Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bergur Berg, stjórnmálafrøðingur Dimmalætting nr. 164, 24. august í ár, hevur odda­ grein um setanina av stjóra á Vinnuháskúlanum. Eg hvørki kann ella vil taka støðu til innihaldið í ítøkiliga málinum, tí eg eri embætismaður í Menta­ mála­ráðnum. Eg eri tí ógegn­ig­ur, eins og øll onn­ur starvsfólk, ið hava loyali­tets­ skyldu mótvegis lands­stýris­ manninum, hóast eg einans kenni málið úr miðlunum. Men umleið helvtin av odda­greinini hjá Dimma­ lætt­ing er um, hvat ið em­ bætis­verkið ger og eigur at gera, tá politikari fer út um mark. Tað er ein almennur (generell­ur) spurningur – enn­tá ein, sum eg áður havi fingist rættiliga nógv við í frítiðini, so tað bæði kann og vil eg siga nakað um. Tí hes­ um partinum av odda­grein­ ini er lítið skil í. Oddagreinskrivarin skriv­ ar, at “borgarans verja móti her­skut­um politikarum eig­ur at vera eitt sterkt og væl­virk­andi embætisverk, men vit síggja ferð eftir ferð, at embætisverkið hoyknar og ikki megnar at gera sítt arbeiði”. Síðani sigur hann, at landsstýrismaðurin hev­ ur slept øllum vanligum manna­gongdum við setan­ini, og spyr, hví tíð og pen­ing­ur skulu brúkast til setan­ar­ nevnd, um lands­stýris­mað­ ur­in “uttan átalu”sleppir at seta tann, sum hann velur at seta. Tað, sum reiðiliga bendir á, at oddagreinskrivarin ikki hev­ur innlit í, hvat hann skriv­ar um, og sum fekk meg at skriva hestta, er tó orðini “Skulu vit aftur fáa álit á em­bætisverkinum, so mugu hesi fólk nú trína fram – annars mugu vit halda, at tey góðtaka hesar metodur”. Skulu vit líta á upp­lýs­ing­ ar­nar í tíðindagreinunum í Dimmu um hetta mál, so kunnu hesi orðini í odda­ grein­ini bara vera skrivað av einum, sum ikki hevur inn­lit í grundreglurnar fyri em­ bætis­førðslu. Nú kenni eg sum sagt ikki ítøki­liga málið innanífrá, men sum miðlarnir – eitt nú Dimmalætting – hava greitt frá, so er líkt til, at mál­ið er væl dokumenterað. Ong­ in ivi tykist vera um, hvat ið setanarnevndin mæl­ti til, ella hvørjar grund­gev­ ing­ar hennara vóru. Sjálvt um­hugs­nið fyri, hvussu setan­ar­nevndin verður mann­að, er lýst. Hetta er góð embætisførðsla.Tað er sostatt positivt skeivt, at allar vanligar manna­gongd­ ir eru settar til viks. Alt, sum higartil er komið fram, bendir á, at allar em­bætis­ ligar mannagongdir eru fylgdar! Málið ljóðar at vera væl upplýst, soleiðis at tann sum fær innlit – ella ein eftir­ lits­myndug­leiki – kann eftir­ meta tilgongdina. Dimmalætting hevur á ongan hátt víst á, at em­ bætis­verkið er hoknað í hesum máli, ella at em­bætis­ fólk­ini ikki hava gjørt tað tey skulu gera. Hví so koma við ákær­unum móti em­bætis­ verki­num? Hvør eigur avgerðina? Nú er tað so, at lands­stýris­ maðurin tek­ur avgerð í um­ rødda setanarmálinum. So­ leið­is er skipanin. Helst er tað hvørki rætt ella rímiligt, at ein politikari hevur nakað at gera við at seta onnur enn næstu starvsfólk síni, men so­leiðis er skipanin, og tí skal tað eisini vera soleiðis, til heimild­ir­nar í setanarmálum, eins og so mongum øðr­um fyrisitingarligum av­gerð­ ar­málum, verða fluttar frá politik­arum til embætisfólk. Men so longi sum ein landsstýrismaður hevur av­ gerð­ina í einum fyri­siting­ ar­lig­um máli, so hevur hann eisini skyldu til at bera seg at hareftir. Hann skal taka støðu til eitt tilmæli, hann skal ikki gummistempla tað. Ein landsstýrismaður sum bara fylgir embætisligum til­mæl­um, hevur smoygt ábyrgd­ina av sær, og lagt hana á embætisfólkini. Tá verð­ur ikki samband millum ábyrgd og heimildir. Og tá verð­ur verri at vita, hvør skal verða drigin til svars, tá okkurt er farið av lagi. Um ein landstýrismaður tek­ur eina skeiva ella ósak­ liga fyrisitingarliga avgerð, so kann hann verða drigin til svars fyri tað, eins væl og em­bætis­fólk kunnu verða drigin til svars fyri skeiva ella ósketna embætisførðslu, eitt nú um tey hava gjørt skeiv ella ósaklig tilmæli. Øll kunnu taka feil, men ongin – hvørki politikari ella embætismaður – hevur loyvi til at taka skeivar, óundir­ bygdar ella skeiklaðar em­ bætis­ligar avgerðir við vilja ella í ósketni. Uppgávurnar hjá embætisfólki, tá landsstýrismaður skal taka avgerð Tá ein lands­stýris­maður hev­ur avgerðar­heim­ild­ina, so hvør­ki kann ella skal em­ bætis­fólkið rætta av­gerð­ ir han­s­ara – hvað­na minni steðga teimum. Uppgávan hjá em­bætis­ fólki er at viðgera og av­ greiða mál eftir galdandi regl­um og siðvenjum, tá tey hava tryggjað sær, at tey eru hóskandi upplýst. Tá tey skulu fyrireika av­gerð­ ir hjá politikarum, skulu embætisfólkini trygg­ja, at politikararnir hava eitt rætt og hóskandi grund­ar­lag at taka sínar av­gerðir á – eitt støði, sum er hald­gott, bæði form­liga og inni­haldsliga. Har­aftrat skal em­b­ætis­ verk­ið tryggja, at alt hetta er skjalprógvað, soleiðis at til ber at síggja, hvussu fyri­ reik­ing og avgerð hava verið. Men embætisfólkið kann ikki gera av, hvørja avgerð ið politiski myndugleikin tekur, tí tá tekur embætisfólkið jú av­gerðina. Er talan um politiskar av­gerðir, er onki at siga til, um politiski myndugleikin tek­ur nøkur heilt onnur atlit – politisk atlit, sum em­ bætis­fólk oftast eiga at fáa sekkin fyri at taka, men sum politikarar sjálvandi skulu taka, tí at teir eru politik­ arar. Tað er tað, sum ger, at tað ikki kann sigast at vera skeivt, at landsstýrið til døm­is ætlar at lata privatar gera undirsjóvartunnil mill­um Suðurstreymoy og Eystur­oynna, hóast givið er, at landið í longdini hevði vunnið nógvan pening við at gjørt verkætlanina sjálvt, og t.d. kundi nýtt inntøkurnar til áhaldandi útbygging av sam­ferðslukervinum. Um politikararnir – hvørt tað so er tí at teir velja at sleppa sær undan at skula útvega fígg­ ing í fyrsta umfari, ella tí at teir vilja lívga “frælsa” kines­ iska vinnulívið – velja eina privata loysn, hóast hon ger tunnilsgjaldið dýrari, og sam­ felags­liga vinningin minni, so eru teir í sínum fulla rætti til tað. Tí tað er politikkur. Tá talan er um politiskar av­gerðir, so er ongin yvir politikarunum. Em­bætis­ fólkini fyrireika politisku átøk­ini eftir politiskum boð­ um, eftir bestu sannføring og við tí frægasta av sínum fak­liga førleika. Men um politik­ar­arnir eitt nú ikki hava tíð at bíða eftir øllum fyri­reik­ingunum, so kunnu teir velja at geva boð um at seta ófyrireikað ella illa fyri- reik­að átøk í verk. Em­bætis­ fólk­ini kunnu velja at vísa, at tey ikki kunnu taka fakligu abyrgdina av átakinum við at biða um at fáa skrivlig boð, men tey kunnu ikki nokta at gera sum politikararnir gera av, tá um politisk átøk ræður. Eftirlit er onki, uttan at upp­undir val hugsa fólk um ymisk­ar politiskar avgerðir og átøk, og um alla handa polit­isk lyfti, og vejla so helst somu politikarar aftur, ella onkr­ar sum líkjast. Tað kalla vit fólkaræði. Setanarmál eru tó hvørki poli­tikk­ur ella fólkaræði. Tey eru embætisligar avgerðir, og tí er ein landsstýrismaður, sum hevur heimildir í einum setan­ar­máli, undirlagdur somu spælireglur sum em­ bæti­s­fólk. Hann skal taka sakliga grundgivnar, form­ liga rættar avgerðir í slíkum málum. Tí skulu em­bætis­ fólk­ini hjálpa honum við, við at upplýsa málið so væl sum neyðugt, og við at gera greið, grundgivin tilmæli. Har­aftrat skulu tey hjálpa bæði honum, sær sjálvum og skipanini við at tryggja at hetta er skjalprógvað, so at til ber at koma afturumaftur, tá onkur ivast í, um rætt er at­borið. Tá ein landsstýrismaður tekur eina aðra avgerð enn mælt er til, skal eisini hann kunna grundgeva sakliga fyri síni avgerð og vísa á sak­ liga grundarlagið. Aftur til málið um skúla­ stjóran á vinu­háskúlanum: Mær tykir, at frægari høpi er í greinunum, sum Dimma­ lætt­ing hevur skrivað um mál­ið, enn í oddagreinini, og eftir teimum at døma eru manna­gongdir og tilmæli í lagi. Málið er væl doku­men­ ter­að, mannagongdirnar eru fylgd­ar. Ongin hevur mær vit­andi sett spurnartekin við nak­að, uttan við avgerðina hjá landsstýrismanninum. So hvørjar “metodur” sipar odda­grein­skrivarin til? Hvussu vildi hann havt, at em­bætis­fólk skulu “trína fram”, um tey meta at ein lands­stýris­maður ger eina skeiva ella ósakliga meting, tá hann tekur eina avgerð? Ganga mótmælisgongur ella skriva lesarabrøv? Steina lands­stýris­mannin, kanska? Oddagreinskrivarin rek­ur framundir, at em-bætis­verk­ ini í hinum norð­ur­londunum høvdu steðgað eini avgerð sum hesi, um hon hevði verið ósak­lig. Kanska tí at hann ikki dugir á at skyna millum ósak­ligar/skeivar avgerðir og ólóg­ligar avgerðir, hóast tað er hvør sítt. Hevði oddagreinskrivarin sett seg eitt sindur inn í, hvussu tilgongdin hevur ver­ið í málum, tá politikarar í hinum norðurlondunum hava tikið skeivar – enntá ólógligar – avgerðir, so hevði hann vitað, at embætisfólk í norð­ur­londum steðga ikki av­gerð­um hjá politikarum. Hevði hann sett seg eitt sindur inn í, hvussu hægsti fak­ligi førleikin metir at em­ bætisfólk eiga at bera seg at, tá politikarar fara um mark, so hevði hann vitað, at embætisfólk eiga heldur ikki at steðga avgerðum hjá politik­arum. Lesið til dømis tað, sum danska Búskapar- og løgfrøðingafelagið, DJØF skrivaði um evnið í álitinum “Fagligt etiske principper”, sum Lars Nord­ skov Nielsen sáli (fyrr­ver­ andi fólkatingsins um­boðs­ maður, seinni pro­fessari í fyrisitingarrætti) rit­stjórn­ aði, ella lesið samandráttir um hetta sama á heimasíðuni hjá felagnum, eitt nú í http:// www.djoef.dk/r-aa-dgivning/ ans-ae-ttelsesvilk-aa-r/ Um oddagreinina »Svans« í Dimmalætting Kjak