Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Afturvendandi lestr­ar­til­ tak­ið Mark­leys Útbúgving verð­ur tann 6. september í Norð­ur­landa­húsi­num. Ti­l­ tak­ið hev­ur til end­a­máls at upp­lýsa og veg­leiða ung um nógvu út­búgv­ing­ar­møg­u­ leik­ar­nar í Før­oyum­, Dan­ mark og longri úti í heimi eftir mið­náms­út­búgv­ing­i­ na. Holger Arnbjerg frá Al­ tjóða Skrivstovuni fegn­ast um, at stuð­uls­av­tala aft­ur í ár er fing­in í lag við Bank­ Nord­ik. – Fíggj­ar­ligi stuðulin ger tað m. a. møg­u­ligt at fáa fleiri fyr­ilestra­hald­arar ­úr út­lond­um at luttaka á degn­um. Harvið verður til­ takið nógv fjølbroyttari og enn meira spennandi fyri tey ungu, sum skulu taka av­gerð um hægri lestur. Utt­an stuð­ul­in hevði eitt so ­á­hug­a­vert til­tak als ikki ver­ið gjørligt, sig­ur Holg­er Arn­bjerg, sum í ár skipar fyri tíggj­unda til­tak­i­num av hes­um slag. Fyrireikararnir, sum eru Al­tjóða Skriv­stov­an, Meg­in­ f­elag Føroyskra Studenta, Lestr­ar­vegleiðarafelagið og les­andi, vænta umleið 700 lut­takarar til tiltakið, sum verð­ur skipað í tveir partar. Um dagin er skráin ætlað frá­far­ing­ar­flokk­u­num á mið­náms­skúl­u­num, og um kvøld­ið verð­ur til­tak­ið op­ið fyri øll­um á­hug­að­um. Stuð­uls­av­tal­an mill­um Mark­leys Út­búgv­ing og Bank­Nordik skal vera við til at eggja føroyskum ung­ dómi at nema sær víðari út­ búgv­ing. – Ein útbúgving er ein í­løga í framtíðina, bæði fyri tann einstaka og fyri sam­ fel­agið, sig­ur Tór Verland Jo­hansen, Marknaðarleiðari í BankNordik. – Við hesum tiltaki vilja vit stuðla teimum ungu, sum skulu velja út­búgv­ing, ­soleiðis at stóra av­gerð­in verður tikin á ein­um væl upplýstum grund­ar­lag. Harumframt eru vit til stað­ ar í størstu donsku lestr­ar­ bý­u­num og kunnu sostatt fylgja teimum ungu, eisini tá leið­in gongur uttanlands í lest­r­ar­ør­ind­um. Markleys Útbúgving hev­ur fleiri sera ymiskar og á­huga­verd­ar fyrilestrar á skránni tann 6. sep­tem­ber, og haraftrat fáa lut­tak­arar høvi til at tosa við um­boð fyri ymiskar før­oysk­ar og út­lendsk­ar út­búgv­ing­ar­ stov­n­ar. Veg­leið­ar­ar frá ym­i­sku londu­num vera eis­ ini til stað­ar í Norð­ur­landa­ hús­i­num og til ber at hitta nú­ver­andi og fyrr­ver­andi les­andi á hægri ú­t­búgv­ing­ ar­stovnum ­í fleiri lond­um. Luttakarar nýtast ikki tekna seg til tiltakið. Til ber at lesa meira um Markleys Út­búgv­ing á www.setur.fo/ ask, har endaliga skráin eis­ ini verður kunngjørd tann 31. aug­ust.1 Markleys útbúgving í næstu viku útbúgving BankNordik høvuðs­stuðul hjá Markleys Útbúgving Jan Müller oljan.fo ONS Hóast Føroyar enn ikki av álv­ara hava fingið pláss á altjóða oljulandakortinum, so er norski áhugin fyri Før­oyum stórur. At norski vinn­u­lívsrisin Statoil er lok­o­motivið í royndunum at finna oljuna í Føroyum hóv­ar væl norðmonnum og ikki minst teimum á ovastu rók. Hetta kom eitt nú til sjónd­ar, tá Johan Dahl hitti norska oljumálaráðharran í Stavanger týsdagin.

 Tað var á móttøku hjá almenna norska olju­fel­ ag­num Petoro, í sambandi við altjóða oljumessuna í Stav­anger, at Johan Dahl, olj­u­mál­a­ráðharri fekk høvi til at heilsa upp á norska starvs­bróðurin, Ola Borten Moe. 

Johan Dahl greiddi hon­um frá núverandi bor­ i­n­g­ini á før­oyska land­ grunn­i­num, og norski olju­ mál­aráðharrin ­tyktist sera áhugaður at frætta, hvussu gongst hjá hesi størstu norsku fyritøkuni í Før­ oyum. Tað fekk hann at vita, nevniliga at alt gongur sum tað ska, og at tað gongur ikki so long tíð, áðrenn fyrstu útmeldingarnar um bor­ ingina koma út. 

 – Tað er eitt gott út­gangs­ tøði fyri einum víðari sam­ arbeiði millum Føroyar og Norra, um Statoil rakar við kol­vetni í síni boring í Før­ oyum, sigur norski ráðharrin, sum ikki dylur fyri, at Statoil er ein góð fyritøka og ikki eitt ván­aligt val, tá talan er um at fá­a útlendsk oljufeløg til Før­oya at gera íløgur. Statoil hev­ur víst seg at duga væl at finna olju og gass, og henda sann­royd kann vónandi koma 

Føroyum til góða eis­ ini. 
 Tað kom væl við hjá norska ráðharranum, tá Jo­ han Dahl beyð honum at vitja í Føroyum.

 – Eg kann bara fegnast um møguleikan at vitja grann­ar okkara úti í Norð­ur­atl­ants­ havi, og tað vildi avgjørt ver­ ið eitt frálíkt høvi at vitja Før­ oya­r, tá og um olja ella gass verð­ur funnið. 

Ola Borten Moe vónar, at føroysku ætl­a­ninar í sambandi við oljuleiting, og alt tað hetta kann geva av arbeiði ger­ast til veruleika. 

Uppá fyr­i­ spurning um eitt lítið land sum Føroyar megnar eina so stóra vinnu sum oljuvinnuna i­va­st Ola Borten Moe ikki. Tá norðmenn hava megnað hetta, so kunnu føroyingar tað eisini. 

 - Góð ráð til føroyingar, um olja verður funnin?

 – Finnið nú hana fyrst – selj­ið ikki skinnið, fyrr enn bjørn­in er skotin.
 
Gevandi dagar
 Johan Dahl, lands­stýr­is­mað­ ur sigur í eini viðmerking til oljan.fo, at hesir báðir fyrstu dagarnir á oljuráðstevnuni í Stavanger hava verið sera gagnligir og gevandi fyri seg.
 – Tað hevur verið ó­met­a­ liga áhugavert at hoyra um møg­uleikar og avbjóðingar í ikki bert olju- og gassvinnuni men í orkuhøpi sum heild. Tað er hugaligt at vita, at bæði norski stjórin í Statoil, Helge Lund, og norski olju­ mál­a­ráð­harrin, Ola Borton Moe, fylgja væl við leitingini í Før­oyum og hava álit á, at Stat­oil kann gera eitt fund, hó­ast váðin er stórur.” Johan Dahl heldur tað hev­ur týdning, at føroyskar fyri­tøkur eisini vísa andlit á oljumessu í einum av heims­ ins oljuhøvuðsstaðum, Stav­ ang­er. 
 – Vit hava sæð, at slík lut­tøka longu hevur skapt sam­bond og sáttmálar, og skuldi tað hent, at Statoil hesa­ferðina ger eitt olju- ella gassfund, so er greitt, at ein enn størri verð liggur fyri framman hjá føroyskari vinnu. Norski oljuráðharrin: Vóni Statoil finnur føroysku oljuna Johan Dahl nýtti eisini høvi at heilsa upp á stjóran í almenna norska oljufelagnum, Petoro, Kjell Pedersen Mynd:oljan.fo/Jan Müller Johan Dahl, oljumálaráðharri hitti norska starvsbróðurin, Ola Borten Moe í Stavanger týsdagin Mynd:oljan.fo/Jan Müller