fríggjadagur 31. august 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skótarnir fingið lastbil
frá Vága Bjargingarfelag
Í vikuni fingu skótarnir handaðan ein lastbil frá Vága Bjargingarfelag, sum framyvir skal
nýtast inni á skótadeplinum á Selatrað.
Bilurin er frá 1968 og er av
slagnum Mercedes Benz 911.
Vága Bjargingarfelag yvirtók
lastbilin frá Civilforsvaret í
2001 fyri kr. 35.000 og letur
nú skótunum bilin, tí ætlanin
hjá felagnum er at fáa sær
smidligari bil til bjargingar
arbeiðið. Tá bilurin kom til
landið í 2001 komu sam
stundis eisini tveir aðrir bilar,
ein til bjargingarfelagið í
Kollafirði og ein til bjarging
arfelagið á Tvøroyri. Tann á
Tvøroyri brendi, tá hølini hjá
felagnum brendi, og bilurin í
Kollafirði koyrir ikki longur.
Sostatt er hesin bilurin tann
einasti av teimum trimum,
sum koyrir enn.
Bilurin er í sera góðum
standi, m.a. tí hann hevur
verið væl røktur og hevur
staðið øll árini í hitaðari høll.
Hóast bilurin er 44 ára gamal,
hevur hann einans koyrt
góðar 1.000 km um árið og tí
als ikki uppslitin, men hevur
nógvar góðar kilometrar í
sær enn.
Lastbilurin er diesel og
hevur 5 gear. Hann er tó so
lágt gearaður, at topp-ferðin
liggur um góðar 70 km um
tíman, men av tí sama trekkj
ur hann sera væl og hevur
samstundis møguleika fyri
at trekkja við øllum fýra
hjólunum. Motorurin er 110
hestar, 6 cilindarar, og róður
greiðirnar eru av góða gamla
tunga slagnum, tvs. ikki
servostýring, men mekanisk
stýring.
Bilurin hevur stóra last,
sum hevur ljós og úttak við
230V. Lastin kann sostatt
nýtast til nógv ymisk enda
mál í sambandi við tiltøk á
Selatrað. Eisini er møguleiki
at
nýta
lastina
til
pall
framførslur av ymiskum slag
í sambandi við størri tiltøk.
Upplivingar í lastini
Skótarnir ætla fyrst og fremst
at nýta bilin til at flyta útgerð
í sambandi við tiltøk aðra
staðni í Føroyum, soleiðis at
útgerðin, sum í dag einans
kann nýtast inni á Selatrað,
eisini kann gerast tøk aðra
staðni í landinum.
Vátdraktir til snorkling og
útgerð so sum kanoir o.a.
fylla so mikið nógv, at higartil
hevur ikki hugsingur verið at
nýtt útgerðina nakra aðra
staðni enn á Selatrað, men
við hesum bilinum fara skót
arnir at kunna hava upp
livingar í lastini tá teir fara at
skipa fyri tiltøkum uttanfyri
skótadepilin á Selatrað.
Skótarnir fingið
nógva útgerð
Seinastu árini hava skótarnir
møtt sera stórari vælvild og
fingið nógva útgerð. Lastbil
urin frá Vága Bjargingarfelag
er partur av langari røð av
lutum, sum feløg, stovnar og
einstaklingar hava latið skót
unum.
Úr rúgvuni kann nevnast
smoltstøð, MOB-bátur, hóp-
ur av møblum, hyllaskipanir,
byggitilfar,
betongsaging,
sandblástur, brúgv, amboð og
tilsøgn um rennistrong.
Eisini hevur samstarv
verið við ALS um bygging á
deplinum, har nøkur fólk
hava verið á starvsvenjing á
deplinum og onnur hava valt
at latið sína arbeiðsmegi fyri
einki á deplinum. Samstarv
hevur eisini verið við Dugna
um at seta nakrar av møblun
um í stand.
Skótarnir takka hjartaliga
øllum, sum hava latið skót
unum bygningar, útgerð o.a.
og eina enn størri tøkk til
fólkini frá ALS, sum hava
brúkt sína tíð og arbeiðsmegi
til at skapa ein góðan upp
livingardepil í Føroyum.
Upplivingardepil til
allar føroyingar
Ætlanin hjá skótunum er, at
skipa skótadepilin á Selatrað
til ein upplivingardepil fyri
allar føroyingar.
Tí hava skótarnir eisini
seinastu árini skipað fyri
Familjulegum, har øll hava
havt høvi at royna útgerðina
hjá skótunum. Familjulegan
verður aftur á skránni fyrsta
vikuskifti í juli komandi ár.
Umframt Familjuleguna
hava skúlaflokkar, familjur,
stovnar og feløg eisini verið á
deplinum og sloppið at roynt
snorkling,
kanoir,
síging,
paintball, øksakast o.a.
Alt hetta virksemið verður
gjørt fyri at føroyingar skulu
sleppa at royna ting, sum
man annars skal av landinum
fyri at royna. Samstundis er
hetta tó eisini við til at fíggja
part av útgerðini og bygg
ingini.
Skótarørslan í vøkstri
Skótarørslan er í vøkstri og er
vaksin við uml. 20 prosentum
seinastu trý árini. Hóast
hetta er hugsanin at vaksa
enn meiri komandi árini.
Vøksturin
hevur
higartil
fyrst og fremst verið innan
verandi skótabólkar, meðan
ætlanin komandi árini er
eisini at stovna nýggjar
bólkar og at endurstovna
bólkar, sum eru óvirknir í
løtuni.
Útbyggingarnar á Selatrað
eru við til at skapa vøksturin,
tí depilin veitir eina muna
góða tænastu til bólkarnar,
soleiðis at tað verður lættari
hjá skótaleiðarunum at skapa
upplivingar til børnini.
Vøksturin í skótarørsluni
kemur av, at alsamt fleiri
vaksin fólk lata ein part av
síni frítíð til ungdómsarbeiðið.
Skal rørslan vaksa komandi
árini er neyðugt, at enn fleiri
vaksin fólk koma við í rørsl
una, bæði sum leiðarar í
skótaliðunum, sum instruk
tørar á skótadeplinum á
Selatrað, og eisini sum hand
verkarar, skrivstovufólk og
at koma til hjálpar á ymsan
hátt.
Seinastu árini hevur stór
ur dentur verið lagdur á
starvsfólkarøkt hjá leiðarum
og
hjálparfólkum
innan
rørsluna og hevur hetta verið
við til at gjørt trivnaðin inn
an rørsluna serstakliga góð
an. Fólk eru glað fyri at
hjálpa, tí talan er um inni
haldsríkt, stuttligt og sosialt
virksemi, har øll familjan
kann luttaka og møguleikin
er fyri at hitta nýggjar vinir
og endurfinna gamlar vinir.
Neyðugt við peningi
Hóast stóru gávurnar og
inntøkurnar frá starvsfólka
døgum o.ø. er neyðugt við
meira peningi, um skóta
depilin skal umskapast til ein
rættiligan upplivingardepil.
Tí fara skótarnir at senda
umbønir um stuðul út til
feløg og onnur í næstum.
Vónin er, at nokk av peningi
kemur inn til at næsta
byggistig kann fíggjast.
Skótarnir eru sera takk
samir fyri einhvønn stuðul,
og gera alt fyri at fáa sum
mest burtur úr pengunum, ið
latnir vera skótarørsluni.
Stórur partur av arbeiðinum
er annars sjálvboðið, so talan
er fyrst og fremst um pening
til tilfar.
Um onkur hevur áhuga
fyri at gerast virkin innan
skótarørsluna ella um onkur
annars liggur inni við útgerð,
amboðum ella øðrum, sum
tey halda at skótarnir kundu
havt brúk fyri, eru tey
vælkomin at ringja til Magni
Laksáfoss á tlf. 212594.
KFUM-skótarnir í Føroyum