fríggjadagur 31. august 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Vit stóðu øll um seingina. Vóru har hjá
tær. Um teg. Men tað var tung tøgn. Lívið
var liðugt.
Hóast eg visti, hvussu støðan var, var
eg ikki fyrireikað. Eg visti tað, men skilti
tað ikki. Tí at vita og at skilja er ikki tað
sama. Ta løtuna kendist tað, sum alt
steðgaði upp - tú vart farin. Tú, sum fyri
mær altíð hevur verið, vart ikki meir.
Men títt gamla, slitna armbandsur
tikkaði demonstrativt og náðileyst víðari
á tínum skøvningi. Alt steðgaði - uttan
tíðin.
Tað var ein sláandi andsøgn í støðuni,
at tíðin skuldi streingja soleiðis á. Eg vildi
hava urið at steðga saman við tær. Urið,
sum at kalla hevur verið ein partur av tær
alt tað, eg minnist. Men smáu vísararnir,
sum ta løtuna hildu ein ósigiligan gang,
slóu fyri hvørt slag týðiliga fast, at fyri
øll okkum eftirsitandi var meiri lív, sum
skuldi livast. Vit máttu kubba og lata teg
søkka í ævinleikans dýpi.
Men hóast tú ert farin úr eygsjón, fara
tað altíð at vera ringar á vatnskorpuni
eftir teg. Eg eigi minni um láturfullar
løtur umborð á Espingi. Um okkum á
køksbeinkinum teljandi jólini, terpandi
tabellirnar ella lesandi okkurt eftir t.d.
Áarstovubrøðurnar. Um tín reyða penn og
tína vegleiðing, tá eg hevði skrivað okkurt,
sum átti at havt verið betri. Um hvussu tú
trúliga komst at vitja, tá Benjamin var
innlagdur, og hvussu tú stríddist, meiri
enn tú orkaði, fyri at hjálpa til við íbúðini.
Minni um tína rødd í telefonini: »Nú góða,
hvussu hevur tú tað? Og boyggi? Alt í
lagið, eg vildi einki annað.«
Í nakrar dagar lá títt slitna ur á
køksborðinum. Allatíðina væntaði eg,
at eisini tað mundi fara at steðga. Tit
hoyrdu jú saman. Men tað tikkaði og gekk,
sum um einki var hent. Tað koyrdi undir
okkum øll og flutti okkum støðugt fram á
leið, støðugt burtur frá tær.
Men so var tað, at hesi orðini frá
jarðarferðini runnu mær til hugs: Tá onkur
fer um sýn, og vit hesumegin syrgin siga:
»Hygg! Nú fer hann«, so fáa tey hinumegin
í sama viðfangi eyga á hann og siga glað:
»Hygg! Nú kemur hann!«
Brádliga gjørdist gamla armbandsurið
ein troyst í sorgini og eitt tekin um, at
okkara farvæl ikki var endaligt, men bert
fyribils. Sjálvandi skuldi urið ikki steðga,
nei, tað skuldi demonstrativt og náðiríkt
minna okkum á, at tú bert vart farin víðari
fram á leið, og at tú framvegis ert - nú bara
hinumegin sýnina.
Urið gongur enn. Men eg dugi nú at
síggja, at tað ikki flytir okkum burtur frá
tær; tað flytir okkum hinvegin nærri tær.
Fyrst skal lívið tó livast - og lívið er
gott!
Men góði babba, tú skalt vita, at
ímillum alt tað góða, so skelva tó eisini
um verøld tey mollstemtu ljóð, tí saknurin
í tær er ómetaliga stórur!
Hvíl í friði!
Eydna
»Skelva um
verøld tey
mollstemtu ljóð«
Minningarorð um pápa mín, Jóannes Skaale
Tá eg setti meg niður at skriva nøkur
minningarorð um mín góða vin Brynjolv
Nicolajsen, so fara tankar mínir at sveima,
og eg spyrji meg sjálvan, hvar tíðin er
farin.
Brynjolv var sonur Gunnhild og Johan
Hendrik, sum var ættaður úr Vestmanna.
Brynjolv var giftur við Gertrud, kallað
Gigga. Saman fingu tey 5 dreingir og tvær
gentur, onnur gentan doyði sum nýføð
ingur.
Brynjolvur var 75 ára gamal nú hann
legði árnarnar inn.
Brynjolvur var ein av teimum stillu í
landinum, hann var ein trúgvandi maður,
hann setti ikki ljósið undir skeppuna.
Eg minnist aftur til, tá hann arbeiddi
saman við mær í ambulansatænastu
ni, hvørja ferð hann kom í bilin og vit
vóru klárir at koyra avstað, foldaði hann
hendurnar og bæð ein stutta bøn fyri
okkum og tí vit fóru eftir. Hetta minnist
eg sum nakað serligt og trúðarstyrkjandi.
Brynjolvur sleit sínar barnaskógvar
í Skopun og vaks til mans her. Hann fór,
sum unglingi flest, við sluppum og seinni
nógvu árini silgdi hann við Kjølbro-
trolarunum, oftast saman við Samson
sum skipara, teir vóru svágrar.
Brynjolv var við til at føra mangan
dýra fongin heim á okkara klettar, hetta
arbeiði, at sigla summar og vetur í nógv
Harrans ár setur síni spor, hetta sást
eisini tíðuliga á hesum sjógarpanum. Tá
Brynjolv helt seg ikki klára hetta meira
og vildi hava meira tíð heima saman við
familjuni, fór hann at arbeiða á flakavirki
num “Sólarris” har hann var formaður ein
tíð.
Seinni var hann Havnameistari í
Skopunar Havn, saman við Hans K. Ol
sen. Hetta var í tíðini, tá havnin var full
av skipum. Jú tá var aktivitetur á Skopun
ar Kei, skúrarnir vóru mannaðir av smá
dreingjum og gomlum monnum, onkur
kallaði egningarskúrnarnar “universitet
ini”, jú har fingu unglingar um havsins
viðurskifti til fulnar at vita og mangir
teirra manna skip, sum sigla á øllum heim
sins høvum.
Jú, Brynjolv var áhugaður í hvussu
gekst við fiskaríði og tí, børn hansara
fingust við, tveir dreingir sigla sum
trolara-skiparir, tveir sigla sum kokkar,
Annfinn siglur við “Gadus”, hesum reiða
ríði hevur hann silgt við, síðan hann fór
úr skúlanum 14 ára gamal. Dóttirin hevur
álitisstarv á virkinum í bygdini.
Sjálvsagt var Brynjolv glaður fyri og
takkaði Guði, at tað gekst børnunum væl.
Sjalvsagt fall oftast prátið á hetta og var
hann ikki sørt erbarur um hetta.
Brynjolv og Gigga dugdu ótrúliga
væl at njóta náttúruna, tey vóru ofta á
ymiskum útoyggjum, har tey leigaðu
sær summarhús í einar 14 dagar, soleiðis
kundu tey njóta hvønn annan.
Ella tey ferðast saman við øðrum,
oyggjarnar runt at boða Gleðiboðskap
in og tað vendur ikki tómt aftur sigur
Skriftin.
Jú, eg kundi hildi áfram at skrivað um
henda merkismann, sum tú eisni kundi
treffa í kjallaranum, har hann fekst við at
gera borðabátar.
At enda vil eg nevna at Brynjolvur
var trúgvur í samkomuni Betania, hann
virkaði har í mong ár, altíð var hann tann
fyrsti at møta upp, soleiðis var hesin
merkismaður, sum eg helt nógv av.
Eg biði Jesus styrkja tykkum í hesum
sakni, góða Gigga, børnini, svigarbørnini,
abbabørnini og langabbabørnini.
Gerhard
Til minnis um
Brynjolv