Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 29. august 2012 · Nr. 100 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Fríggjadagin á midnátt letur flyt­ ingargluggin aftur. Tá ber ikki til at keypa fleiri leikarar uttan so, at hesir eru sáttmálaleysir. Tað hava sum altíð verið nógvar søgur og git­ingar frammi um hvør fer hvar fyri hvussu nógv. Chelsea hevur gingið á odda við at styrkja sær hópin. Champions League vinnarnir hava brúkt ikki færr enn 800 milliónir krónur upp á leik­arar sum Eden Hazard, Oscar, Victor Moses, Marko Marin og Cesar Azpillcueta. Næstir teimum koma Manchester United, sum vóru bara ein minutt frá at vinna meistaraheitið seinasta kappingarár. Sir Alex Ferguson hevur keypt inn fyri áleið 440 milliónir krónur netto. Stóra keypið er hollendski framherjin, Robin van Persie, sum kom fyr áleið 250 milliónir krónur. Á triðja plássi er Liverpool, sum hevur brúkt 340 milliónir krónur netto upp á leikarar sum Fabio Borini og Joe Allen. Yvirskot í City Eitt av feløgunum, sum higartil hev­ ur yvirskot í flytingarglugganum er meistaraliðið Manchester City. Teir hava annars brúkt fleiri milliardir krónur upp á innkeyp seinnu árini, men higartil sigur uppgerðin at teir hava 48 milliónir krónur í yvirskot. Einsamalla keypið er Jack Rodwell, sum er keyptur úr Everton, meðan leikarar sum Emmanuel Adebayor og Adam Johnson eru seldir. Tey bæði liðini, ið hava størst yvir­skot eru Tottenham og Arsenal. Tottenham hevur júst selt Luka Modric fyri 250 milliónir krónur til Real Madrid, meðan Vedran Corluka, Niko Kranjcar, Steven Pienaar og Sebastian Bassong allir eru seldir fyri rímuligar upphæddir. Roknað verður tó við, at Totten­ ham fer at nýta pengarnar fyri Luka Modric til at keypa fleiri leikarar afturat Jan Vertonghen, Gylfi Sigurdsson og Emmanuel Adebayor, sum eru komnir til. Arsenal hevur aftur í ár mist lykla­leikarar. Robin van Persie stakk av til Manchester United, meðan Alex Song fór til Barcelona. Yvirskotið hjá Arsenal er tó ikki nógv meiri enn 100 milliónir krónur, tí inn eru komnir Oliver Giroud, Lukas Podolski og Santi Cazorla. Transfer deadline day Fríggjadagin verður tann altíð so spennandi transfer deadline day, sum seinasti dagurin tá tað er møgu­ leiki fyri at keypa. Líkt er til at feløg sum Tottenham og Manchester City framvegis ikki hava keypt tað inn sum tey ætla sær. Tað er eitt sindur meiri óvist við Manchester United, Liverpool og Arsenal, sum øll eru sett í samband við leikarar. Tað nýggjasta er, at Theo Walcott ikki skrivar undir nýggjan sátt­mála við Arsenal og tí verður settur til sølu fyri áleið 120 milliónir krónur. Bæði Manchester City og Liver­ pool eru sett í samband við kvika vongin. Onkuntíð hevur hesin seinasti keyps­dagurin nærmast kollvelt fótbóltsheimin, men tað er ikki líkt til at tað hendir hesaferð. Men tað merkir ikki, at tað ikki verða fleiri flyt­ingar fríggjadagin. trondur@sosialurin.fo premier league Hesi feløgini hava brúk mest higartil: Chelsea. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 804 milliónir krónur Manchester United. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 439 milliónir krónur Liverpool. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 316 milliónir krónur West Ham . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 165 milliónir krónur Sunderlnad. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 149 milliónir krónur Southampton. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 131 milliónir krónur Norwich. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 76 milliónir krónur Aston Villa. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 59 milliónir krónur Reading. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 49 milliónir krónur Queens Park Rangers. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 46 milliónir krónur Stoke City . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 41 milliónir krónur Newcastle. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 33 milliónir krónur West Bromwich Albion. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 milliónir krónur Wigan. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 300.000 krónur Hesi feløgini hava yvirskot á keypsmarknaðinum: Tottenham. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 197 milliónir krónur Arsenal. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 98 milliónir krónur Manchester City. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 48 milliónir krónur Swansea. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 47 milliónir krónur Everton. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 44 milliónir krónur Fulham. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22 milliónir krónur Chelsea hevur brúkt flest pengar Fótbóltur Lummarnir hjá Roman Abramovich eru djúpir og tað hevur sett sín dám á leikaraskiftini, sum hava verið í Premeir League higartil. Chelsea hevur brúk nógv flestar pengar upp á nýggjar leikarar Chelsea hevur gingið á odda við at styrkja sær hópin. Champions League vinnarnir hava brúkt ikki færr enn 800 milliónir krónur upp á leik­arar Sir Alex Ferguson hevur keypt inn fyri áleið 440 milliónir krónur netto