mikudagur 29. august 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað vóru ikki góð tíðindir, tá
ið seinasta royndin at lofta
Faroe Seafood er miseydnað,
og 800 fólk hjá Faroe Seafood
mistu arbeiði hetta var til
jóltíðir í 2010.
Landið hevur til uppgávu
at stuðla undir soleiðis, at
gongd kemur á aftur, at
fiskavirkini kunnu øll opna
aftur, og at hesi øll verka
fólkini kunnu fáa arbeiði aft
ur sum skjótast. Tórshavnar
kommuna keypti virki, men
enn er ikki komið gongd aft
ur á flakavirkið í Havn, og tað
eru framvegis fleiri sum eru
arbeiðsleys. Kommunan hev
ur so ikki loyvi at reka tað.
Tað nýttar lítið at siga
og skylda upp á nakað, tí
støðan er tann hesi uml 200
verkafólkini, sum vóru til
knýtt at virkinum í Havn, hava
mist sítt livibreyð, og nógv eru
framvegis í djúpastu kreppu.
Síðani í 2010 er útgjaldið frá
ALS eisini minkað nógv. Eg
kenni fleiri, sum vóru tilkýtt
at Bacalao í Havn og nú eru
skjótt jól aftur fyri aðru ferð
síðan 2010 og framvegis er
virki í Havn stongd.
Fakta er, at hesi verkafólk
hava framvegis lítið og einki
at keypa fyri, nú jólini eru
aftur fyri framman og hetta
er bert byrjanin á marruni hjá
teimun, sum framvegis standa
uttan arbeiði.
Her má samgongan og ser
liga Javnaðarflokkurin vísa
sína styrki sum tann verka
flokkur, sum hann sigur seg
vera og royna at hjálpa til alt
tað, sum teir kunna fyri at fáa
gongd á høvðusvinnuna hjá
okkum og bjarga hesari stóru
verkafjøld og teirra arbeiðs
pláss ikki bara í Havn, men
um alt landið. Tíbetur eru
sólskinsøgur á Tvøroyri í dag,
og tað er at fegnast um.
Hetta er samstundis ein
áheitan til allar politikarar
um at stuðla undir og vísa
sína styrki og taka tær røttu
avgerðir soleiðis, at alt sam
felagið ikki stegðar upp, tí vit
hava so sannliga brúk fyri
verkafjøldini.
Tað er fínt, at Arbeiðs
loysisskipanin kann framveg
is geva stuðul og hevur fram
vegis ráð at gjalda pening til
hesa stakkals verkafjøld. Men
spurningurin er framvegis
hvussu leingi heldur tað?
Við hetta lag í okkara sam
felag, verður kassin hjá ALS
skjótt tómur, um hann ikki
er tað longu nú, og tá er lítið
vunnið, og fær tað stórar fylgj
ur fyri okkum øll.
Tí er mín áheitan til sam
gonguna og Javnaðar-flokkin
at vísa, at teir eru ein verka
mannaflokkur og fáa gongd
á aftur sum skjótast. Sama
er galdandi fyri alla hinar
flokkarnar í samgongu og
anstøðu.
Tað kann fáa stórar fylgj
ur fyri samfelagið sum bløðir
fíggjarliga
frammanundan,
um ikki tiltøk vera sett í verk
beinavegin við at opna øll
hesu flakavirkir aftur. Tað
eru nú tvey ár gingin, og enn
eru fleri virkir ikki latin upp
aftur. Okkurt má kunna vera
gjørt. At býta makrelin út til
»venner og bekendte« gekk jú
so fínt. So her skuldi ligið væl
fyri.
So mín áheitan er, at sam
gongan og anstøðan standip
nú saman og stuðlaið undir,
at gongd kemur á aftur hesi
fiskavirkir. Eg kenni nógv
verkafólk í Havn, sum tó
síggja fram til og vóna at eitt
nú Bacalao letur upp aftur.
Aling sum vinnumøgu
leiki í Sandoynni hevur
verið ein afturvendandi
spurningur seinastu 15
árini!
Nú bragdar aftur við
huganum, og øll segl eiga
at vera sett til tess at
tryggja vinnuáhugaðum
alarum gróðrarbotn fyri
teirra vinnuframtøkum
her í Sandoynni. Sjálvur
meti eg møguleikarnar
rættiliga góðar at finna
eina
nøktandi
loysn,
sum bæði tryggjar Sand
oynni sín vinnnupart,
og tryggjar Føroyum
móti møguligari útrás
av føroyskum valdi og
tilfeingi.
Somikið meira spyrj
andi standa vit, tá ver
andi
borgarstjóri
á
Sandi, við einum »sterk
um«
meiriluta
aftan
fyri seg, og sum eitt av
avgerandi
samgongu
umboðunum á Tingi,
í Sosialinum í farnu
viku, slær armarnar út
og yppir øksl at støðu
ni. Tykist ongan møg
uleika hava at ávirka
støðuna
rættan
veg.
Um tað eru manglandi
royndir, vantandi polit
iskur førleiki, ella okkurt
triðja skal vera ósagt
her, men hvørki Sands
bygd, ella Sandoyggin
kunnu
góðtaka
hesa
atgerðarleysu støðuna.
Eitt er at koma til vald
ið. Annað er at brúka tað
øðrum at gagni.
Vit hvørki eiga ella
kunnu góðtaka at sam
gongan
tilvita
gera
Sandoynna
til
eftir
bát í Føroyska sam
felagnum.
At
einasti
Sandoyartingmaðurin
í samgongu, ferð eftir
ferð, letur seg brúka
sum atkvøðuneyt fyri
ætlanum
aðrastaðni,
men antin er burtur
staddur, ella rýmir und
an
atkvøðugreiðslum,
sum kunnu betra um
støðuna hjá Sandoynni
er ótolandi.
Vit vita væl at í
minniluta, ella andstøðu,
er
avmarkað
hvussu
nógv ein fær avrikað,
men sum partur av sam
gongu, er lagamanni at
telva sær bitar á borðið.
At sita við valdinum,
og samstundis skáka
sær undan ábyrgdini er
jánkasligt. Her skal ann
að til enn at telja uppí
fýra, og happa fyri rest.
Kenni kortini somik
ið væl til samstarvs
felagan í Skopun, at
saman eiga vit tríggir
Sandoyartingmennin
ir at megna at sannføra
politisku skipanina um
eina loysn sum ber til,
Føroyum og Sandoynni
at gagni. Sjálvandi treyta
av at Fólkaflokksmað
urin ikki aftur rýmir úr
sali, tá valdið skal um
setast til politisk úrslit.
Máttleysa
valdið
Páll á Reynatúgvu
Javnbjóðis norðurlendskur
limaskapur
Hallstein Sigurðsson,
formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum
næstformaður í Föreningarna Nordens Förbund, FNF
Norrøna Felagið í Føroyum
fegnast um, at Føroyar hava
fingið ein norðurlendskan
samstarvsráðharra,
sum
aktivt arbeiðir við at seta
norðurlendsk mál á dags
skránna, og samstundis ger
vart við føroysk viðurskiftir
úti í Norðurlondum, ikki
einans fyri teimum høgu
harrunum í landsins stjórn
um, men eisini fyri vanliga
fólkinum.
Seinast nú um vikuskift
ið, tá Annika Olsen, lands
stýriskvinna, tók sær stundir
at luttaka á ráðstevnu, sum
systirfelag okkara í Göteborg
í Svøríki skipaði fyri. “Norden
i Stöpsleven” var heitið á ráð
stevnuni, og sum einasta
umboð fyri norðurlendsku
stjórnirnar, vísti okkara lands
stýriskvinna millum annað
á týdningin av nógv tættari
politiskum samstarvi millum
Norðurlond, og at hetta verður
gjørt best við sjálvsstøðugum
føroyskum limaskapi í bæði
Norðurlandaráðnum og Ráð
harraráðnum.
Sum
formaður
fyri
Norrøna Felagið í Føroyum
er tað ein frægd at uppliva,
at okkara áhugafelag verður
tikið við upp á ráð, og at
lurtað verður eftir teirri ráð
geving, sum vit fegin geva
teimum, ið vilja lurta. Okkara
visjón fyri Norðurlond er, at
londini í framtíðini fáa eitt
nógv tættari samstarv – so
mikið tætt, at spurningurin
um tjóðskap og landamørk í
politiskum høpi sum frálíður
kámast burtur.
Norrøna Felagið í Før
oyum hevur tætt samstarv
við hini norrønu feløgini
gjøgnum
samstarvsfelags
skapin FNF. Og tað var eisini
í fullum forstáilsi við okkara
felag, at aðalskrivari FNF’s
á ráðstevnuni í Göteborg í
vikuskiftinum gav føroysku
landsstýriskvinnuni
sín
stuðul, hóast ein samtykt um
hetta ikki er gjørd í formans
skapinum
hjá
samstarvs
felagsskapi norrønu felag
anna.
Í FNF eru Føroyar og
Áland (og eisini Grønland, hó
ast einki virkið norrønt felag
í løtuni) javnbjóðis limir við
somu avgerðartyngd sum tey
stóru londini, ið upprunaliga
stovnaðu Norðurlandaráðið.
FNF virkar sum ein felags
skapur við átta javnbjóðis
sjálvstýrandi økjum, og ein
sjálvstøðugur føroyskur lima
skapur
í
Norðurlandaráð
num fær tískil ikki stórvegis
ávirkan á okkara samstarvs
felagsskap.
Tó so – í løtuni átaka
føroyingar
og
álendingar
sær ikki formansskapin í
felagsskapinum, tí virk-andi
skipan er soleiðis orðað, at
formaðurin skal vera úr sama
landi, sum hevur formans
skapin
í
Norðurlandaráð
num. Afturfyri eiga tær smáu
tjóðirnar altíð annan næst
formannin.
Við
sjálvstøðugum
før
oyskum limaskapi í Norður
landaráðnum,
koma
Før
oyar natúrliga eisini við í
formansrotatiónina – í Norð
urlandaráðnum og Ráðharra
ráðnum eins væl og í sam
starvsfelagsskapinum
hjá
norrønu feløgunum, FNF.
Levi Mørk,
býráðslimur fyri
Javnaðarflokkin í Tórshavn
Hvussu leingi skal
verkafjøldin bløða?
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tilt k
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
Kjak