Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Finnur Johansen er føddur á Viðareiði 4. september 1932. Foreldrini vóru Sámal Johansen, ættaður úr Haldórsvík, og Anna Elisa­ beth Johansen, fødd Matras av Brekkumørk á Viðareiði, bæði lærarafólk suðuri í Vági. Finnur vaks upp suðuri í Vági, har hann gekk í skúla, har hann tók realprógv á vári í 1949. Sum onnur ungfólk tókst hann í frítíðini við fyri­fall­ andi arbeiði, mest fiska­ ar­beiði, og eftir at hann var liðugur við realskúlan arbeiddi hann í stutt skifti í grótbroti, sigldi við Tjaldri­ num og var vikarur á Langa­ sandi, til hann fór í smiðju­ læri á skipasmiðjuni í Vági. Sein­asta árið var hann í læru á Våben­arse­na­let í Køben­ havn, har han tók sveina­ prógv, og í 1957 tók hann prógv sum verk­frøð­ing­ur á Køben­havns Maskin­teknik­ um. Eftir lokna útbúgving var hann eitt stutt skifti hjá Titan í København, og frá 1957 til 1959 á diesel­motor­ verk­smiðjuni hjá Burmeister & Wain í København, tá hann eisini var lærari á tekn­ iska skúla í København. Í 1959 og 1960 hjá Højgaard & Schultz við bygging av vatnkraftverkum hjá SEV í Vestmanna, frammi und­ ir Fossunum, frammi á Mýru­num, í Heygadali og á Válinum. Á sumri 1960 var hann feriuavloysari sum maskinmaður við Tjaldr­i­ num, og frá 1960 til 1962 var hann hjá Knud E. Han­sen, skipstekniskum konsu­len­t­ um, í København. Í 1962 flutti Finnur og famili­an heim til Føroya, og í eitt ár var hann á Skála Skipa­smiðju. Í nøkur ár var hann tekniskur konsulentur, har hann virkaði sum ráð­ gevari við gerð av fiska­ virkj­um og øðrum virkjum, eitt nú vatnverk v. m. og at hava eftirlit vil byggingum og umvælingum umframt eisini fyri skipafeløg at hava eftirlit við skipum. Eitt av projektum hansara var línubáturin Leikur, sum kom í 1964, og var fyrsta línu­skip í heiminum, ið frá nýggj­um varð sum innilokað skip. Eitt annað var leing­ing­in av línuskipinum Magnu­ si á Gørðunum á Vágs Skipasmiðju í 1963. Hetta var fyrsta stálskipið, sum varð longt í Føroyum. Sam­ stundis var Finnur í nøk­ur á rakstrarstjóri fyri sement- rør­s­virkinum í Havn, og var eisini við at byrja Føroya Maskinskúla. Frá fyrsta degi í 1965 og út­ við eina fjórðings øld til 1989 var Finnur lærari við Føroya Maskinskúla, fyrstu árini sum tímalærari, men frá 1974 sett­ur adjunktur og seinni lekt­ari. Eitt skifti í 1981-1982 var hann námsfulltrúi á Lands­skúlafyrisitingini, men fór so aftur á maskin­ skúlan. Meðan hann var á Landsskúlafyrisitingini skip­ aði hann útbúgvingina til hægru handilsskúlaprógvið, og skrivaði hann millum annað álit um bygging av maskin­skúla og av listaskúla, um­frant at skriva álit um víðk­an av sjómansskúlanum og av studentaskúlanum í Hoy­døl­um. Meðan Finnur búði í København, læs hann organisatión við Handils­há­ skúl­an í 1960-1961, og býar­ pla­n­legging við Kunst­aka­ demiet í 1962. Árini 1970 til 1973 tók hann saman við lærar­um á maskinskúlanum og øðrum skúlum peda­ gog­iska útbúgving, eisini rópt pedagogikum, og tey mongu árini, hann var á maskinskúlanum, var hann í Danmark á ymsum eftir­ út­búgv­ingarskeiðum. Sum liður í eftirútbúgvingini var hann eina ferð, sum vardi í tveir mánaðir, við skipinum “Jut­landiu” hjá ØK, eina ferð úr Europu til Japans og heim aftur. Í útvið fimm ár, frá fyrst í 1989 til við árslok í 1993, var Finnur samferðslustjóri, og tá Samferðsustovan og Bygdaleiðir vórðu løgd saman við Strandfaraskipum Land­sins, virkaði hann á nýgg­ja stovninum til hann fór frá fyri aldur á heysti 1999. Eftir lokna útbúgving sum verkfrøðingur luttók Finn­ur í upptøkunum til ein víkingafilm, »The Vik­ ings«, sum amerikansk films­felagið United Artist gjør­du, og seinni var hann við í filmunum »Rannvá« og »Heystblómur«. Hann var formaður í verk­frøð­ inga­felag­num í 1971 og 1972, og hann var býráðslimur í Tórshavnar Býráð frá 1972 til 1984 undantikið 1977. Fyrs­ tu fýra árini í býráðnum var hann formaður í fíggj­ ar­nevndini, og seinni í eini fimm ár formaður í menta­ mála­nevndini, um­framt at vera annar býráðs­næst­for­ mað­ur seinastu fýra árini. Frá 1977 til 1980 var hann limur í Tórshavnar Líkningarnevnd, og frá 1981 til 1984 limur í umboðsnevndini hjá SEV. Hann var í fleiri ár skrivari í vælfelagnum. Finnur hevur eisini verið virkin innan vinnulívið, eitt nú hevur hann verið partaeigari í fleiri skip­um, og hann var ein av undan­ gongu­monnunum í fiska­ virki­num Suður-Fisk í Vági, har hann eisini var nevnd­ ar­for­maður, umframt at hann í fleiri ár var formaður í partafelagnum Blaðstarv, sum gav út blaðið 14. Sep­ tem­ber. Í 1998 kom út bókin »Vatnveitingin í Tórshavn í 100 ár«, sum hann skrivaði fyri Tórshavnar býráð, í 2005 »Føroya Maskinskúli 40 ár«, í 2006 »Traðkaðu fólkinum slóð«, Havnin 1860-1900 og í 2009 »Traðkaðu fólkinum slóð 2«, Havnin 1900-1940. Síðani 1981 hevur hann verið próvdómari við Føroya Sjómansskúla, og var í nøkur ár eisini próvdómari við Klaks­víkar Sjómansskúla, um­framt at hann onkuntíð hev­ur verið próvdómari við Før­oya Maskinskúla, eftir at hann var givin sum lærari við henda skúlan. Finnur Johansen virkaði sum stjóri fyri Tórshavnar Býar­savni, sum hann sjálv­ ur skipaði, fyrst frá 1985 í smiðjuni hjá Wenzeli Peter­ sen úti í Bakka og seinni í Ydun. Í tjúgu ár, frá 1984, skipaði hann fyri árligu ólav­ søku­fram­sýn­ing­ini hjá Tórs­ havn­ar Býar­savni í Smiðjuni úti í Grind, ella í Lítluvík, sum hon ofta verður rópt. Finnur Johansen giftist í 1955 við Elinborg Trónd Hansen úr Havn, 1928-2008, Hon var dóttir Trónd Hansen úr Havn og Stephaniu Han­ sen av Heyggi á Húsum. Tríg­gir eru synirnir, Stephan Brúsi, Rógvi og Sámal Trónd­ ur. Finnur Johansen áttati 2. sept fyllir Freia Dam ættað úr Kollafirði búsitandi í Tórshavn 80 ár. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag Bøgøta 10 leygardagin 8. September frá kl. 14-19 Øll hjartaliga vælkomin Vit vilja gjarna takka øllum, ið gleddu okkum á okkara gullbrúdleypsdegi, t. 17. aug. Bæði teimum, ið stukku inn á gólvið, teimum sum hjálptu til á ymsan hátt og ein serlig tøkk til øll tey sum sungu fyri okkum um morgunin. Tit vóru øll við til at gera dagin hjá okkum ógloymandi. Hervør og Jóan Hendrik Takk Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára føðingardegnum 8.juni 2012. Vinarlig heilsan Hanni (Johan) Olsen Toftir Freia Dam 80 ár