mikudagur 29. august 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Svar upp á greinina hjá
Føroya
Arbeiðsgevara
felag/Bergi
Poulsen:
“Fiskimannafelagið dyrk
ar ein mýtu um ALS.”
Jú Bergur Poulsen og
Føroya
Arbeiðsgevara
felag, væl veit eg, hvussu
AlS-skipanin er skrúvað
saman, men tað sær ikki
út til, at greinskrivarin
veit serliga nógv um,
hvussu
fiskivinnan
á
sjónum er skrúvað sam
an.
Arbeiðsplássini um
borð á okkara fiskiskip
um kunnu ikki uttan
víðari samanberast við
arbeiðsplássini á landi.
Á sama hátt ber heldur
ikki til uttan víðari at
samanbera arbeiðsloysi
á skipum við arbeiðs
loysi á landi.
Men trupulleikin er
júst tann, at sjálvt um
fiskimenn skulu gjalda
til ALS á jøvnum føti við
aðrar arbeiðstakarar, so
er skipanin burtur av
designað til at taka sær
av arbeiðsmarknaðinum
á landi, har tað er púra
greitt, nær eitt fólk er
annaðhvørt í arbeiði ella
uttan arbeiði.
Umborð á fiskiskip
unum er øðrvísið, tí har
ber til at lata manningar
bíða í óavmarkaða tíð
eftir
skipsboðum.
Er
ein fiskimaður ikki upp
sagdur, so hevur hann í
prinsippinum arbeiði.
Eg havi ikki kravt, at
ALS skal gjalda fyri fiski
menn í bíðistøðu, men
eg krevji, at trupulleikin
verður loystur so ella so.
Eg
vísi
til
ALS-
skipanina, tí á landi er
ongin ivi – verður tú
arbeiðsleysur, fært tú
onga løn, og so fært tú
pengar frá ALS.
Ein fiskimaður kann
harafturímóti
ganga
við ongari inntøku í
mánaðir uttan tó jurid
iskt at vera arbeiðsleys
ur og tískil uttan rætt til
pengar frá ALS.
Hatta er ongin mýta,
men ein dýrtkeypt sann
roynd hjá nógvum fiski
monnum.
Tað er hesin trupul
leikin, sum eg vil hava
loystan, og Føroya Fiski
mannafelag vil fegin gera
sítt til at finna eina loysn.
Eg havi sjálvut nevnt
fastlønarsáttmálar sum
eina loysn, men teir koma
ikki eftir einum degi, og
neyvan ber til at brúka
slíkar í fiskivinnuni yvir
ein kamb.
Í greinini hjá Bergi
Poulsen/Føroya Arbeiðs
gevarafelag stendur at
enda soleiðis:
“Um
Fiskimanna
felagið er ónøgt við
setanarviðurskiftini hjá
sínum limum, eigur fela
gið at taka henda spurn
ingin upp á røttum staði
í staðin fyri at spjaða
mýtuna um, at fiski
menn ikki fáa pening frá
ALS vegna arbeiðsloysi”.
Eg giti, at her verður
sipað til tann stóra
trupulleikan, at reiðar
ar, fyri at sleppa undan
at gjalda løn í uppsagn
artíðini, bara lata vera
við at siga fólki upp og
heldur lata tey bíða í
óvissu í óavmarkaða tíð.
Men eg havi ikki
hildið, at júst hesin
trupulleikin kann loys
ast umvegis sáttmálar
nar hjá manningarfeløg
unum, tí so skulu vit inn
at pilka við rættin hjá
arbeiðsgevaranum
at
stýra og fordeila arbeið
ið, her undir rættin at
seta fólk og loysa tey úr
starvi aftur.
Men kanska held
ur
Føroya
Arbeiðs
gevarafelag
nú,
at
hesin
rætturin
hjá
arbeiðsgevarunum,
sum hevur verið hátt
hevjaður í øldir, ikki er
so heilagur longur.
FAG veit lítið um
arbeiðsplássini
á sjónum
Jan Højgaard
formaður í Føroya
Fiskimannafelag
Bogi Andreasen,
varaborgarstjóri
Fólkaflokkurin
Hanus Pál Jógvansson
Fyri minst sjey árum síðan
varð staðfest, at bíðilistin
yvir bátapláss í Tórshavn
tá var umleið 200. Elstu
umsóknirnar vóru frá 1993.
Tað hevur víst seg, at tá
pláss hava verið tøk, hava
fleiri av umsøkjarunum tikið
umsóknina aftur. Tað kunnu
eisini vera fleiri umsøkjarar,
sum aftra seg við at søkja, tí
møguleiki ikki er at fáa pláss.
Stórur tørvur á fleiri
bátaplássum í Tórshavn, men
ilt er at siga hvussu nógvum.
Fleiri ferð er staðfest, at
um bátaplássini skulu vera
í Tórshavn, eru trupult at
fáa eygað á annað stað enn
Álakersvík.
Í Álakersvík kann vera
brim, tá ættin er millum
landnyrðing
og
sunnan.
Tí er neyðugt at gera eitt
grótkast fyri at fáa kyrruna.
Við hesum í huga varð longu
í 2005 farið at kanna málið,
og í 2006 samtykti býráðið at
gera modelroyndir.
Eingin ivi er um, at
tað letur seg gera at gera
bátapláss í Álakersvík. Ein
bátahylur
er
samtyktur
á Sundi, men eg meti tað
ørskap at fara í holt við hann,
tí veðurlagið er ringt á Sundi,
og skulu bátarnir liggja trygt,
verður tað ein sera stór íløga.
Álakeri er harafturímóti
nógv betur egnað, tað liggur
mitt í býnum, har vit kunnu
fáa eina vakra marina, sum
øll kunnu spáka sær ein túr
til.
200 bátapláss í Álakeri
Hevur Tórshavnar
kommuna ráð til ikki at
gera íløgur í ungdómin?
Tórshavnar kommuna hev
ur seinastu árini gjørt nógv
fyri at betra um umstøð
urnar hjá ymsu aldurs og
áhugabólkunum í kommu
nuni. Tey, ið íðka ítrótt, hava
fingið rennibreyt, útifimi og
eina snotuliga fimleikahøll.
Eitt nýtt eldraheim er um at
vera liðugt úti á Boðanesi.
Fleiri barnagarðar eru bygd
ir seinastu árini. Hetta eru
alt góðar íløgur, ið økja
um trivnaðin og gera tað
betur at búgva í Tórshavnar
kommunu.
Hóast
stórar
íløgur seinastu árini er ein
aldurs
og
áhugabólkur,
ið er blivin forsømdur og
yvirsæddur. Talan er um ung
og lesandi. Kommunan hev
ur fá tilboð til ung og lesandi,
og verandi tilboð eru ótíðar
hóskandi. Samstundis sum
eingi tilboð eru til henda
aldursbólk minkar hann. Frá
2010 til 2012 er hesin aldurs
bólkur minkaður við 2,5%. Tí
er tað av alstórum týdningi,
at kommunan tekur stig til
tiltøk, ið fáa henda aldurs
bólk at støðast. Tað er í
høvuðsheitinum trý stig,
sum kommunan skal taka,
fyri at betra um trivnaðin
hjá teimum ungu og fyri at
fáa tey at støðast. Tey eru:
1. Byggja lestraríbúðir
miðskeiðis í býnum
2. Finna eini felagshús/
hølir til ung
3. Stovna eitt ungdómsráð
Íbúðir
Manglandi íbúðarmøgu
leikar er ein av høvuðsor
søkunum til at ung fara
uttanlands
at
lesa.
Ung
tíma ikki at vera búgvandi
heima,
men
samstundis
er tað ov dýrt hjá teimum
at leiga eina íbúð um tey
lesa. Tí er tað av stórum
týdningi
at
kommunan
tryggjar lagaligar bústaðar
møguleikar til lesandi. Eitt
uppskot kundi verið at bygt
lestraríbúðir har Kommunu
skúlin stendur í dag.
Felagshølir til ung
Lesandi
og
ung
annars
hava einki tilhaldsstað í
kommununi. Í fjør fekk
felagsskapurin røddin eitt
lítið høli frá kommununi,
sum skuldi vera ungdóms
hús. Men hølið var ikki meir
enn latið upp áðrenn bý
ráðið seldi lonina har hølið
var. Dagtilhaldini og ung
dómshúsini eru sólsøgur um
hvussu tilhaldssøð kunnu
betra trivnaðin hjá fólki. Í
kommununi manglar eitt
hølið har ung millum 18 og 30
kunnu hittast. Hølini kunnu
samstundis vera karmur um
stóra ungdómsvirksemið í
kommununi og hýsa tiltøk
um og kreativum verkstøð
um fyri ung.
Ungdómsráð
Tey
ungu
í
Tórshavnar
kommunu hava onga felags
rødd. Í kommununi eru
eldraráð,
eigarafeløg
o.a.
Hesi ráðgeva kommununi
um viðurskifti sum viðkoma
teimum. Í kommununi er
tørvur á einum ungdóms
ráðið, sum kann ráðgeva bý
ráðnum um viðurskiftini hjá
teimum ungu og vísa á ábøt
ur, sum eru neyðugar fyri
henda aldursbólk.
Samanumtikið eru eingi
kommunal tilboð til tey ungu
í
Tórshavnar
kommunu.
Hesin aldursbólkur minkar
støðugt, og kommunan hev
ur ikki ráð at missa tey. Tí
er ein tann týdningarmesta
uppgávan hjá einum kom
andi býráðið at tryggja at
omanfyristandandi
átøk
verða framd í verki.