Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak V ið eini verkætlan, kunnu vit í Tórs­ havn­ar kommunu taka stig til at skipa ullarmóttøku - til døm­ i­s í samstarvi við ALS og Fróð­skap­ar­setrið - og harvið legg­ja lunnar undir arbeiði, út­búgv­ing og gransking um ull og ullarvirking. So­leið­is kunnu vit menna sið­søgu­ ligan kunnleika, alt meðan vit gagnnýta tilfeingið. Ivasamt er, um eg skal seta rópi­tekin ella spurnartekin við hetta aldargamla orða­ felli: "Ull er Føroya gull". Men tað er vist, at føroysku ullar­ vørur­nar eru høgt í metum heima og úti - tó at hon í áseyða­roytingini er tung at fá­ast við á rættini. Tað er okkum moralskt - og siðsøguliga - álagt at fyri­skipa ullartiltøk og betra um­støð­ur­nar at taka ímóti og virka ullina, heldur enn fram­haldandi at lata hetta ríki­dømi gleppa okkum av hond­um. At nevna allar nýtslu­vør­ ur, er vónleyst, men tað hev­ ur verið róð framundir, at tað er upplagt at seta før­oysk undirklæði til standard­út­ gerð í bjarg­in­g-ar­bátum. Høvuðsstaðarøki hevur ríkt tilfeingi um vit læra okk­um at síggja møguleikar í seyði­num innan Tórshavnar kommunu. Eg nevni í hesum parti bert ull og skinn, men sjálv­sagt skulu vit eisini menna møguleikarnar við seyða­kjøti. Høvuðsstaðurin eigur at verða undangongu-kommu­ na og vísa øðrum kommu­ num á, hvussu til ber at skipa fyri tiltøkum og verk­ ætla­n­um. Tí meti eg tað vera rætt­ast, um vit leggja okk­um eft­ir at skipa fyri slóð­brót­ andi ætlan, hvussu vit taka ímóti og virka ull í høvuðs­ stað­num. Um vit seta út í kortið æt­ lan­ir at taka móti ull á vári 2013, so kunnu vit á heysti 2013 standa klár við ætlan um at taka móti skinnum. Kunn­leikin er stórur um bæði ull og skinn, og tí eiga vit at gera alt vit kunnu at savna vitanina, at vit eisini finna fram nýggjar slóð­brót­ andi leiðir innan hetta økið. Skinn-móttøkan hevur verið ov nógv tengd at iva­ semi, um fyritøkur uttan­ lands fóru at keypa og eisini hevur spurningur um slátur­virki gjørt sítt til, at tað hevur verið við ávísum fyri­varni at tikið hevur verið móti skinnum. Ullarvirking hevur funnið sína mótgongd, tí ov lítið hev­ur verið latið fyri ullina, og talan er um eina langa pro­sess, áðrenn peningur og vinningur er tøkur. Vit mugu tí brynja okkum við toli heldur enn bert at hugsa løtu­vinning. Ein verkætlan eigur at kunna skipast, har nøkur við kunnleika til rættan fram­ferð­ar­hátt saman við arbeiðs­leysum ella øðrum áhug­að­um seta í verk ullar- mót­tøku. Hendan móttøkan skal fyrst og fremst skilja ull­ina í nýtslubólkar og síða­ ni hagreiða eftir bestu for­ skrift­um. Eg hugsi mær, at Tórs­ havn­ar kommuna hevur hósk­andi høli tøkt at lata til slíka verkætlan fyri at lætta um uppstartin. Harafturat eri eg fullvísur í, at vit eiga nógv køn fólk, ið fegin vilja starv­ast og standa fyri slíkari ætlan. Vinningurin í øllum hes­ um er, at vit kunnu fáa fólk at granska dygdina í før­ oysku ullini. soleiðis, at vit gagn­nýta allar lutir, um tað er í klæðum, myndlist, ella heilt nýggjum úrdráttum. Tað er at fegnast um at føroyskir sniðgevar halda seg til og møta viður­kenn­ing heima og uttanlands. Vón­ andi kann slík verkætlan stimbra mong onnur at gera egnar royndir. Møgu­leik­ ar­nir eru nógvir, men vit mugu seta fullgóðar ar­beiðs­ karmar. Síðan hugsi eg mær, at lut­ ur í hesum arbeiði eisini sæst aftur, tá ið vit fáa á stovn listaskúla! Lat okkum skipa listaskúlan, ið røkkur øll­um listagreinum tónleiki, mynd­ list, sniðgeving, leiklist, sangi og dansi. Lat høvuðsstaðin granska ullina! Jákup av Skarði T órshavn er í støðugari kapp­ing við Keyp­manna­ havn og øðrum stór­býum. Serliga er tað hug­burðurin um “Súrligar nætur í Keypmannahavn” og tær altíð lokkandi íbúð­ ir­nar á Oyrasundi, sum eggj­ar ungdóminum at taka víðari útbúgving í danska høvuðs­staðnum. Tórshavnar kommu­na verður noydd at taka dystin upp, tí tað er eingin annar býur ella bygd í landinum, sum hevur møgu­leikan kappast við mið­staðin. Tískil skulu vit gera kommunuskúlan um til seksti lestaríbúðir, har les­andi á bæði miðnámi og undir víðari útbúgving kun- nu leiga fyri lítið og lætt! Kommunuskúlin Við at gera kommunuskúlan um til lestraríbúðir fáa vit somuleiðis lív aftur í býin. Í áravís hevur hjar­ ta í høvuðsstaðnum ver­ið ímyndin av einum ferðslu­ proppi, har bilar og vøru­ vognar fresa aftur og fram, með­an gongugøturnar og handlarnir eru tómir. Um tað eydnast mær og mín­um flokki at gera kommunu­ skúlanum um til lestrar­íbúð­ ir, ímyndi tykkum so, hvussu mið­býurin sær út, tá ið seksti ella fleiri lesandi búgva í hjarta­num í miðbýnum. Ímyn­di tykkum umhvørvið, ímyn­di tykkum lívið, sum verð­ur aftur at síggja á havnar­gøtum. Hetta er alneyðugt, tí í løtu­ni leita lesandi sær aðrar leið­ir, tí Tórs­havn­ar kom­mu- na er ikki kapp­ing-ar­før við Keyp­manna­havn, men vit mugu taka dyst­in upp. Vit kunnu ikki ligg­ja skerfløt og bíða til land­ið ger tað, tí so endar alt í Klaksvík! Tískil skulu vit gera kommunuskúlan um til lestr­ ar­íbúður, tí so geva vit les­ andi eitt kraftigt signal um, at vit í Tórshavnar kommunu ætla í framtíðini at bjóða tykk­um eins góðar og lokk­ andi lestraríbúðir og tær á Oyra­sundikollegiunum. Ger kommunuskúlan til lestraríbúðir Rói B. Poulsen Kommunuvalevni fyri Fólkaflokkin