Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein samhaldsføst sosial skip­an eigur at tryggja at øll hava nøktandi umstøður til á virðiligan hátt at búleikast í Tórshavnar Kommunu - hó­ ast ymiskar fortreytir. Høvuðsstaðar kommunan eig­ur at ganga undan á hes­ um øki og skipa so fyri, at barnafamiljur, einligir for- syrg­jar­ar og onnur sum hava tru­pult at fáa endarnar at røk­ka, fáa ískoyti, so teimum og teirra børnum verður bjóð­að eitt gott lív. Øll kunnu koma út fyri at enda í eini støðu, har brúk er fyri hjálp, nøkur í styttri, og onn­ur í longri tíðarskeið. Kommunan eigur at skipa so fyri, at til ber at leiga bú­ stað bíliga og at hóskandi skipan við munandi fíggj­ ar­lig­um ískoyti til bústað, barna­ansing o.s.fr er til stað­ ar Onnur gongd leið er at hækka botnfrádrottin mun­ andi, so lægstu inntøkurnar fáa mest møguligt burturúr. Har­afturat eigur broyting í markinum fyri fríplássi eisi­ ni at endurskoðast. Nógv hevur verið fram­mi um skattaprosentið í Tórs­ havnar Kommunu. Havast má í huga at nógvar íløgur ligg­ja fyri framman og skulu hes­ar fremjast, so er neyðugt við ávísum skattaprosenti. Tá tað er sagt, ber helst til at laga skattin soleiðis at lægstu inn­tøk­urnar fáa ein skáa, með­an hægru inntøkurnar gjal­da eitt skattaprosent sum svarar til kostnaðin á teim­um íløgum sum skulu ger­ast. Tað er mín sannføring at breiðastu herðarnar eiga at bera tyngstu byrðarnar. Fyri at vit skulu stimbra fólka­vøkstri, er neyðugt at kvinn­ur í burðardyggum aldri búleikast her, og at vit trygg­ja at barnafamiljur og ein­lig­ir forsyrgjarar hava um­støð­ur og gott fíggjarligt trygd­ar­net í kommununi. Ynski­ligt er eisini at betri javn­vág millum arbeiðslív og familju­lív fæst, so hugurin og árræði at fáa fleiri børn er til staðar. Vit kunnu ikki livað við at tað er neyðugt hjá fólki at flyta av landinum, tí fíggjar­ liga byrðan verður ov tung at bera. Her má og skal ein sam­halds­føst skipan gerast, so til ber hjá øllum borgarum at trívast og hava eitt gott lív. S itandi samgonga millum Javn­ aðarflokkin og Tjóð­veldi hava framt nógv í verki innan barna og ung­dóms­økið síðan januar 2009 til dagin í dag. Her kunnu nevnast nøkur ting, sum vit hava sett í verk: Ungdómstilboð í Látrinum í Nólsoy. Ungdómstilboð í Klubb 188 í Hoyvík. Ungdómstilboð úti á Norðasta Horni. 3. flokkur hevur nú eisini frítíðartilboð. Dansifrøði verður brúkt til dans, DJ-Show, o.a nakr­ar ferðir árliga fyri ung­um upp til 18 ár. Serstova er gjørd til børn við serligum fak­lig­ um avbjóðingum í Hoyvík. Umframt eru 3 millión­ ir settar av til at innrætta loftið í Ítróttarhøllini í Kolla­firði til KÌF og til frí­ tíð­ar­skapandi virksemi hjá koll­firingum. Útbygging og um­bygg­ ing av fleiri ítrótt­arhallum Spælipláss og sparki- vallar eru og vera gjørdir ymsa staðir. Eitt nú úti í Svanga og í Kollafirði. Sjálvsagt er nógv annað eisini gjørt, sum ikki er um­talað her. Sjálvsagt vantar nógv enn, men her er virkuliga komið nakað av skafti hesu fáu árini henda bý­ráðs­samgonga hevur sit­ið við róðrið, um onkur skuldi ivast. Tey mál, sum eg vil arbeiða víðari við innan barna - og ungdómsøki eru: At betra um verandi um­ støð­ur og karmar innan barna- og ungdómsøkið. At vit fáa gjørt eitt ung­ dóms­tilboð úti á Argjum og á Velbastað. At vit fáa gjørt fleiri frítíðar­tilboð til børn og ung frá 3 til 5 flokk í Bad- min­ton­høllini og í Hoyvík. At vit byggja ein nýggj­ an dagstovn í Kollafirði. At børn og ung við serl­igum tørvi fáa somu kommunal klubb- og ung­ dóms­tilboð sum onnur. At vit gera 1 ella 2 serskúlar/ ella serskúla­ eindir í verandi fólka­ skúla­karmum í Hoyvík og í miðbýnum. At vit gera fleiri spæli­ pláss. At vit gera fleiri FIFA sparki­vallar. At vit gera eitt kommu­ nalt ungdómsráð. At vit gera eitt felagsráð fyri børn við serligum av­ bjóð­ingum. At vit gera serliga ser­ stov­ur innan dag­stovnar At vit gera ein stuðuls­ grunn til útbúgvingar hjá starvs­fólkum innan dag­ stovnaøki At vit gera eitt multi­ skap­andi barna og ung­ dóms­hús í Hoyvík At alt dagstovnaøkið verð­ur høgt raðfest. At vit fremja skipaðan bar­na og frítíðarpolitikk (ikki fyribilsloysnir) Ja, her er nakað at gera og hugsa um, men alt hetta omanfyri ber væl til at fremja. Nakað kann gerast her og nú og rest­in kann ger­ast við tíð­ini. Við polit­ isk­um vilja, sam­starvið og fíggjar­ligum skyn­semi ber nógv til. Levi Mørk býráðslimur www.levimork.com Andrea Heindriks­ dóttir kjak Barna- og ungdóms­ politikkur 2009 – 2012- Samhaldsføst skipan tryggjar fólkavøkstur Fyri at repitera úr sam­gongu­ skjalinum, so skuldu sam­ ráð­ingar verða við donsku stjórn­ina um at dagføra ríkis­veit­ingina til dagsvirði. Hesar samráðingar vóru í Keyp­mannahavn í januar – og endaðu úrslitaleysar. Danir vildu als ikki hoyra um at hækka veitingina við ætlaðu 150- 200 mió. Her vóru teir sostatt samdir við løgmann, sum herfyri boð­ aði frá dreymi sínum um, at ríkisveitingin væntandi fer at minka burtur í einki næstu 10 árini. Meira spennandi eru tær sam­ráðingar, sum standa fyri framman um greining av peningarenslinum. Um henda spurning stend­ur so­leið­is at lesa í sam­gongu­ skjali­num: ... ” samráðingar vera við donsku stjórnina um eina greining av pen­inga­ renslinum millum Føroyar og Dan­mark. Greiningin skal verða liðug 31. dec. 2012 ”. Ein firtin løgmaður Løgmaður gjørdist firt­in, tá eg vágaði mær at bera tíðindini um for­mans­ semjuna um ikki at fara til sam­ráðingar aftur um at dag­ føra ríkisveitingina. At hinar báðir floksformenninir valdu at vera tað, sum Sosialurin nev­nir »atkvøðuneyt og snúð­in« var væntandi, men ikki serliga djarvt ella er­ligt. Men lat tað fara – sam­ráð­ ingin hevur verið og end­aði úrslitaleyst, ella fyri aftur at endurgeva sama Sosial: »løgmaður og Jørgin Nicla­ sen fingu stólin fyri hurðina, tá teir hetta royndu seinast, og tað sama fáa teir aftur«. Ein uppgerð føringum til fyrimunar Samráðingarnar um pen­ inga­renslið, sum Mið­flokk­ urin við jøvnum millum­ bil­um seinastu árini hevur roynt at fáa undirtøku fyri, skulu vera lidnar áðr­enn ársskiftið. Í mong ár var tíverri lítil og eingin undir­ tøka fyri hesum, men til rós samgonguflokkanna skal sigast, at tá núverandi sam­ gongu­skjal varð tilevnað, var full semja um at fáa hesa uppgerð gjørda. Og skulu vit trúgva meira enn einum fyrr­verrandi donskum for­ sætis­ráðharra, so fer hendan up­p­gerð at vísa eina greiða ogn Føroyum og føringum til góða! Djarvir grønlendingar Annars má sigast, at be­frí­ andi er at frætta um hugburð grøn­lendinga, sum á mangan hátt er virðiligari enn okkara. Her hugsi eg m. a. um skila­ mannin, grønlendska løg­ mann­in Kubik Kleist, sum minn­ir danskar politikkarar á, at í ríkinum eru trý lond og ikki bert hitt eina, ein veru­ leiki, sum danir ferð eftir ferð tykjast gloyma! Spennandi samráðingar um greining av peningarenslinum Jenis av Rana Formaður Miðfloksins