mikudagur 29. august 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hósdagin 30. august fyllir omma
okkara, Petra Arge, 90 ár. Vit eru
so sera takksom fyri at hava átt
hana so leingi. Húsini hjá ommu og
abba á Tinghúsvegnum hava verið
miðdepilin í familjuni alt okkara lív.
Har hava vit gingið inn at fáa frika
dellur, drekkamunnar og smákøk
ur í túsundatali. Har hildu vit øll jól
saman, tá vit vóru yngri. Og har ang
aði av røstum kjøti um alla lonina, tá
brúdleypsdagur var.
Gerandisdagar sat omma og bant
ella seymaði, um hon ikki var úti
og hjálpti bispi við umsitingini. Var
abbi ikki í útvarpinum, sat hann við
sítt stóra skrivaraborð og rokaðist
við næstu bókina. Ikki var altíð lætt
hjá ommu at hava alt ruddiligt, tá
kort yvir Atlantshavið, passarar og
frásagnir um søkt skip lógu frammi
hvørt um annað. Onkuntíð flutti hon
okkurt. Tá var abbi heilt ørkymlaður
og leitaði leingi.
Kona og maður hava manga togan
sínámillum. Tá abbi skuldi klænka,
var omma stjóri. Kururin var strang
ur, og putursukur var bannað. Men
onkuntíð snýtti hann. Hon hevði
givið honum eina tunna ostaflís upp
á fullkornsbreyð við ongum smøri.
Hann lyfti ostaflísina omanav og
smurdi putursukur innundir. ”Ikki
siga tað fyri ommu,” segði hann við
einum skálkasmíli. Nei, tað tordu vit
ikki, tí so fekk hann skeld.
Treytaleysur stuðul
Omma var abba góð, og omma hevur
verið okkum góð. Hon hevur ongantíð
sett nakran eftir. Altíð hevur hon
minst til øll, um so talan var um børn,
ommubørn
ella
langommubørn.
Snúði tað seg um at fáa føroysk klæð
ir upp á okkum, syrgdi hon fyri tí. Á
jólum og allar føðingardagar er hon
trúføst. Øll fáa sítt, og hon keypir ella
ger gávur alt árið, so alt ikki kemur
upp í røkur í desember. Skil er í.
Fløvin av umsorganini hjá ommu
hevur verið ómetaligur. Ommudøtur
nar vildi hon fegin læra at binda, tí
hetta var virðismikið handverk, helt
hon. Teppir, turriklæðir og sanniliga
eisini litríkar toybóltar gjørdi hon
okkum, og takksom tóku vit ímóti.
Varð onkur av hennara umrøddur í
fjølmiðlunum, klipti hon greinirnar
úr bløðunum og goymdi tær. Hesi eru
míni, man hon væl nøgd hava hugsað.
Hevur onkur av hennara havt mót
gongd, var stuðulin altíð treytaleysur.
Stórt sum smátt hevur fingið boð um
ikki at missa mótið. At hava átt tílíkan
stuðul og tílíka fyrimynd hevur verið
ómissandi fongur fyri okkum øll.
Omma er snøgt sagt ein kempa. Ein
klettur, sum vit altíð hava kunnað
hildið um, og sum leiðbeindi okkum,
tá okkum tørvaði ráð. Hon bað okkum
fara undir útbúgving og helt avgjørt,
at vit skuldu giftast okkara makum.
Ja, ja, svaraðu vit.
Heimbygd hennara, Syðrugøta,
hevur fylt nógv hjá okkum. Tey elstu
ommubørnini minnast væl lang
ommu í Syðrugøtu, Suffíu, sum vit
ofta vitjaðu. Eisini hon var blíð og
gávumild. Tá langomma doyði í 1979,
yvirtók omma húsini í Syðrugøtu, og
vit hildu fram at ferðast hagar. Spenn
andi var at spæla á sandinum og har
um leiðir. Ferðirnar í Gøtu víðkaðu
okkara sjónarring. Havnin var okkum
kær, men Syðrugøta var øðrvísi.
Fjølbroyttar dygdir
Omma hevur nógvar eginleikar, sum
eru merkiliga andsagnarfullir. Hon
er hjartalig, men ikki øgiliga senti
mental. Hon ber við sær virðismikil
grundvirðir úr eini aðrari tíð, men er
altíð við upp á nótarnar. Tá hon fer
út at ganga, er hon altíð væl klødd og
tignarlig. ”Petra, tú sært út sum ein
drotning,” segði ein framligur prest
ur eina ferð við hana. ”Statt ikki og
tvætla,” svaraði hon mestsum smæð
in.
Omma er jarðbundin, men sam
stundis ein verðinskona. Hon hevur
ferðast nógv, m.a. við kvinnufor
kemparum heilt yviri í Kina. Góði
hugurin hjá henni og abba at ferðast
kom eisini okkum til góðar á yngri ár
um. Tvær ferðir fóru vit til Hetlands
við Norrønu at halda rundar føðing
ardagar. Ikki vóru ferðirnar keðiligar.
Útferðir, skellilátur og minigolf hvørt
um annað. Tað var samvera, tá hon er
best.
Nú verður omma so 90, hendan
kærleiksfulla og realistiska konan,
sum vit altíð hava havt hjá okkum.
Um sjónin bilar, og hoyrnin ikki er
tann sama, er vitið framvegis bjart, og
frásagnargleðin er stór. Tosar hon ikki
um 30'ini, eru 50'ini kanska á skránni,
men alt tað smáa og stóra í dag verður
eisini endavent. Tingvarpið verður
gjølla eftirhugt og viðmerkt. Henni
dámar best tey, sum vilja framá.
Omma, vit kundu skrivað eina
heila bók um teg, men á degnum
vilja vit heiðra teg við hesum fáu
orðum. Takk fyri tín kærleika og
tína umsorgan. Nú hendan dagin, tá
tey lokkaðu teg at eta mat úr Burger
King, helt onkur, at markið fyri tín
um frísinni mundi vera nátt. Nei, tú
staðfesti bara, at Burger King var fín
asta slag, og har ætlaði tú tær aftur.
Soleiðis er omma. Forvitin sum fáur
eftir øllum tí nýggja.
Hjartaliga til lukku við 90 ára
degnum og takk fyri alt, tú hevur
givið okkum!
Ommubørnini
Nøvn
Omma fyllir 90
- føðingardagsheilsan til Petru Arge
Takk
Vit vilja gjarna takka øllum, ið gleddu okkum á
okkara gullbrúdleypsdegi, t. 17. aug. Bæði teimum, ið
stukku inn á gólvið, teimum sum hjálptu til á ymsan
hátt og ein serlig tøkk til øll tey sum sungu fyri okkum
um morgunin. Tit vóru øll við til at gera dagin hjá
okkum ógloymandi.
Hervør og Jóan Hendrik