Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú verður revsingin fyri siðamiðsbrot í móti børn­ um kanska herd í Før­oy­um. Tað staðfestir Kári P. Høj­gaard, lands­stýris­mað­ ur í lógarmálum. Seinastu tíðina hevur kyns­ligur ágangur ímóti børnum verið rætti­liga fram­maliga í al­menna kjaki­num og eitt av krøvu­ num frá al­menn­ingi­num hevur verið, at tey, sum gera seg inn á børn, skulu hava harðari revsing. Og tann spurningin er landsstýrismaðurin í lógarmálum nú farin at kanna. Men hann ætlar sær kort­ini ikki at verða tikin av fótum av og tí ætlar hann at hugsa seg væl um. - Tað kann vera skjótt at verða tikin av fótum av einum uppøstum huga­lagi og tí ræður um ikki at leypa framav, sigur hann. Væl og virðiliga Tískil hevur hann lagt spurn­ingin fyri nýggja revsi­rættarráðið, sum nett­ upp er stovnað at geva lands­stýris­manni­num til­ mæli í slíkum viður­skiftum. - Tey stig vit taka, mugu verða fakliga væl grundað og tískil skylda vit málinum at tað verður vi­ðg­jørt væl og virðiliga, áðrenn nøkur stig verða tikin. Av tí sama heldur Kári P. Højgaard, er tað er sjálvsagt, at eitt mál, sum hetta verður lagt fyri revsi­ rættarliga ráðið. - Tí havi eg biðið ráðið koma við einum tilmæli um, hvussu siðamisbrot ímóti børnum skulu revs­ ast og tí sambandi havi eg eisini spurt ráðið um tey halda, at tað er rætt at herða revsingina. Enn er óvist nær revsi­ rætt­arráðið kemur við ei­n­ um tilmæli til lands­stýris­ mannin. Kári P. Højgaard vil ikki siga, hvat hann sjálvur held­ur um spurningin. - Tað vildi verið skeivt av landsstýrismanninum at givið sína hugsan til kennar, áðrenn revsi­rætt­ ar­ráðið er komið við sín­um fakliga tilmæli, sigur hann. Umhugsa harðari revsing fyri kynsligan ágang ímóti børnum KYNSLUR ÁGANGUR Lands­ stýris­maðurin í lógarmálum er farin at kanna um revsingin fyri at gera seg kynsliga inn á børn, skal herðast Saklig viðgerð - Tað kann verða skjótt at verða tikin av fótum av einum uppøstum hugalagi og tí er tað neyðugt at hugsa seg væl um, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum Áki Bertholdsen - Tað er ongin ivi um at spurn­ingurin um at krevja barna­váttanir í Føroyum, er føroyskt málsøki og ikki danskt. Tað er niðurstøðan hjá Sjúrði Joensen, løg­frøði­lig­ um ráð­gevara á Løg­mans­ skriv­stovuni. Nú kjakið av álvara aftur er kyknað um, hvussu vit fyri­byrgja kynsligum ágangi ímóti børnum, hevur tað ver­ið nevnt fleiri ferðir, at vit eiga at gera sum tey gera í fleiri londum londum. Har eru tey farin at krevja váttan frá teimum, sum arbeiða við børnum og ung- um um, at tey ikki eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børn­um. Óvissa Men í fyrra lagi tók óvissa seg upp um hetta við barna­ váttanum er eitt málsøki, sum føroyskir myndugleikar hava ræðið á ella um tað er danskt málsøki. Í øðrum lagi tók óvissa seg upp um, antin málið hoyrdi undir landsstýrismanninum í lógarmálum, Kára P. Høj­ gaard, ella um tað hoyr­ir heima undir lands­stýris­ manni­num í mentamálum, Birni Kalsø. Tí varð løgfrøðiligi ráð­gev­ arin á løgmansskrivstovuni bi­ðin um at kanna málið. Hann er komin til ta niður­støðu, at ongin ivi er um, at talan er um føroyskt máls­øki. Eitt, hann nevnir, er, at tá ið danir samtyktu sína lóg um barnaváttanir, varð mælt til, at lógin ikki skuldi vera galdandi fyri Føroyar og Grøn­land, tí hetta málsøkið hoyr­ir undir heimastýrini í Før­oy­um og Grønlandi. - So har er ongin ivi. Máls­ økið er føroyskt og før­oysk­ um myndugleikum er frítt fyri at snikka til løg­tings­ lógar­upp­skot á økinum, sigur Sjúrður Rasmussen. Bjørn eigur málið Spurningurin er so, hvørjum landsstýrismanni, máls­øk­ ið hoyrir undir, lands­stýris­ manni­num í mentamálum ella landsstýrismanninum í lógarmálum. Í fyrstu atløgu lá tað í kortunum, at máls­øk­ið hoyrdi undir lands­stýris­ Áki Bertholdsen - Kynsligur ágangur ímóti børn­um eigur at revsast harð­ari enn tað verður nú. Tað heldur Annika Ol­sen, landsstýriskvinna í al­man­ na­málum. Revsimál eru ikki henn­ ara málsøki, men sum lands­stýriskvinna í al­man­ na­málum varðar hon av triv­n­aði­num og korunum hjá børnum og ungum og tí hevur hon sína avgjørdu mein­ing um málið. Hon tekur fult undir við, at Kári P. Højgaard, lands­ stýris­maður í lógarmálum hev­ur biðið revsirættarráðið um eitt tilmæli um, hvussu kyns­ligur ágangur ímóti børn­um skal revsast, sum hann greiðir frá í aðrari grein her á síðunum. Harðari revsing Men hóast Kári P. Højgaard ikki vil siga, hvat hann held­ ur, er Annika Olsen ikki bang­in fyri, hvat hon heldur. - Eg taki undir við, at vit taka hetta málið upp og sjálv hal­di eg, at revsingin skal herð­ast. Tað er annars ikki langt síða­ni, at Annika Olsen sjálv nú sat sum landsstýriskvinna í lógarmálum í undanfarnu sam­gongu Tá syrgdi hon fyri, at revs­ ing­in fyri kynsligan ágang ímóti børnum, varð herd, men longu nú heldur hon so­statt, at stundin er komin at herða revsingina enn meir. - Hetta er út frá einum etisk­um sjónarmiði um, at í hes­um føri hava vit við børn og mannalagnur at gera. - Vit eiga at áseta eina revs­ing fyri at gera seg inn á børn, sum er so mikið strong, at tað er eitt greitt tekin um, at slíkt verður als ikki góð­ tikið í dagsins samfelagi. Nú heldur hon, at vit skulu bíða eftir niðurstøðuni í revsi­rættarliga ráðnum. Sjónligari Annika Olsen er fullgreið yv­ir, at harðari revsing loysa ikki allar trupulleikar, verri enn so. Men hon heldur, at spurn­ ing­urin um kynsligan ágang ímóti børnum eigur at gerast sjón­ligari í samfelagnum, eisini í fólkaskúlanum. - Heilsusystrar og onnur gera eitt stórt arbeiði, men tí­verri er talan um viðbrekin mál, sum nógv framvegis aftra seg við at tosa um. - Tí haldi eg, at tað skuldi ver­ið størri opinleiki um hetta evni, eisini í skúlanum, tí eg ivist ikki í, at tað hevur eina fyribyrgjandi ávirkan. Eitt stórt framstig Í hesum sambandi heldur Anni­ka Olsen, at ætlanin at skipa eitt barnahús, er eitt stórt framstig. - Barnahúsið er ikki eitt avíst hús, men um eina heildarloysn, ella ein til­búgv­ ing, til børn, har myndug­leik­ ar arbeiða saman tvørtur um fak­lig mørk. - Endamálið, er, at børn, sum eru fyri ágangi, kunnu verða verða viðgjørd og hjálpt á einum og sama staði av einum tvørfakligum bólki. - Í slíkum før­um er bæði tal­an um avhoyringar, læk­ na­lig­ar kann­ing­ar, sála­frøði­ lig­ar kann­ing­ar og við­gerð­ir, um­framt at al­man­na­mynd­ ug­leikar og kanska skúl­in eisi­ni eru við. - Og tað er alt ov møti­ mik­ið hjá einum barni, sum hev­ur verið fyri ágangi, at tað skal noyðast at ferðast frá einum myndugleika til ann­an. - Tí er endamálið við barna­húsinum, at alt skal vera á einum og sama staði. Annika Olsen sigur, at hon Revsingin KYNSLIGUR ÁGANGUR Landsstýriskvinnan í almannamálum, sum varar av vælferðini og trivnaðinum hjá børnum, vil hava harðari revsing fyri kynsligan ágang ímóti børnum Føroyingar hava loyvi at krevja barnaváttan KYNSLIGUR ÁGANGUR Tað er nú staðfest, at barnaváttanir eru føroyskt málsøki og sostatt stendur tað Løgtinginum frítt at krevja, at tær verða kravdar