fríggjadagur 31. august 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Effo-deildin 22. umfar upptakt
Jóannes Hansen
ÍF venjarin var lættur um hjartað,
tá ið dómarin hevði bríkslað fyri
síðstu ferð í Fuglafirði mikukvøldið.
Í 2. hálvleiki hevði avrikið ikki ver
ið nakað serligt, men kortini metti
venjarin, at hansara lið hevði 1-1 og
harvið stigið uppiborið:
– Í 1. hálvleiki vóru vit greitt
omaná, og vit áttu at hava skorað.
Eftir steðgin eru teir betri, men tað
boðar frá styrki og góðum morali,
at vit megna at stríðast alla tíðina
og í síðsta minutti at skora og
harvið at vinna eitt stig, segði ÍF
venjarin í samrøðu við útvarpið hjá
Kringvarpinum stutt eftir síðsta
bríkslið.
ÍF venjarin ynskir á ongan hátt
at luttaka í prátinum um, at ÍF
framvegis hevur góðan møguleika
at vinna FM heitið:
– Vit tosa ikki um FM. Spælar
arnir hava fokus á næstu venjingini
og næsta dystinum, sum verður
á Tvøroyri. FM stríðið verður ikki
avgjørt eftir 21 ella 22 dystir, og
tosið um søguligu gongdina nyttar
einki hjá okkum. Tá ið vit fóru til
Havnar at spæla ímóti B36, vóru
tað 30 ár síðani síðsta sigurin
ímóti teimum har suðuri, men tað
eydnaðist okkum við at savna okk
um um ta uppgávuna at vinna, og
nú bíðar ein nýggj uppgáva, sum
vit savna okkum um. Tá ið 27 um
før verða avgreidd, fara vit at telja
saman, og tá fæst at síggja, hvussu
úrslitið verður, staðfesti Flemming
Christensen venjari hjá ÍF í samrøðu
við útvarpið hjá Kringvarpinum.
29. apríl tapti ÍF á útivølli ímóti
TB 1-0. Eftir vitjanina í Trongisvági
bíðar grannauppgerð í Sarpugerði í
23. umfari, og í 27. og í síðsta umfari,
sum verður leygardagin 6. oktober,
eigur ÍF heimadyst ímóti HB!
Mikukvøldið
noyddist
vong
verjin í vinstru Jan Ó. Ellingsgaard
skaddur av vøllinum.
TB er illa spert
Tað kom ógvuliga illa við hjá TB,
at tað ikki eydnaðist at vinna stig
á Vágseiði mikukvøldið. Avrikið
var lítið sannførandi, og á Tvøroyri
ásanna teir, at tað skulu heilt aðrir
bollar á suppuna, um tað skal
sleppast undan støðugu hóttanini
av niðurflyting.
Seinasti sigurin var á heimavølli
ímóti FC Suðuroy, tá ið úrslitið var
3-0. Níggju tær seinastu ferðirnar
er TB farið av vøllinum uttan at
hava vunnið fulla úrtøku. Tríggjar
ferðir hevur verið javnt.
19 ára gamli miðvallarin Rógvi
Joensen varð skaddur í útidyst
inum ímóti Víkingi, og hann er
framvegis uttanfyri.
joannes@sosialurin.fo
TB - ÍF
Páll Augustinussen
sunnudagin klokkan 15.00
Flemming tosar
ikki um FM
Fótbóltur ÍF venjarin vil hava sínar spælarar at taka ein
dag í senn og bara at hava fokus á næstu uppgávuni, sum
kennist ivaleysa stór, tí tvøramenn eru illa sperdir
Mynd: Áki Bertholdsen
31 stig skilja heimaliðið og gest
irnar, tá ið Víkingur sunnu
dagin fær vitjan av FC Suðuroy.
Kortini eru tað gestirnir, sum
hava sigur frá mikukvøldinum
í viðførinum, tá ið heimaliðið
tapti. Í báðum førum var úrs
litið 1-0.
Í Vági vóru teir fegnir um, at
tað endiliga eydnaðist at vinna
fyrsta sigurin í ár:
– Vit flyta niður, og so ræður
um at byggja upp aftur, men
tað var hugaligt at vinna, hóast
fleiri av føstu monnunum ikki
vóru tøkir, segði liðformaðurin
Palli Augustinussen í samrøðu
við Rás2.
Víkinga venjarin Jógvan
Martin Olsen harmaðist 1-0
tapið í Runavík:
– Tað kunnu vit bara takka
okkum sjálvum. Vit vóru greitt
omaná, men tað kostaði, at
vit ikki megna at fáa úrtøku
burturúr, segði Víkinga venj
arin, sum nú skal seta steypa
vinnararnar upp av nýggjum.
Hjá
Víkingi
var
Niclas
Niclassen
uttanfyri
miku
kvøldið. Sølvi Vatnhamar er
farin av landinum, og Fritleif í
Lambanum, sum seinastu ferð
irnar ikki hevur verið millum
teir fyrstu ellivu, er aftur í hit
anum.
Hjá FC Suðuroy vóru fleiri
av føstu monnunum uttanfyri
mikukvøldið: Poul N. Poulsen,
Jón K. Poulsen, Heri Kjærbo
og spælandi venjarin Sasa
Kolman.
Tá ið Víkingur vitjaði á
Vágseiði, var úrslitið 1-1. Tá
ið FC Suðuroy vitjaði Víking
í Fuglafirði, var úrslitið 4-0
heimasigur, eftir at gestirnir
høvdu hildið tørn um málleysa
javnleikin í meiri enn ein tíma.
Merkisvert ta ferðina var tað,
at tvey tey fyrstu málini vóru
sjálvmál!
Víkingur - FC Suðuroy
Eiler Rasmussen sunnudagin
2. september klokkan 15.00
Víkingur skal
reisa seg
Steypavinnararnir taptu 1-0 móti NSÍ í Runavík
Mynd: Álvur Haraldsen