mikudagur 29. august 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Løtan stendur føst í minninum hjá
øllum, sum vóru á Niedersachsen
leikvøllinum
í
týska
býnum
Hannover tann 16. oktobur í 2002.
Bara fáar minuttir fyri tíð er støðan
bara 2-1 til týska fótbóltsrisan, tá
Jákup Mikkelsen sparkar bóltin
langt fram á vøllin. John Petersen
loypur upp og setur høvdið á. Inn
skifti Hjalgrím Elttør setur ferð á
og rennur framvið týsku verjuni,
og gerst leysur móti Oliver Kahn í
týska málinum.
Meginparturin av teimum
36.000 áskoðarunum mundu halda
ondini, tá ungi klaksvíksingurin
setur vinsta fót á bóltin. Ólukku tíð,
so støkkur bólturin í ein bøkk. Ein
bøkk sum Kári Cool seinni gjørdi
upp aftur kendari.
Bólturin hoppar framvið Oliver
Kahn og hevur kós móti málinum,
men tekur í stongina og sníkjur seg
aftur um baklinjuna til málspark.
Nú skulu vit so aftur til
Hannover at berjast fyri eina stig
inum, sum bøkkurin stjól frá okk
um. Leikvøllurin er tann sami,
men hevur fyribils skift navn til
AWD-Arena. Mótstøðan hevur enn
sama navn, Die Deutsche National
mannschaft, men manningin er
skift út. Týska liðið í 2002 vann um
summarið tað árið silvur heiðurs
merki í HM kappingini í Japan og
Suðurkorea, men so gekk eisini bara
ein veg. Niður eftir bakka. Liðið,
sum vit møta 7. septembur er eitt
úrslit av eini kollvelting í týskum
landsliðsfótbólti, sum byrjaði stutt
fyri HM í 2006, ið var í Týsklandi.
Síðani tá hevur Týskland vunnið
tvey
HM
bronsuheiðursmerki,
eitt EM silvur, umframt at liðið
rakk hálvfinaluna í EM, sum var í
summar.
Tað er í nógvar mátar eitt betri
lið, ið vit skulu møta hesaferð.
Tríggir ganga aftur
Tað var við stórum spenningi, at
fótbóltssambandið hevði bjóðað til
tíðindafund mánadagin.
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars
Olsen, skuldi avdúka hvørjar 19
mans hann hevði tikið út til stóru
uppgávuna.
Av
teimum
19
eru
tríggir,
ið ganga aftur frá dystinum í
Hannover í 2002. Málverjin Jákup
Mikkelsen, sum spældi allan dystin
seinast. Fróði Benjaminsen, sum
spældi allan dystin á miðvøllinum
og órógvaði Michael Ballack so
nógv, at hesin ikki vildi býta um
troyggju eftir dystin. Triði og sein
asti maðurin, ið gongur aftur er
Hjalgrím Elttør sjálvur, sum varð
skiftur inn smáar tjúgu minuttir
fyri tíð.
– Tá eg sá, at Týskland kom í
okkara bólk, so hugsaði eg bara
nú sleppi eg kanska aftur at møta
teimum. Eg hugsi ikki so nógv um
dystin í Hannover, men onkuntíð
verið eg mintur á hann, segði
Hjalgrím Elttør við portalin, tá tað
gjørdist greitt, at Føroyar og Týsk
land aftur skuldu møtast í einum
undankappingardysti.
Ongin Atli Gregersen
Hetta er fyrstu ferð, at Lars Olsen
úttekur ein føroyskan landsliðshóp
til ein undankappingardyst. Hann
hevur í sinni at broyta nøkur ting,
men á leikaralistanum eru ikki tær
kollveltandi broytingarnar.
Atli Gregersen er ikki við,
Finnur Justinussen fekk sín fyrsta
dyst í Íslandi, men er heldur ikki
við. Jákup á Borg er aftur tøkur
til landsliðsfóltbólt, men hann
er ikki við. Hann legði upp til før
oyska málið niðri í Hannover. Atli
Danielsen hevur saman við B36 eitt
minni gott kappingarár, meðan ein
maður sum Arnbjørn T. Hansen
hevur skaðar at dragast við.
Lars Olsen vildi illa tosa um leik
arar, sum ikki eru við í hópinum,
men greiddi frá, at Atli Gregersen
hevur hvat eitt langt leikbann og
onkran skaða at dragast við og tí
ikki var við. Lars Olsen gjørdi tó
greitt, at liðskiparin hjá Víkingi á
ongan hátt er avskrivaður á før
oyska landsliðnum í framtíðini.
Súni Olsen er við aftur eftir
skaða. Hann avloysir Pætur Dam
Jacobsen í hópinum, og er hann
førur fyri at byrja inni, so ger hann
helst tað fyri Hall Hansson á mið
vøllinum.
René Shaki Joensen, Hallur
Hansson, Erling Jacobsen, Jóan
Símun Edmundsson og Klæmint A.
Olsen hava allir spælt við U21 lands
liðnum í ár, men hava fingið álit frá
A-landsliðsvenjaranum.
Bara Klose eftir
Týski hópurin er ikki úttikin enn,
men tað er líkt til at tað verður utt
an nakran frá dystinum í 2002. Ein
asti møguleikin er Miroslav Klose,
sum skoraði bæði í Hannover og
á Tórsvølli. Hann var við týska
landsliðnum til EM endaspælið í
summar.
Flestu av hinum yvirlivdu ikki
kollveltingina í 2006 og eru eisini
givnir sum fótbóltsleikarar.
trondur@sosialurin.fo
a-landsliðið
Dysturin í 2002 í tølum:
Týskland - Føroyar 2-1 (1-0)
Hannover 16. oktobur 2002
1-0 Michael Ballack, 1 (br)
1-1 Arne Friedrich, 45 (Sjálvmál)
2-1 Miroslav Klose, 59
Føroyar: Jákup Mikkelsen – Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen,
Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen – Jákup á Borg (Hjalgrím Elttør,
71.min), Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Øssur Hansen –
John Petersen (Helgi L. Petersen, 87.min)– Andrew av Fløtum
(Christian Høgni Jacobsen, 78.min).
Á bonkinum uttan at koma inn: Jens Martin Kundsen,
Hans Fróði Hansen, Jóhannis Hansen og Rógvi Jacobsen
Týskland: Oliver Kahn – Christian Worns, Arne Friedrich, Carsten
Ramelow (Paul Freier, 46.min) – Bernd Schneider (Sebastian Kehl,
87.min), Torsten Frings, Dietmar Hamann, Michael Ballack, Jens Jeremies
– Miroslav Klose og Carsten Jancker (Oliver Neuville, 69).
Á bonkinum uttan at koma inn: Jens Lehmann, Ingo Hertzsch,
Gerald Asamoah og Tim Borowski
Tríggir ganga aftur
Fótbóltur Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen og Hjalgrím Elttør eru teir
einastu, sum ganga aftur frá hópinum, sum í 2002 var um reppið at fáa eitt stig í
Hannover móti Týsklandi. Óvist um nakar gongur aftur á týska liðnum
Málverjar:
Gunnar Nielsen, Manchester City (Ongland)
Kristian Joensen, NSÍ Runavík
Jákup Mikkelsen, ÍF Fuglafjørður
Verjuleikarar:
Rene S. Joensen, Brøndby IF (Danmarkn)
Jónas Næs, Valur (Ísland)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Odmar Færø, Forfar (Skotland)
Rógvi Baldvinsson, Ålgaard (Noreg)
Erling Jacobsen, Víkingur
Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Súni Olsen, B36 Tórshavn
Hallur Hansson, HB Tórshavn
Hjalgrím Elttør, KÍ Klaksvík
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (Danmark)
Framherjar:
Daniel Udsen, FC Helsingør (Danmark)
Símun Samuelsen, HB Tórshavn
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Bogi Løkin, ÍF Fuglafjørður
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (Noreg)
Afturat hesum 19 leikarum, hevur Lars Olsen
sent boð eftir fimm leikarum av U21-landsliðnum,
sum í fyrstu atløgu skulu venja við føroyska
hópinum, áðrenn fari verður til Týskland.
U21-leikararnir eru hesir:
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Rógvi S. Holm, HB Tórshavn
Gilli Sørensen, TB Tvøroyri
Kaj Leo í Bartalstovu, Víkingur
Karl Løkin, ÍF Fuglafjørður
Føroyski hópurin til dystin 7. septembur 2012:
Fróði Benjaminsen, spældi
allan dystin á miðvøllinum og
órógvaði Michael Ballack so
nógv, at hesin ikki vildi býta
um troyggju eftir dystin