Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 R íkisfundur er í dag millum stjórnar­ leiðar­arnar í Før­ oy­um, Grønlandi og Dan­mark. Hesuferð er hesin fund­ur rætti­liga serstakur, tí undan hesum fundi, hava allir leiðar­ar gjørt vart við sínar dreym­ar og hugsanir um broyt­ingar í samstarvinum millum londini. Føroyar, Grønland og Danmark samstarva sum sjálvstøðug lond Løgmaður hevur í løg­mans­ røðuni og bæði í donskum og før­oyskum miðlum víst á, at eisini hann sær fyri sær, at Før­oyar gerast sjálvstøðugt land og at Føroyar, Grønland og Danmark fara at sam­ starva sum sjálvstøðug lond í nærmastu framtíð. Eisini hev­ur hann víst á, at hann vænt­ar, at vit innan 10 ár hava heimtikið ábyrgdina av øllum málsøkjum, so hesi verða fyrisitin í Føroyum, og at ríkisveitingin tá eisini verð­ur burtur. Tá Løgmaður er ovasti leið­ari í Sambandsflokkinum er sjálvsagt talan um stór­tíð­ indi, og um hann meinar nak­ að við hesi orð, er hetta eitt stórt framstig móti einum sjálv­støðugum Føroyum. Møgu­leikin fyri at fáa eina veru­liga tjóðarsemju um mál­ið kundi verið í eygsjón. Fyri at vita, hvørt ætlan­ in er at gera nakað við hetta mál­ið, so talan ikki eina­ferð enn verður um orð utta­n gerð, vórðu skrivligir spurn­ ing­ar settir løgmanni um mál­ið. Svarini er nú komin, men tíverri vísa svarini greitt, at løgmaður sigur eitt og ger nakað annað. Fyrispurningar og svar frá løgmanni Hóast 8 ítøkiligir spurningar vórðu settir Løgmanni, so svaraði hann alt undir ein­ um. Um vit býta svarið út á spurn­ing­arnar, vóru svarini fylgj­andi: 1) Fer løgmaður at taka stig til, at gera eina ítøkiliga ætlan fyri heimtøku av ábyrgdini av teimum málsøkjum, sum í dag verða fyrisitin í Danmark, so øll málsøki verða fyrisitin í Føroyum t.d. innan 10 ár? Onki svar. 2) Hvørji mál fer landsstýrið at heimtaka fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av í 2013, 2014 og 2015? Útlendingamál verða eftir ætlan yvirtikin í 2014, og landsstýrið er farið undir at kanna møguleikan fyri at yvirtaka loftferðsluøkið. 3) Tekur løgmaður undir við at seta í verk eina skiftisskipan, tá umræður donsku ríkisveitingina, soleiðis at føroyski búskapurin miðvíst gerst leysur av donsku ríkisveitingini eftir ávísum áramáli t.d. innan 10 ár? Onki svar. 4) Fer løgmaður at biðja donsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina, ella er henda ætlan slept? Møguligar samráðingar við donsku stjórnina um dagføring av ríkisveitingini eru tengdar at fíggjarlógini fyri 2013. ...Tað er ei heldur forsvarligt at lækka um ríkisveitingina í hesum tíðum. Tvørturímóti hevði ein dagføring av ríkisveitingini verið meira skynsom fyri føroyska búskapin. 5) Hvørjar - fyri Føroyar týðandi - altjóða felagsskapir eru Føroyar avskornar frá í verandi ríkisrættarligu støðu í mun til, um vit virkaðu í einum ríkjafelagsskapi/ frælsum felagsskapi, har Føroyar, Grønland og Danmark samstarvaðu sum sjálvstøðug lond? Ríkisfelagsskapurin eigur sín lut í framburðinum, sum er skaptur í Føroyum gjøgnum árini. Ríkisrættarliga støða Føroya skal tí eisini frameftir geva okkum møguleikar, heldur enn leggja forðingar fyri, at Føroyar kunnu virka í altjóða samfelagnum. Stjórnarrættarligar tulkingar hava ofta verið ein forðing fyri føroyskum sjálvsavgerðarrætti. Ein týðandi forðing er føroyskur limaskapur í millumtjóða­felags­skap­ um, eitt nú í WTO. Tó hevur tað gjøgnum árini víst seg, at tað hevur borið til at finna skynsamar politiskar loysnir, ið hava gagnað Føroyum og sum víðka møguleikar at virka á altjóða pallinum. Eg eri sannførdur um, at tað eisini fer at bera til frameftir. 6) Fer løgmaður at taka stig til at seta úr gildi lógina um uttanríkispolitiskar heimildir, ið sum kunnugt avmarkar møguleikarnar hjá Føroyum á altjóða pallinum? Onki svar. 7) Tekur løgmaður undir við, at stórur meiriluti er á Løgtingi fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land? Onki svar. 8) Fer løgmaður at taka stig til at fáa semju millum flokkarnar á Løgtingi um heildarætlan fyri at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land? Um so er, nær? Samgongan hevur ikki ætlanir um at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um at broyta ríkisrættarligu støðuna. Hugsandi er tó, at samráðingar einaferð í framtíðini fara at verða tiknar upp við tí fyri eyga at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og endurnýggja ríkisfelagsskapin. Eitt nú í samband við eina nýggja stjórnarskipan, sum formliga staðfestir støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum. Gongdin síðani 1948 hevur verið, at føroyingar so líðandi hava átikið sær størri sjálvbjargni og sjálvræði innan ríkisfelagsskapin. Alt bendir eisini á, at henda gongd fer at halda fram. Tað var henda framtíðarmynd, eg bar fram í røðuni á ólavsøku. Ein framtíðarmynd, har vit hava átikið okkum enn størri sjálvræði innan ríkisfelagsskapin, men har vit samstarva við hinar partarnar um einstøk málsøki. Ein slík endurnýggjan av ríkisfelagsskapinum er tó treytað av politiskum vilja og semju og ikki minst av búskaparligu gongdini í føroyska samfelagnum. Skulu føroyingar yvirtaka fleiri málsøki, er neyðugt við einum tryggum búskaparligum grundarlagi. Tí valdast ein endurnýggjan av ríkisfelagsskapinum, í hvønn mun vit megna at vaksa um føroyska búskapin. Okkara búskapur hevur seinastu árini verið merktur av búskaparkreppuni. Trupult er at meta um búskaparligu gongdina komandi árini, og tí er tað ikki realistisk at gera nakra ítøkiliga langtíðar heildarætlan fyri endurnýggjan av ríkisfelagsskapinum. Ómetaliga langt millum orð og gerð Í svarinum vísir løgmaður m.a. á at hann metir tað nú vera rættari at “dagføra (hæk­ka) ríkisveitingina” enn at gerast óheft av hesi. Ei­si­ni vísir hann á, at skulu sam­ráð­ingar takast um við Dan­mark um ríkisrættarligu støðu­n­a, so verður hetta í sam­bandi við nýggja stjórn­ ar­skip­an sum “formliga stað­ fest­ir støðu Føroya í ríkis­ felags­skapi­num”. Verður ríkisveitingin hækk­að við 200 mió. kr. vil hetta vera eitt stórt bú­ skap­a­r­ligt afturstig, meðan ein formlig stað­fest­ing av Føroyum í ríkis­felags­skap­ inum í eini stjórn­ar­skipan og við eina fólka­at­kvøðu um hesa, kann ger­ast eitt stórt løgfrøðiligt aftur­stig. Hetta kann ikki vera meiningin. Hví fremja aftur­stig, tá vit hava ríkar møgu­leik­ar at gerast eitt meira sjálv­bjarg­ið og sjálvstøðugt land ? Meirilutin ynskir einar sjálv­støðugar Føroyar Tingfólk úr øllum flokk­ um á Løgtingi ynskja einar sjálvstøðugar Føroyar og eitt endur­nýggjað samstarv við Dan­mark. Stórur meiriluti er fyri hesum á Løgtingi. Løg­ mað­ur hevur tí ein søguligan møguleika at skapa ein breiða semju á Løg­tingi um, at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land og at end­ur­nýggja samstarvið við Dan­mark. Eftir er bert at vóna, at løgmaður velur at fylg­ ja dreyminum heldur enn svaru­num, ið hann hev­ur giv­ið uppá settu spurn­ing­ ar­nar. 30. august 2012 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi kjak Løgmaður sigur eitt og ger nakað annað