Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hevði heldur ikki útgerð at banka rust við, annað enn ein píkhamara, og tað munaði lítið. Annars var tað soleiðis, at eg fekk ein mann í 14 dagar um árið, men heldur ikki tað munaði, tí tað var bara í allar besta veðri, at við kundu mála. Eg haldi ikki, tað eydnaðist mär at mála allan banan í einum, men hóast tað varð nógv máling brúkt, eg brúkti eini 600 til 800 pund av máling árliga. Menninir sum hjálpru mär vóru fyri tað mest Magnus Jacob Jacobsen, Missurin, og Oskar Jensen hjá Gásadal. Oskar hann var sum kötturin, hann kundi klúgva, hann var so lättur. Hetta var hjalp eg mátti fáa loyvi til frá havnini. Eiðið og banin hoyrdi undir Vágs Havn. Eg mátti sjálvur gjalda ein part av hesi hjálp. Eg kundi fáa mannin í 14 dagar, og so guldu kommunan ella havnarmyndugleikarnir teir 14 dagarnar, men tá tað ikki var nóg mikið við teimum 14 dögunum, so mátti eg sjálvur gjalda tað, sum varð meira enn hesir 14 dagarnir. Hetta kom fyri nästan á hvörjum ári, men nú var tað soleiðis, at eg kundi geva hjálparmanni mínum eina hjálpandi hond, so vit javnaðu tað soleiðis. Ansni Eitt skilarúm var eftir miðini í fiskakassanum, og um tveir bátar hövdu fiskað einar átta centnarar hvör, so bar til at taka fiskin hjá báðum bátunum upp í kassan í senn, fyri at fáa tað at ganga skjótari, og tá var so tungt, at tað ikki var ráðiligt at taka fólk við. Onkuntíð kundi okkurt smávegis óhapp henda, men at tað var so, at tá tað varð steðgað við hesum flutningi av fólki, so trúgvi eg, at tað var tryggingin, sum kom uppí. Eg vil nú siga, at tað var oftani at teir noyddist at ganga, men tað var ikki gangandi í oljudansi, tí teir skuldu upp á ein stein og niður aftur av honum, niðan ígögnum Vággjógv, tvörtur um Smágjógv, heim undir berginum og upp ígögnum ein högan leydara, tá teir vóru komnir heim til endan á bananum. Um summari tá lítið var fiskað, hevði ein bátur einar sex, sjey centnarar, kundi tað koma fyri at alt varð tikið í senn, fiskur og fólk. Men tað valdaðist eisini um veðrið. Var sýnið ringt og var nógvur tari í skinnarinum, tá tað hevði verið brim nakað frammanundan, so var tað ikki so heppi at hava fólk í, tí tá kundi tað henda, at tað ikki bar til at bremsa, tí vognurin gleið á skinnaranum í taranum, sum lá á. Tá kundi tað vera vandamikið, tí vognurin kom ov hart ímóti. Mangan var tað so, tá eg koyrdi í myrkri, at eg ikki altíð sá líka väl niður, tá ið báturin varð festur í skinnaran. Haðani eg stóð uppi í húsinum á vogninum, vóru eina 6-8 metrar niður á helluna. Tá ið so motorarnir fóru í gongd, tóku teir so nógvan streym, at tað ávirkaði spenningin, og lyktin sum lýsti niður í Múlagjógv, hon stóð uppi á bakkanum heimanfyri hägri enn banin, viknaði so nógv, at eg sá ikki nóg väl. Tað var eisini umráðandi fyri hann, ið skuldi festa ketustroppin, ið skuldi halda bátinum uppundir skinnaran, í hin endan á skinnaranum, sá at ketan var tátt, so báturin ikki var ov síður. Hetta var ógvuliga umráðandi, tí tvörturum grindina, sum skinnarin hekk í, undir vogninum og bátinum, var ein biti ella tvörstokkur, ið var so ovarlaga, at varð ketan ikki táttað nóg väl, og báturin ov síður, var vandi fyri at aftari ketustroppurin tók í tvörstokkin, og smoygdi hann afturum bátin. Hetta hendi einaferð, tá datt ein bátur niður og brotnaði. Eg var sjúkur, so eg koyrdi ikki tann dagin. Tað var ein annar maður, sum koydi, men tað var ikki hansara skyld. Teir sum settu fast hövdu ikki táttað ketustroppin nóg väl, báturin var ov síður, og tvörstokkurin tók ketuna undan. Ketustroppurin var ivaleysa langur, og tað kundi henda, at maðurin, um blakaði stroppin úr öðrum borðinum á bátinum og inn undir bátin, og hann, sum tók ímóti hinumegin, ikki ansaðu eftir, at eitt lið á ketuni kanska kom fast um ein knadda í helluni. Teir halda seg hava táttað stroppin upp undir botnin, men so er tað knaddin liðið er komið í. Myrkt er og teir gera fast, og hivað verður upp. Ketan kundi eisini koma upp eftir kanti í eina rivu í kjölinum, ið ofta fór illani, tí oftani so varð drigið eftir hellu, lunnarnir vóru brotnir o.s.f. Ketan kundi eisini, hóast hon var táttað, vera komin eftir kanti í eina rivu í kjölinum, og tá so koyrt varð heim, og tað settið í vogninum hvörja ferð hann fór av einum skinnara á annan, kundi ketuliðið koppa sär á. Tá so lítið pláss var, kundi tað vera nóg mikið til at ketan kom í tvörstokkin. So lítið skuldi til. Dagbók Eg skrivaði alt upp, sum fór fram á Eiðinumm, men eg hevði einki við at taka ímóti fiskinum at gera. Hetta arbeiði eg havi gjört við at skriva upp, havi eg gjört av mínum eintingum, hetta er ikki nakað, sum nakar hevur álagt mär at gera, hetta gjördi eg bara, tí eg hevði áhuga fyri tí. Hetta er ein nokk so góð kelda at hava, fyri at síggja hvat teir hava fiskað, og hvussu nógvar dagar teir hava verið úti. á Vágseiði Banin á strekkinum um Vággjógv Dánjal Jákup Mikkelsen, Mikkel