Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hósdagin 30. august eru 90 ár síðani Petra Arge í Havn varð borin í heim Úti í Grógv í Syðrugøtu. Hon var fyrsta barnið hjá Suffíu f. Poulsen úr Úti Guttastovu og Jóan Elias Gregersen úr húsunum Fyri oman Oyru­na. Suffía var kend fyri sítt bind­ inga­virki og Jóan Elias sum keypmaður í Gøtu. Systk­ini vóru sjey, fýra systr­ar og tríggir brøður. Nú eru tríggjar systrar eftir. Bæði fornavn og eftir­navn hjá Petru vóru úr faði­rætt­ini. Petra eftir ommuni, sum var bónda­ dótt­ir av Húsgarði, og Greger­sen frá abbanum Ólavi úr Inni Gutta­ stovu. Í móðirættina var omman Kun­oy­ar Jóhanna og abbin Pól Kristoffur Poulsen í Úti Gutta­ stovu. Sjálv varð Petra fødd í húsu­ num, sum Absalon Jacob­sen av Dunga­num byg­di úti í Grógv í 1890­un­um, tá hann tók við eftir Skúla-Jógvan at stýra út­handli­ num hjá Jørgen Bech & Sønner. Hend­an handilin yvir­tók Absalon seinni. Søgan um, hví Petra er fødd í húsu­num hjá Absal­on, er, at far­ bróð­urin Jóan Pauli Gregersen hevði yvir­tik­ið húsini, men hann og Sára vóru ikki gift enn, so Suffía og Jóan Lias fluttu inn, með­an teirra hús vórðu gjørd liðug á Sagulagnum beint heiman fyri handilin. Handil og skúli Handilin – ella Pakkhúsið, sum summi siga enn - bleiv ein stórur partur av teimum ungu árunum hjá Petru og hennara næstu skyld­ fólk­um. Jóan Pauli yvir­tók hann, tá Absalon tíðliga í 20­unum flutti út á Skála­fjørðin og tók upp sítt stóra virksemi har. Pápin Jóan Elias var fiski­maður á ungum ár­um, ein av teimum, sum stovn­aði Fiskimannafelagið. Hann fór nú at arbeiða við handilin, sum við bæði rá­fiska­ mót­tøku úti í Rá­fiska­kjallara­num og ís­hús­um við Salvará og heimi í bygdini tók móti fiski og læt hann virka. Í 1931 tók Jóan Elias við handlinum og rak hann í eini 30 ár. Handilin varð nú ein hjartatáttur í barna­heimi­num hjá Petru, og bæði børn og vaksin høvdu sína dagliga gongd og yrki har. Petra gekk í skúla við Gøtu­ gjógv um tað mundið, tá gøtu­fólk bygdu sær nýggj­an og fram­komn­ an skúla, sum var liðugur í 1929. Oddamaður millum lærar­ar­nar var Gamli lærari, S.P. úr Konoy, og tey høvdu eisi­ni kvinnu sum lærara. Tað var Helga Øregaard. 16 ára gomul fór Petra í 1938 til Havnar at ganga í preliminerskúla á løg­ting­sins studenta- og pre­ limi­ner­skeiði, sum var stovn­að árið fyri. Har fekk hon prógv summarið 1940, beint eft­ir at Før­ oya­r vóru her­sett­ar. Nú gekk leiðin norður aft­ur til Gøtu. Har varð Petru’sa lutur øll stríðs­árini at standa í handlinum, at vera við til at keypa inn og føra bøkur, og annars at vera við í húsarhaldinum hjá mammuni, sum longu fyri kríggið var farin undir bind­ingar­virki, ið bara vant upp á seg. Miðstøð á Tinghúsvegnum Petra trúlovaðist Niels Juel Faber Arge í Havn, f. 20. august 1920. Hann tók ný­máls­ligt students­ prógv í Havn sama summar­ið, sum hon tók pre­limi­ner­prógv. Tey giftust 24. november 1945. Brúd­ leypið varð hildið í Gøtu, men nú flutti Petra til Havnar. Tey bæði bygdu stór og stásilig hús mill­um Tinghúsvegin og Hoydals­veg­in á einum grund­ stykki, sum var sett saman av ein­ um luti frá Húsa­garðs­bónda­num og einum luti frá Tróndi Hansen. Húsini vórðu sett mitt á hetta saman­lagda stykki - kanska fyri at onki tvíbýti skuldi koma fyri seinni. Tann gamla og eyð­kenda adressan var Ting­hús­vegur 55, beint yvir av gomlu Tele­graf­støð­ ini. Gøtu­nummar­ið varð seinni justerað til 59 og bygt er bæði vítt og breitt hinu­meg­in vegin, men hesar miklu broytingar hava ikki havt varandi ávirkan á atmosferuna í heiminum hjá Petru, tó at onkur trø í vakra urta­ garði­num ikki tol­du um­skiftið. Á Tinghúsvegnum situr Petra framvegis, og hon situr væl. Børn, verbørn, ommu­børn, lang­ommu­ børn og vinkonur eru tíðum gest­ir. Tey yngstu kenna tað sum rætt­ar ævintýraferðir at fara inn til hennara, tí har er so nógv at fáa og síggja og nerta við. Vit vóru fimm systkin, so mamma hevði nóg mikið at síggja til heima við hús. Í 30 ár var pápi út­varps­stjóri og gekk upp í hetta starv við lív og sál. Mammu’sa lut­ ur lá ikki eftir í eggjan og undir­ tøku, men eisini at­finn­ing­um, um hon helt tað vera rímiligt. Hon hevur ikki verið tann, sum hev­ur gjørt mest um seg alment, men hon kann hava sínar av­ gjørdu meiningar um bæði stórt og smátt. Polit­iskt hevur hon ikki ivast í sjálvs­bjargnis­kós­ini - fyri ikki at siga tjóð­veldis­hug­sjón­ini. Hon helt seg eisini aftrat teim­ um, sum vildu fremja áhuga­málini hjá kvinnum í Føroyum. Tessvegna var hon millum teirra, sum stovn­ aðu Kvinnufelagið í Havn í 1952, og fyrsta árið var hon tiltakslimur í nevnd felagsins. Tað er um tað lagið, at Kvinnutíðindi var einasta blað, sum Ting­hús­vegur 55 helt og fekk borið á dyrnar. Húsarhaldsskúli og maskinskriving Undir krígnum var Petra á húsar­ haldsskúla hjá systru­num í Santa Frants Skúla. Hetta skeið vardi tríggjar mánaðir og var eitt kær­ komið høvi at sleppa burtur úr heim­bygdini eina tíð, tá ung­ dómur­in var innilæstur og ikki slapp av landinum til nak­að sum helst í fimm ár. Tá tey fyrstu fýra børn­ini, sum komu eftir fimm ár­um frá 1946 til 1951, dugdu gott og væl at ganga øll, fór hon miðskeiðis í fimm­ti­ár­ unum at læra seg bæði steno­grafi og maskin­skriv­ing hjá frk Rosen­ berg í Jóannes Paturs­sonar­gøtu. Hetta kom væl við. Fyrst fekk hon starv sum avloysari á Ríkis­um­boðnum, og tá tað var liðugt, ringdi skrivstovustjórin í Tinganesi Johan Djurhuus. Hann hevði hoyrt, at Petra dugdi at skriva upp á maskinu og spurdi, um hon ikki kundi koma at av­ loysa í journalini í lands­stýri­num. Síðani gekk leiðin í Sjó­vinnu­ bankan, har hon var, til hon skuldi eiga ein eftirnølara í 1959. Tá mátti tú í slíkum umstøðum gevast í tínum starvi uttan vissu fyri at fáa tað aftur. Seinni arbeiddi Petra eitt nú á Matrikulstovuni, til hon í 1966 lendi sum skrivari á bispa­ skriv­stovu­ni. Hetta varð hennara lívsstarv á arbeiðsmarknaðinum. Har hevði hon sína føstu gongd hvønn sein­ na­part í meir enn 25 ár sum bi­ s­kups­skrivari hjá fyrst Jákupi Joen­sen, síðani Eivindi Vilhelm og at enda Hans Jacobi Joensen. Har hitti hon nógv fólk, og var í støðugum sambandi við landsins prest­ar. Vit plagdu í skemti at ugga okkum við, at tað kundi ikki ganga okkum heilt galið her á fold, tí mamma starvaðist jú í himmi­ ríkis forgarði í Havn. Lat ikki mótið falla 90 ár eru 90 ár. Tað umgongst ikki, at tey seta síni merki. Mamma hevur havt góða heilsu, men eitt ættar­bregði hevur nívt hana seinastu árini. Sjónin er vorðin vána­lig, men afturfyri hevur hon huga­góð troytt meginpartin av teim­um bondum og fløgum, sum bóka­søvn, blindastovnar og onnur kunna bjóða. Hon hevur hildið fram at ganga sínar føstu túrar á morgni, hóast tryggari leiðir eru valdar og túrar­ nir eru styttir eitt sindur, og hon er framvegis hjá frisøri hvønn ein­ as­ta fríggjamorgun kl. 9. Pápi doyði í 1995, stutt áðrenn tey kundu halda gullbrúdleyp. Tað var eitt umskifti í hennara og okkara gerandisdegi. Fyri einum lítl­um ári síðani upplivdi mamma ta stóru sorg brádliga at missa sítt elsta barn, systir okkara Jórun, sum hon var sera tætt knýtt at. Tað var steinur oman á byrðu. Hesa sorg stríðist hon manniliga fyri at koma ígjøgnum við læru­ setn­ing­inum, sum hon altíð hevur tikið til: ”Lat ikki mótið falla”. Við hesum orðum bera vit syst­ kini familjunnar vegna mammu kvøðu á níti ára degnum við ynski­ num um, at lívskvøldið verð­ur tær blítt. Suffía, Magni, Ólavur og Jógvan. Føðingardagsmóttøka verður í Høllini á Hafnia hósdagin 30. august kl. 15.00-17.30 Føðingardagur á Tinghúsvegnum: Petra Arge fyllir 90 ár Petra Arge Í Havn fyllir 90 ár hósdagin. Her er mynd av henni saman við øllum fimm børnunum í 1960. Vintrumeginfrá: Ólavur, Jógvan, Jórun, Magni og Suffía Nøvn