Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Konstruktiónin Rennistrongurin var gjördur sum ein rennikrani. Grindir ella portalar vórðu settar upp fyri hvörjar 8-10 metrar. Tvörtur um Vággjógv var gjörd ein serstök konstruktión, tí boðið var so langt, og har sum sleiparin snaraði inn í Múlagjógv varð eisini gjörd ein serstök konstruktión. Grindirnar, ið vóru einar 6-8 metrar högar og einar 4-5 metrar breiðar, vórðu settar niður á stöði, fundament, sum vórðu stoypt úr beton ella lagaði úr gróti, öll väl fest í helluna, tey standa enn. Häddin á stöðinum er sum häddin á helluni er, summi eru einar 3-4 metrar hög. Uppundir miðjuna á yvirsyllunum á grindunum var so eitt I-stál, gangarin til rennikranan festur. Uppiá undirpartinum á gangaranum runnu 4 hjól, ið vórðu rikin av ravmagnsmotorum, og sum spälið til rennikranan hekk í. Niðurúr spälinum og uppúr húsinum vóru oyru, og ígjögnum hesi oyru gekk ein 2½ tumma tjúkkur bóltur. sum húsið, eg sat ella stóð í, hekk í. Tað at húsið hekk í hesum bóltinum gjördi, at tað sveiggjaði eitt sindur, tá vindur var, og tað var eisini neyðugt, at tað var eitt sindur liðiligt, eitt nú tá snarað varð inn í Múlagjógv. Framúr spälinum gekk ein bummur, og vestari endi á honum hekk í rullum, ið rullaðu á undirpartinum á gangaranum. Undir bumminum kundu so báturin ella fiskakassin hanga, og hann var útgjördur soleiðis at bäði báturin og fiskakassin kundu verða hivaðir upp og loraðir niður. Grindirnar vóru, sum sagt, einar 6-8 metrar högar og einar 4-5 metrar breiðar. Stólparnir vóru úr U-stáli, og yvirsyllirnar úr I-stáli. Millum stólparnar, um ein triðing upp frá fótinum vóru tvörstokkar millum stólparnar, og úr miðjuni á tvörstokkunum vóru skrástívarar niður í fótin á stólpunum báðu megin. Omanfyri vóru eisini skrástívarir á stólpunum, frá tvörstokkinum og upp undir yvirsyllina, umleið ein fjórðing av longdini á yvirsyllini frá stólpanum. Millum stólpan og henda seinast nevnda skrástívara var á miðjuni ein vatnrättur stívari. Gangararnir til rennikranan, ið vóru festir upp undir yvirsyllarnar styðjaðu grindirnar, og harumframt vóru skrástívarir frá ovaru hornunum á grindunum út á gangaran vestureftir. Arbeiði við rennistreingin Arbeiði hjá mär var ikki bara at koyra banan, minni enn so, tað var minsti parturin av tí. Útróður var bara um heystið, í oktober, november og kanska nakrar fáar dagar út í december. Tað eg minnist, so haldi eg ikki, at eg havi koyrt nakran bát aftaná 17. december, tí tá var so veturin komin. Hald av rennistreinginum Fyri at koma aftur til arbeiði hjá mär, so var mítt stóra arbeiði at halda banan, banka rust og mála. Men tað er väl skiljandi, at tað sum ein maður kundi gera við eina so stór konstruktión, sum banin var, og sum stóð undir í salti, brimi og sjóroki, allan veturin og ein stóran part av summarinum við, gjördi lítlan mun. Eitt summari, minnist meg rätt var tað í 1935, vóru 17 turrir dagar, tí sjálvt um tað var sól og gott veður heimi í bygdini, so var doðin av briminum so stórur undir Eiðinum, at stálið var vátt. Var kyrt og eingin doði, so sást saltið eftir skinnaranum, og málaði tú so útyvir tað, kundi tú ein mánað seinni seta ein knív innundir tað tú hevði málað frammanundan, og so datt allir flakin av aftur, tí saltlakin lá innanfyri. Skuldi tað gerast lýtaleyst, var neyðugt at vaska saltið av fyrst, men tað hevði eg ikki útgerð til. Eg Viðurskiftini Brot úr Vágs útróðrarsögu Dánjal Jákup Mikkelsen, Jakku hjá Trinu, ella Mikkel sum hann vanliga varð róptur í Vági, sigur frá viðurskiftunum á Vágseiði, tá ið hann í árunum 1931 til 1947 passaði og koyrdi rennistrongin, sleiparan sum hann rópti hann ella banan, sum hann vanliga varð róptur. Frásögnin hjá Mikkel, ið var föddur í 1912, er frá 1982. Hetta er seinni partur Banin har hann snaraði inn í Múlagjógv Finnur Johansen