mikudagur 29. august 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jógvan Arge,
býráðslimur í Havn
fyri Tjóðveldi
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Eitt land við virðing fyri sær
sjálvum hevur sín tjóðpall
til sjónleik og leiklist. Ein
høvuðsstaður, sum vil nakað,
bjóðar
sjálvandi
tjóðpalli
landsins innivist hjá sær.
Nú hevur verið togast
um hetta mál alt ov leingi.
Eg var sjálvur formaður í
mentamálanevnd
løgting
sins, tá løgtingið í 2003 við
dyggari undirtøku í sjón
leikaumhvørvinum í øllum
Føroyum samtykti at stovna
Tjóðpall Føroya við heimstað
í Havn.
Í fyrstu syftu komu lóg
gávan um virksemið og játt
anin til rakstur ígjøgnum,
meðan innivist fyribils fekst
í hølum hjá Tórshavnar kom
munu. Vit fegnaðust um
stigini og ivaðust ikki í, at
løgtingið nakað skjótt fór at
útvega Tjóðpallinum sømi
ligar húsaumstøður.
Tað er ikki hent. Rakstr
arjáttanin er heldur onki at
rópa hurrá fyri longur, og
tí stríðist Tjóðpallurin eitt
áhaldandi stríð fyri ikki at
bløða út. Fólkið kring hann
ger undir torførum fortreyt
um eitt dygdargott og ósjálv
søkið arbeiði til frama fyri
mentanina og listina í Før
oyum, men tað almenna ønir
teimum ikki aftur.
Tórshavnar
kommuna
hevur boðað frá, at hon er til
reiðar at lata Tjóðpalli Før
oya grundstykki at byggja
á niðri á Skálatrøð, har eitt
spennandi listar- og mentan
arumhvørvi longu mennist
hvønn einasta dag, serliga
privatum fyritakssemi fyri
at takka.
Hans Mortensen og hans
ara menn Gunnar Hoydal og
Ósbjørn Jacobsen løgdu her
fyri fram sína hugsan um
Skálatrøð í framtíðini. Má
siga sum er, at mær dámdi
sera væl uppskotið um at
føra umhvørvið við Rættará
og Skálatrøð so mikið afturí
tíðina, at vit fáa miljøið á kei
ini hjá Østrøm framaftur.
Haldi ikki, vit skulu leggja
okkum eftir at fylla meir út
á Vestaruvág, men heldur
taka nakað av uppfyllingini
uppaftur. Á landi skal gerast
eitt býarrúm til ein byggi
listarliga spennandi Tjóðpall
Føroya og eitt framkomið
konserthús, sjálvsagt saman
við neyðugum parkerings
møguleikum í nánd.
Tjóðpallurin hevur bíðað
nóg leingi. Hann má koma.
Skálatrøð hevur ligið nóg
leingi. Hon skal dimension
erast rætt – og gerast. Takið
er at fáa allar viðkomandi
partar at taka spurningarnar
í so miklum álvara, at nakað
munagott hendir.
Hugsi, at bæði løgting og
býráð hava pengar standandi
til ávíkavist Tjóðpall og
Skálatrøð, so her eiga at vera
løgir at fara til verka. Komm
unan við lendinum og lands
stýrið við húsinum.
Eg kann siga so mikið, at
tað fer ikki at standa á Tjóð
veldi, hvørki í Tórshavnar
býráð ella á Føroya løgtingi
at fáa hetta málið framt til
frama fyri mentanina, tjóð
ina og býin.
Tjóðpallin á Skálatrøð
Vit síggja og hoyra í hesum
døgum um næmingar sum
fara í skúla, men hvat er
tað fyri ein skúli, sum tekur
ímóti teimum?
Í Vestmanna, siga tey, at
tað eru bara tveir næmingar
sum fara í 10. flokk, meðan
Tofta skúli hevur størsta
árgang nakrantíð í fyrsta
flokki.
Vit hava somikið smáar
skúlaeindir, at sjálvt stórar
bygdir kunnu fáa annað
hvørt ov stórar ella ov smáar
flokkar. Eitt lítið sveiggj í
burðartíttleikanum ella til-
og fráflytingini, er nóg mikið
til at kabalin ikki gongur
upp.
Hetta er tað sum hendir
í stórum bygdum. Somikið
størri er trupulleikin í smær
ri bygdum.
Størri eindir
Sitandi
samgonga
hevur
sæð tað neyðuga í at skipa
fólkaskúlan í størri eindir. Í
samgonguskjalinum stend
ur: ”Miðað verður eftir størri
skúlaeindum við atliti at
menning av fakliga og náms
frøðiliga
umhvørvinum.
Hædd verður tó tikin fyri, at
smáir skúlar á útoyggj halda
fram.”
Sum tað sæst á hesum
tekstinum, so er endamálið
ikki sparing, men menning
av fakliga og námsfrøðiliga
umhvørvinum. Sparingin er
ein hjávinningur.
Ein skræddara
seymaður skúli
Allir næmingar eru ikki eins,
og tí eru valfakini í fram
haldsdeildini ein góð hjálp
at ”skræddaraseima” skúlan
til tann einstaka næmingin.
Við teimum ber til at bjóða
næmingunum fak, ið teimum
dámar. Men so vísir tað seg,
at ov fáir næmingar eru til
tey einstøku fakini, tí skúla
eindirnar eru ov smáar. Og
so vera hesir stakkals næm
ingarnir settir at terpa tað, ið
teir hvørki duga ella tíma, og
úrslitið verður har eftir.
Eg skilji ikki, hví skúl
ar verða bygdir fyri nógvar
milliónir krónur í granna
bygdum, og onkuntíð eisini
innanfyri sama kommunu
mark, heldur enn at legg
ja skúlarnar saman í størri
eindir. Serliga framhalds
deildirnar hava brúk fyri at
vera í stórum eindum. Tað er
eftir mínum tykki tað besta
fyri næmingin og tað besta
fyri skúlan.
Tað at nakrar milliónir við
hesum kunnu sparast bæði í
rakstri og íløgum, ger tað ikki
verri.
Størri skúlaeindir
medarbejdere-konsulenter-
o g - l e d e r e / k l a u s u l e r -
loyalitet-tavshedspligt/
l o y a l i t e t s p l i g t - o g -
erhvervshemmeligheder/
etik.aspx .
Embætisfólk hava onga
tíð skyldu til til dømis at
fara í fjølmiðlarnar við
einum máli. Tey kunnu
hava rætt til tað, men
tað er nakað heilt annað,
og
tað
verður
sjáldan
gjørt um okkara leiðir.
Í
frammanfyri
nevnda
áliti hjá fakfelagnum hjá
donsku embætisfólkunum
verður mett, at tá talan er
um ólógligar avgerðir, ella
avgerðir, ið helst eru ólóg
ligar,
hava
embætisfólk
skyldu til at kunna hægri
myndugleikar, áðrenn tey
seta tær í verk.
Í álitinum verður eisini
mett,
at
embætisfólk
ongatíð
hava
skyldu
til at kunna til dømis
umboðsmannin ella grann
skoðanina.
Tey
kunnu
kanska – eftir umstøðunum
– hava rætt til at gera so;
men ein ólóglig avgerð er
heilt nakað annað enn ein
ósaklig ella skeivt grundað
avgerð.
Onki kann ella skal
forða honum sum hevur
heimildirnar at taka til
ætlað ósakligar ella skeivt
grundaðar avgerðir. Hevði
tað borið til, so hevði tann,
sum tekur avgerðina, í
veruleikanum ikki havt
avgerðarmyndugleikan,
og so forfjónast ábyrgdin.
Men fyrisitingarliga fyri
reikingin skal vera soleiðis,
at øllum pørtum er greitt,
at tað ber til at kanna
avgerðina, og vit hava
nógvar
eftirlitsskipanir,
sum
kunnu
draga
ein
landsstýrisman til svars:
Løgmaður,
landsstýris
mannanevndin og dóm
stólarnir hava hvør í sínum
lagi slíkan myndugleika.
Løgtingið kann gera ábyrgd
galdandi, og Løgtingsins
umboðsmaður hevur eisini
ein sera týðandi leiklut,
hóast hann ikki hevur
avgerðarmyndugleika.
Endiliga – ella kanska fyrst
og fremst – eru eisini fjøl
miðlarnir, sonevnda ella
sjálvútnevnda fjórða stats
valdið.
Teirra
leiklutur
kann vera so sera avgerandi
og vælgerandi. Men so
mugu miðlarnir eisini so
dánt seta seg inn í, hvat teir
skriva um, ella ið hvussu
so er leita sær ráð hjá fólki
sum hevur skil fyri tí, sum
gongur fyri seg.
Svíkja hesar eftirlits
skipanir, so er lítið at gera.
Tað verða so ikki embætis
fólkini, sum taka stig til at
rætta upp aftur í slíkum
førum, tí skyldan hjá em
bætisfólkinum
er
eftir
góðum fyrisitingarsiði at
vera loyal móti politiska
myndugleikanum
innan
lógarkarmarnar. Og tann
dagin, tá embætisfólk kun
nu eftirmeta metingar hjá
politikarum og seta av
gerðir teirra til viks, tá hava
vit so ið hvussu so er yvir
høvur ikki fólkaræði her á
landi.
Eg fari at mæla odda
greinskrivaranum
til
at
kunna
seg
eitt
sindur
betur, áðrenn hann skrivar,
og kanska eisini at broyta
tónan. Annars fær hann
valla annað burturúr, enn
at minka sítt egna trúvirði,
at bróta niður álitið á
skipanini, hóast hon tykist
virka – og helst eisini, at
embætisfólk skíggja fjøl
miðlarnar meira. Og tá
fer at liggja betur fyri hjá
politikarum, um teir vilja
taka skeivar ella ósakligar
fyrisitingarligar avgerðir.