Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Góði Andrias, mamma og systkin vilja við hesum minnast aftur á eitt sindur av tíni lívsleið í sambandi við runda føð­ing­ar­dagin. Tú ert elstur av 6 systkjum. - Vegna viðfødda autismu vart tú sum smá­ drong­ur við mammu og babba í Dan­ mark til læknaligar kanningar nakr­ ar ferðir, og sum 7 ára gamal var tú á Taleinstituttet í Hellerup eitt tíðar­ skeið, tá ið mamma og babba búðu í Keyp­mannahavn. Í 1960 byrjaði tú í fólka­skúla­num í Tórshavn, men eftir 2 ára skúlagongd var komið eftir, at undir­vís­ingartilboð til tín ikki var nøkt­andi, og útvegur fyri skúlagongd í Før­oyum var ikki til staðar. Tú kom tí at ganga í skúla í Danmark. 11 ára gamal byrjaði tú í kostskúlanum Billes­borg í Køge í 1963. Har gekk tú í skúla næstu fimm árini, og tú varð kon­fir­mer­aður í Tårnby kirke í 1967. Ár­ið eftir komst tú í starv á verkstaði í Taastrup, har tú arbeiddi í 3 ár og síðani 2 ár á einum verkstaði í Køge. Tú var sostatt 10 ár heimanífrá, men øll árini ferðaðist tú heim at vitja um sumr­ini og um jólini. Vit minnast væl, tá ið tú kom heim at ferðast. Umframt at gleðast um at sígg­ja teg aftur, so hevði tú gávur við til okkara og harumframt so nógv nýtt og forkunnugt í viðførinum. Vit minnast allar teir flottu bilarnar, sum vit sluppu at spæla við. Nøkur ár seinni hevði tú plátuspælara og eina rúgvu av plátum við m.ø. Elvis Pres­ley, Cliff Richard og The Beatles. Leik­ur­nar og tónleikurin var ikki hvørs mans ogn tá í tíðini, so vit systk­in føldu okkum privilegeraði og vin­fólk­ini vóru inni hjá okkum javn­ an fyri at síggja, hoyra og uppliva alt hetta nýggja. Uppaftur seinni hevði tú í viðførinum talvborð, sum kom at standa á stovuborðinum alla tíðina, meðan tú vart heima, tí at áhugin fyri talvi var stórur. Tú, babba og beiggjarnir telvaðu hvønn dag, umframt at fleiri dreingir úr granna­lag­num vóru inni hjá okkum og telvaðu. Um sumrini vóru vit og vitj­aðu ommu í Kollafirði og ommu og abba í Gøtu, og tá dámdi tær serliga væl at standa á seiðabergi og at vera á floti við babba. Vit minnast afturá við gleði, tá ið tú var heima og ferðaðist, men gleðin vendist til trega, tá ið tú skuldi avstaðaftur. Tað var tungt og sárt at siga tær farvæl hvørja ferð, men fyri okkum var tað ein uggi, at tú ikki var einsamallur í Danmark, tí tú vart 2 vikuskifti um mánaðin hjá most­ur, Max og Høgna, sum vóru góð við teg. Í 1973 flutti tú heimaftur. Fyrstu ár­ini var onki tilboð til tín um bústað utt­an á Psykiatriska Deplinum. Í 1982 flut­ti tú á nýggja bústovnin Eirargarð, har tú búði til 1999. Tvey næstu árini búði tú í sambýlinum á Fugloyarvegi, og í 2001 flutti tú í sambýlið í Pætursgøtu, har tú hevur búð síðani. Har hevur tú íbúð og felagshøli sam- an við trimum búfólkum. Tú ert fallin væl til í Pætursgøtu, og tú roknar hetta sum títt heim. Tá tú var heimkomin, gekk tú í Skúlanum á Trøðni at læra før­oyskt í 2 ár. Síðani arbeiddi tú á bók­bind­ ar­a­virki, í byggifyritøku og á Strand­ ferðslu­ni í tilsamans 3-4 ár. Í 1982 byrjaði tú at arbeiða á Verk­s­tað­num Vón, og síðstu á leið 15 árini hevur tú arbeitt við m.a. ruskinnsavnan og urtagarðsarbeiði. Tú hevur nógv frí­tíð­ar­ítriv. Ongin fótbóltsdystur í útvarpinum fer framvið, og tú minn­ist fótbóltsúrslit nógv ár aftur í tíð­ina. Talv er eisini eitt av tínum stóru áhugamálum, og tú vart limur í Havnar Telvingarfelag í 30 ár, har tú lut­tók í kappingum, men síðstu árini eru talvleikirnir fluttir heima við hús. Talv­úrslit úti í heimi veitst tú alt um frá lesnaði úr talvbókum og –bløðum. Stov­an hjá tær er tapetiserað við bók­ um. Hundraðtals bøkur av øllum slag og tað gongur neyvan dagur, at tú ikki sit­ur við eini bók. Av tí sama hevur tú stóra vitan um alt møguligt millum himmal og jørð. Tú gloymir ongantíð føðingardagar í familjuni, tá tú altíð keypur gávu, sum vísir títt umhugsni fyri okkum, stór­um sum smáum. Góði Andrias, vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við 60 ára degnum og samstundis takka tær fyri, at tú ert so góður við okkum og øll okkara. Vit gleða okkum til føðingardagin á Hotel Hafnia fríggjakvøldið, har nógv hava teknað seg fyri at gleðast saman við tær. Mamma og systkin Sámal Andrias Esmarsson Jacobsen 60 ár Hósdagin 30. august verður Sámal Andrias 60 ár. Hann er ættaður úr Havn og býr í Pætursgøtu í Hoyvík Gomlu Føroya Banka hús­ini í Tórsgøtu í Havn eru hús, ið eru sera góð og hugnalig og eru húsini ogn hjá Tórs­ havnar Kommunu. Sum er verða húsini nýtt av Til­haldinum til ymisk til­tøk fyri pensjónistar. Til­haldið hevur opið í dagtímunum frá mána­ degi til fríggjadag. Eisini hevur Eldraráðið í Tórs­ havnar kommunu høli í húsinum. Gomlu Føroya Banka húsini eru ein perla í miðbýnum í Havn, sum pensjónistafelagsskapir og aðrir áhuga­felag­s­skap­ ir í býnym eiga at kunna nýta til fulnar – hetta eisini um kvøldarnar. Eyðsýnt er, at Tórshavnar kommuna eigur at syrgja fyri, at pen­sjónistafeløg og aðrir bólk­ar so sum fyri­tíðar­pen­sjónistar og onnur fáa høvi at gagnnýta gomlu Føroya Banka hús-ini um kvøldarnar og í viku­ skiftunum til ymiskt triv­ nað­a­rvirksemi. Uppgávan hjá kommununi er at skapa karm­ar har hugni, triv­ nað­ur, menning og virð­ ing verða sett í hásæti. Karmar, ið eru soleiðis hátt­aðir, at øll fáa nýtt síni evni og førleikar. Karmar, ið eru við til at varðveita og menna sjálv­ræði og lívsgóðsku hjá borgarunum. Virknis- og trivnaðardepil í gomlu Føroya Banka húsunum Verðið eg vald í býráðið, vil eg at virka fyri, at pen­sjón­istafeløg og aðrir áhugafelagsskapir fáa høvi at nýta høl­ini í gomlu Føroya Banka húsunum um kvøld­ar­ nar gerandis­dag­ar, og í viku­skiftunum, tá húsini ikki verða gagnnýtt. Hetta til kvøldvirksemi v.m., sum feløgini sjálvi skulu standa fyri og stýra. Fari somuleiðis at virka fyri at betra at­gongd­ina til húsini – kom­mu­nan má syrgja fyri at lyfta verður sett upp. Útvegar kommunan pen­sjón­ista­felagss­kap­um og øðrum áhuga­felags­ skapum góðar karmar til livandi og aktivt virk­ semi, fer hetta óivað at styrkja virkisfýsni, sjálv­ræði og trivnað hjá borgar­unum ungum sum eldri. Gomlu Føroya Banka húsini Ingrid S. Henriksen Valevni til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu á listanum hjá Javnaðarflokkinum – Virkis- og Trivnaðardepil fyri pensjónistar og aðrar áhugafelagsskapir Hevur tú hund? So burdi tú eisini havt SKYTTENs SPECIAL www.fodursolan.com · info@fodursolan.com Special – 20 kg kr. 450,- Turrfóður til vaksnar hundar. Sera gott til hundar við húð- og pelstrupulleikum og til eldri hundar. Bílegg beinleiðis á netinum