og úti í stóru verð, og har verð­ur veitt vegleiðing í hópi og hvør sær um trupla útbúgvingarvalið. Hetta fer lutvíst fram við styttri og longri uppleggum frá serfrøðingum og veg­leiðar­um frá ymsu útbúgvingunum og londum, partvíst við »básum« við møgu­leika fyri individuellari vegleiðing. Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum, sum hava áhuga fyri útbúgving. Um dagin er er tiltakið fyri teimum, sum ganga síðsta árið á mið­náms­ skúlum, og um kvøldið er tað ein til­svar­andi skrá fyri øll út­búgv­ingar­ áhug­að, bæði tannáringum og ungum, sum eru farin úr skúlaskipanini, men sum nú heldur, at tíðin er komin at fara und­ir eina víðari útbúgvng, annaðhvørt her ella aðrastaðni. Í ár er tað 10. ferð á rað, at hetta til­takið verður hildið við góðari úrtøku fyri tey ungu, sum hava brúk fyri íblástri og vegleiðing til at finna »røttu« út­búgv­ing­ina. Tað er Lestra­veg­leiðara­ felagið, MFS, næm­inga­umboð og Altjóða Skri­v­stovan, sum stendur sum fyri­skip­ ari av MÚ, sum Markleys Útbúgving ofta verður stytt til. Vh Bjørg og Holger Hvat er Markleys Útbúgving? Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Hey Eg ætli mær at supplera mítt studentsprógv. Kunnu tit greiða frá, hvat tað vil siga at vera stakgreinalesandi og at vera sjálvlesandi á HF ? Hvat vilja tit mæla til, at eg velji? Hvussu skal eg melda meg til? og nær skal eg gera tað? Takk fyri xxx At vera stakgreinalesandi inniber, at tú skalt fylgja undirvísing og gongur í skúla undir somu treytum sum fulltíðarlesandi = tú skalt møta til undirvísing, og tú skalt avleverað kravdar uppgávur. Til próvtøkuna fert tú upp í reducerað pensum, sum hini ið hava fylgt undirvísing. Tú skal venda tær til lestrarvegleiðingina á tí skúlanum, har tú ynskir at vera stakgreinalesandi, og skal hetta vera í seinasta lagi 1. septembur. Upptøkan er treytað av, at pláss er eftir. At vera sjálvlesandi vil siga, at tú ikki fylgir undirvísing/ tú lesur sjálv, men tú verður knýtt at einum lærara, sum vegleiðir teg í tilsaman 3 tímar. Til próvtøkuna fert tú upp í fullum pemsum. Ynskir tú hetta, skalt tú eisini venda tær til lestrarvegleiðingina á tí skúlanum, har tú ynskir at vera tilmelda. Hetta kanst tú gera fram til 22.februar 2013. Hvat er tað besta fyri teg at velja, fáa vit ikki svara uppá, tí tað er sera individuelt, hvat riggar best. Set teg í samband við ein lestrarvegleiðari. Vinarliga Holger og Bjørg Hey tit bæði Eg eri ein 19 ára gamal drongur, sum bleiv liðugur við 10. flokk fyri tveimum árum síðani. Síðani tá havi eg arbeitt. Nú havi eg fingið hug at ganga í skúla aftur, og eg ætli mær at søkja inn sum HF-næmingur næsta skúlaár. Mítt 9. og 10. flokks prógv er onki at rópa hurra fyri, og eg havi hoyrt, at fleiri í ár ikki eru sloppin inn á HF vegna ikki nóg góð prógv. Hvat kann eg gera fyri at betra um mínar møguleikar at sleppa inn á HF? Heilsan yyy Treytirnar at sleppa á HF eru, at umsøkjarin skal vera minst 17½ ár, hava eitt 9.flokks prógv og eitt 10.flokks prógv í skrivligum og munnligum føroyskum og donskum. Harumframt skal umsøkjarin hava umleið próvtalið 8 í miðal í fakunum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði. Um tú ikki hevur tað, vilja vit mæla til, at tú fert til próvtøku av nýggjum. Hetta kanst tú gera antin við at lesa sjálvur og melda teg til próvtøku, ella kanst tú melda teg til relevant fak á kvøldskúlanum og fylgja undirvísing har. Vinarliga Holger og Bjørg 19.30 Danmark Avstralia og Nýsæland F.F. Lærara- og námsfrøðingaútbugvingar Føroya Handilsskúli 20.00 Stóra Bretland Studni Ísland Frakland 20.30 Lesandi og pengar og bankaútbúgving F.F. Søgu- og samfelags- og føroyamálsdeildin MFS Týskland 21.00 F.F. Sjúkrarøktarfrøði, KT, lívfrøði og NVD University of Nottingham Ningbo, Kina Tekniski Skúlin Norra 21.30 USA/Amerika Vinnuháskúlin Medisin í Pollandi Altjóða Skrivstovan Tiltakið hetta skúlaárið verður hósdagin 6. september í Norðurlandahúsinum og byrjar klokkan 19:30 og er fyri øll. Kvøldskráin er fyri øll áhugað – eisini foreldur – sær soleiðis út: MARKLEYS ÚTBÚGVING, 6. SEPTEMBER 2012, KVØLD Í NORÐURLANDAHÚSINUM