Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 merkisdagar kjak føðingar Gullbrúdleyp Sunnudagin 2.sept. kunnu Johanna og Ámundur Berthelsen, Strendur halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við nærmastu familju. 95 ára føðingardagur Hósdagin 13. september fyllir Poul Christiansen, fyrrverandi málarameistari í Havn, 95 ár. Dagurin verður hildin frá klokkan 17 á Ellisheiminum í V.U. Hammershaimbsgøtu, har øll eru hjartaliga vælkomin. 85 ára føðingardagur Mánadagin 3. september verður Evald Johannesen, Fuglafirði 85 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 80 ára føðingardagur Leygardagin 8. sep. 2012 verður Jóhannes Jakobsen, Saltangará 80 ár. Dagurin verður hildin sama dag í Sjókafeini í Runavík kl. 17. Tey, sum vilja halda dagin saman við føðingardagsbarninum, verða biðin um at siga frá á tlf. 281370, 222027 ella 717171 innan týsdagin, 4. sept. 21. august bleiv Kristvør stórasystur til tvíburðar, tær vigaðu 2890 og 50 cm long og 2460 og 49 cm long , foreldur eru Arna Dam Clementsen og Sverrir Kjærbo, Hoyvík 20. august 2012 fingu Heidi E. Kjærbo og Heðin Poulsen, Vágur, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3750 gr. Sunnudagin 22. juli fingu Bjørg Hovland Hjelm og Annfinn Hjelm, Tórshavn ein son. Hann vigaði 3710 gr og var 54 cm langur. 31. juli fingu Ida Nielsen og Garðar O. Justinussen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3560 gr. 16. august fingu Lív Lenvig og Harry S. Jacobsen, búsitandi í Keypmannahavn, ein son á Hvidovre Hospitali. Hann vigaði 4672 gr og var 55 cm langur. 23.08.2012 fingu vit ein drong. Hann var 52 cm langur, og vigaði 3450 g. Rúna Olsen og Eyðun Hentze Højgaard, Tórshavn. 15 august fingu Mása Andreasen og Regin Mortensen Klaksvík, eina dóttur. Hon vigaði 4090gr og 54cm. 21/08.2012.Fingu Helen Dam og Poul Augustinussen Vágur ein son,vekt.3600. (gr),longd.50(cm). Anna Nygaard og Mads Fjelstervang fingu 28/8 ein son á Hvidovre Hospitali. Hann vigaði 4450 g og var 55 cm langur. Han skal eita Sigurð. F øroysku fyri­mun­ ir­nir við russ­isk­um WTO-lima­skapi burtur um stutta tíð Tá ið Russland gjørdist lim­ur í Heimshandils­felags­ skapi­num (WTO) fyri einari viku síðan ella neyvt sagt miku­dagin tann 22. august 2012 sum limaland nr. 156 hevði tað stórar fyrimunir fyri Føroyar. Bara harmiligt og eyðmýkjandi fyri okkum før­oyingar, at vit framvegis ikki eru komin longur við sjálvstøðugum føroyskum lima­skapi í WTO. Russiski WTO-lima­skap­ urin hevur við sær, at alt lógar­verkið hjá Russ­landi við­víkj­andi handli og vinnu er broytt sam­svar­andi WTO-sátt­mála­num. Russ­ land er tískil tvingað til at halda reglurnar hjá WTO fyri frælsan heimshandil ella kann tað snøgt sagt kær­ast inn fyri WTO av lima­landi, ið heldur seg vera fyri órætti av russ­isk­um myndugleikum. Fyri føroyskt vinnulív er tað serliga lækkanin av russiskum tolli á fiska­vør­ um, ið hevur áhuga. Eitt nú verður russiski toll­ urin á køldum ella fryst­um rundum laksi 3% og køldum ella frystum laksa­fløkum 4%. Á frystari rund­ari sild, svartkjafti og makreli verður tollurin 3%. Hinvegin verður hann 3% og 5% á ávikavist fryst­um silda­ fløkum og makrel­fløku­m. Føroysku fyrimunirnir við russiskum WTO-lima­ skapi kunnu nú tó fara at vísa seg at vera søga um stutta tíð. Og verri enn tað. EFTA-londini eru kom­ in væl áleiðis at gera frí­ handils­sáttmála við Russ­ land. Tá ið tað gjørdist greitt, at Russland fór at verða limur í WTO í ár, settu hesi lond fulla ferð á samráðingarnar og eru tey nú í ferð við sítt sætta sam- ráð­ing­ar­umfar. Tá ið EFTA-londini hava gjørt fríhandilssáttmála við Russ­land verður russiski toll­urin á fiskavørum hjá teimum helst burtur, með­ an føroyskar fiska­vør­ur framvegis fara at hava toll eftir WTO-sátt­mála­num inni á russiska mark­naði­ num. Føroyskir útflytarar verða tískil verri fyri á russ­ iska marknaðinum enn eitt nú kappingarneytarnir í Noregi og Íslandi. Skuldi tað hent seg, sum mangt bendir á og sum longu er frammi millum ES og Russland, at tey eisini fara at gera ein sínámillum frí­handils­sáttmála, verður skilið enn verri fyri Før­ oy­a­r. Tí at tá fara okkara kapp­ing­arneytar, umframt toll­fyri­munirnar á russiska mark­naði­num, at kunna njóta fyrimunirnar við ku­ mu­ler­ings­skipan­ini, með­an vit fara at standa hand­ils­ liga og vinnuliga av­byrgd uttanfyri. Sostatt fara føroyskir út­flyt­arar framvegis at gjal­da risahøgan toll inni á ES marknaðinum fyri russiskan tosk, ið verð­ ur tilvirkaður í Før­oy­um, meðan eitt nú ís­lendsku og norsku kapp­ing­ar­neyt­ ar­nir fara at kunna keypa russiskan tosk úr Barents­ havi­num, fyri síðan at víð­ari tilvirka hann og selja hann inn á ES marknaðin eft­ir kumuleringsskipanini. Samanumtikið kann støð­an hjá Føroyum og ikki minst føroyskum vinnulívi fara at líkjast einari van­ lukku, um Føroyar ikki bein­an­vegin taka stigið at gera fríhandilssáttmála við Russ­land. Í Tinganesi og í Kreml ligg­ur eitt liðugt samrátt frí­handil­s­sáttmálauppskot frá ár 2000, har allur tollur á samhandlinum millum Før­oy­ar og Russland verð­ur avtikin, klárt at undir­skriva. Russland gav Før­oy­um tað lyfti í 2000, at í somu løtu Russland gjørd­ist limur í WTO skul­di frí­handil­s­ sáttmálin undir­skrivast. So løgmaður, hvørjum bíð­ar tú nú eftir? Jákup Mikkelsen Formaður í Uttanlandsnevnd Løgtingsins Opið bræv til løgmann! 1. Løgmaður má seta krav fram á ríksifundinum sum er í Grønlandi við danska statsministaran, at Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í WTO. 2. Løgmaður má beinanvegin taka stig til samráðingar við stjórnina í Kreml, um fríhandils sáttmála við Russland. »Skuldi tað hent seg, sum mangt bendir á og sum longu er frammi millum ES og Russland, at tey eisini fara at gera ein sínámillum frí­handils­sáttmála, verður skilið enn verri fyri Før­oy­a­r«