fríggjadagur 31. august 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Støðugt fleiri danir enda
niðri á botni í samfelagnum
við einari tilveru í fátækra
dømi, har tey ikki hava ráð til
tað mest neyðuga í gerandis
degnum.
Tað siga fleiri av teimum
kommunalu
borgararáð
gevunum við Ugebrevet A4,
ið er fakblaðið hjá Fakliga
Landsfelagsspapinum,
LO.
Sum kommunal starvsfólk er
tað teirra uppgáva at hjálpa
borgarunum at fáa teirra
viðurskifti við avvarandi
myndugleikar avgreidd.
Í Holbæk kommunu er
Lars Roost Dinesen borgara
ráðgevi, og hvønn mánað eru
tað millum 10 og 15 borgarar,
ið venda sær til hansara, tí
tey eru sera illa kroyst.
Ikki ráð til mat
-Hetta eru bæði einlig fólk,
men eisini barnafamiljur, har
bæði hava havt gott arbeiði,
men sum brádliga rúka niður
á botn fíggjarliga og ikki
hava nakrar pengar til at fáa
gerandisdagin til at hanga
saman. Tað eru tey, sum ikki
hava pengar til mat, sigur
Lars Roost Dinesen og leggur
afturat, at støðan versnar.
-Seinast hevði eg fund
við eitt par, sum einki høvdu
fingið at eta í hálvtannað
samdøgur. Tey høvdu etið
alt, sum tey høvdu havt
heima við hús, og tey kundu
ikki ringja til mín, tí tey
høvdu einki talitíðarkort. Tí
komu tey higar at tosa við
meg. Men tað var ov nógv
fyri konuna. Hon orkaði ikki
meiri.
Kann raka øll
LO-blaðið hevur hugt í árs
frágreiðingarnar hjá teimum
13 kommunalu borgararáð
gevunum, sum hava virkað í
meiri enn eitt ár, og har sæst,
at átta av teimum 13 greiða
frá, at teir fáa ofta fyri-
spurningar frá fólki, sum eru
í stórum fíggjarligum trupul
leikum.
Hetta vita tey í Rådet for
Socials Udsatte, og for-mað
urin, Jann Sjursen, stúrir fyri
gongdini.
-Nógv halda, at hetta er
ikki nakað, sum kann raka
meg og míni, men at tað
eru onnur, sum koma í hesa
støðuna. Men soleiðis er tað
ikki. Hetta rakar breitt, og
tað eru fleiri og fleiri, sum
verða rakt og koma í hesa
støðuna, sigur Jann Sjursen,
sum er fyrrverandi fólka-
tingsmaður.
Trongir karmar
Sambært teimum kommu
nalu
borgararáðgevunum
hevur
tann
kommunala
málsviðgerðin ein part av
skyldini av, at fólk enda í fá
tækradømi.
Í ársfrágreiðingini gera
fleiri av teimum 13 ráðgevu
num vart við, at drúgv máls
viðgerð, men eisini trongir
lógarkarmar og vantandi
samstarv millum tær ymsu
umsitingarnar í kommunun
um, gera, at tað er trupult at
hjálpa borgarunum.
Men borgararáðgevarnir
eru á einum máli um, at tað
er serliga eitt, sum ger, at
støðugt fleiri danir enda
í fátækradømi, og tað er
reglan, sum avmarkar rætt
in
til
sjúkradagpengar.
Stjórnin hevur boðað frá, at
reglan skal setast úr gildi,
men eingin veit, nær tað
verður. Stjórnin hevur sett
eina nevnd við umboðum
fyri fleiri aðalráð at finna
tað, sum hon kallar "ta røttu
loysnina", skrivar Ugebrevet
A4.
-Tað ræður um at trygg
ja, at fólk, sum stríðast við
drúgva og trupla sjúku,
ikki detta út úr sjúkradag
pengaskipanini. Men sam
stundis er umráðandi, at
sum flest av teimum lang
tíðarsjúkrameldaðu
koma
aftur til arbeiðis, sigur Mette
Frederiksen,
arbeiðsmark
naðarráðharri, við blaðið.
Sambært
blaðnum
hjá LO eru tað ikki bara
borgararáðgevarnir,
sum
vísa á trupulleikar við sam
starvinum í kommununum.
Ein kanning, sum Rådet
for Socialt Udsatte gjørdi í
januar í gjár, avdúkaði, at
nógv fólk koma í fíggjarligar
trupulleikar, tí at tiltøkini hjá
myndugleikunum eru ikki
nóg væl samskipað.
Nógv fólk í Danmark liva
í stórum fátækradømi
Eingir pengar til mat. Eingir pengar til heilivág. Eingir pengar til húsaleigu. Hetta er eisini dagsins Danmark