fríggjadagur 31. august 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. august 2012 · Nr. 101
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Effo-deildin 22. umfar upptakt
Jóannes Hansen
Tað er eingin ivi um tað. Toppdyst
urin hesa ferð verður í Streymnesi.
Talan er um sanna lyklauppgerð.
EB/Streymur er oddalið og sjey
stig frammanfyri HB, ið er á fimta
plássi, og sum orduliga hevur
funnið stevið.
Nakrar dagar undan ólavsøku
tóktist tað sum um, at 4-2 tapið á
heimavølli ímóti NSÍ bar boð um, at
talan fór at verða um eitt av heilt
soltnu HB árunum. Síðani hava teir
svørtu og reyða spælt fimm ferðir,
og úrtøkan hevur verið trettan
stig.
– Javnvágin á liðnum er vorðin
so nógv betri. Vit vóru greiðir
yvir, at tað var neyðugt við styrki
í summarsteðginum, og tað hevur
av álvara styrkt liðið, at Jóhan
Troest Davidsen, Rógvi Poulsen
og Rókur Jespersen eru komnir
aftrat. Tað hongur betri saman
millum keturnar, vit flyta okkum
skilabetri, og so spæla vit okkum
til nógvar málmøguleikar. Undan
summarsteðginum
spældu
vit
onkra ferðina væl, men botnstøðið
var ógvuliga lágt. Soleiðis hevur tað
ikki verið seinastu nógvu ferðirnar.
Sjálvsálitið er vaksið saman við
góðu avrikunum og úrslitunum, og
nú hava vit møguleika at vinna á
øllum.
HB
venjarin
Sigfríður
Clementsen er væl nøgdur við
gongdina. Mikukvøldið vann HB
altíð torføru uppgerðina ímóti
grannunum í B36 2-0, og síðstu
løtuna, tá ið árstalsfelagið ætlaði
sær at trýsta fyri at sleppa upp í
part aftur, megnaði HB at varðveita
bóltin alla tíðina.
– Nú spæla vit soleiðis, sum HB
plagdi at vera kent fyri at gera.
Seinastu árini hevur HB ikki verið
spælstýrandi á sama hátt, sum liðið
plagdi at vera, men tað eru vit nú,
og tað líkar okkum væl.
Hvat er uppskriftin upp á at
vinna á útivølli ímóti EB/Streymi?
– Størsta styrkin hjá EB/Streymi
er í skjótum umstillingum. Teir
eru lívshættisligir, um tað eydn
ast teimum at taka bóltin frá mót
støðuliðnum, tá ið tað er á veg í
álop. Í sovornum førum snýr tað
seg um 2-3 sendingar, og so eru
framrættaðu menninir framman
fyri mótstøðumálið. Tí er fyrsta
treytin hjá okkum, at vit sleppa
undan mistøkum, tá ið vit eru á
veg fram. Og tað haldi eg, vit eiga
at megna, um vit hava gongdina
seinastu fimm ferðirnar í huga,
heldur Sigfríður Clementsen.
Allir spælararnir hjá HB eru tøkir
uttan Vagnur Mohr Mortensen,
sum eftir beinbrotið ímóti B36
mikukvøldið ikki verður við aftur í
ár. Jóhan Troest Davidsen var niðri
í útbúgvingarørindum mikudagin,
men nú er hann tøkur aftur.
Droyma tit um FM heitið?
– HB hoyrir heima í toppinum,
men undan summarsteðginum var
tað so mikið soltið, at FM heitið
varð avskrivað. Nú eru vit á 5.
plássi, og um tað eydnast at vinna
sunnudagin, so verða tað fýra stig
fram til EB/Streym og fimm til
toppin, um tað eydnast ÍF at vinna
í Trongisvági. Málið hjá okkum
er atgongumerki til europeiskan
fótbólt, og tað vil siga í minsta lagi
fjórða plássið. Um vit varðveita
fólkið, sum vit nú hava, so rokna vit
avgjørt við møguleikanum at vinna
atongurmerkir til altjóða fótbólt
næsta ár, sigur HB venjarin.
Komnir fyri seg
Hjá EB/Streymi snýr tað seg um at
fáa spælararnar at koma fyri seg
aftur. Meðan HB hevði frí í viku
skiftinum var EB/Streymur partur
av spennandi steypafinalu, og
mikukvøldið endaði toppdysturin
í Fuglafirði 1-1.
Fram
ímóti
toppuppgerðini
sunnudagin verður millum lítið og
einki gjørt við venjingina. Tað ræð
ur um at vinna orkuna aftur.
– Vit harmast um, at tað ikki
eydnaðist at vinna fulla úrtøku í
Fuglafirði, tí vit høvdu møguleikar
til tað í 2. hálvleiki, men so mistu
vit á stokkinum. Hóast vit ikki
vunnu, so eri eg væl nøgdur við av
rikið. Okkara menn vístu, at teir eru
komnir fyri seg aftur eftir steypa
finaluna, sigur Heðin Askham,
venjari hjá EB/Streymi.
Egil á Bø er framvegis skaddur.
Mikukvøldið
var
Pætur
Dam
Jacobsen leikbannaður. Hann verð
ur við ímóti HB.
EB/Streymur - HB
Rói Jacobsen sunnudagin
2. september klokkan 15.00
Hetta er
møguleikin
hjá HB
Fótbóltur Sigfríður Clementsen heldur, at hansara menn
hava møguleika at vinna á øllum hinum, men um úrtøka skal
vinnast í Streymnesi, so skal sleppast undan mistøkum úti á
vøllinum, tí toppliðið er sera vandamikið í skjótum álopum
Tað eru tvey lið í aldudalinum,
sum hittast í Gundadali sunnu
dagin. B36 hevur bara fingið
eitt stig burturúr trimum teim
um seinastu ferðunum, og B68
hevur bara fingið tvey stig
burturúr fimm teimum sein
astu ferðunum.
Merkisvert er tað, at Jákup
á Borg, Lukasz Cieslewicz og
hinir í B36 ikki hava skorað í
trimum dystum á rað. Sambært
B36 heimasíðuni hevði B36
frammanundan skorað í 49
landskappingardystum á rað –
í tíðarskeiðnum 26. september
2010 og fram til 5. august 2012.
B36 liðið hevur verið og er
framvegis illa plágað at skað
um, og ímóti B68 verður Súni
Olsen ikki við. Hann er leik
bannaður eftir útvísingina í
2-0 tapinum ímóti HB.
Tað brennur orduliga undir
toftamonnum.
Mikukvøldið
kendist tað sum vónbrot at
tapa 3-1 á heimavølli ímóti KÍ.
Toftamenn vóru hampuliga
væl nøgdir við leikliga avrikið,
men teir hava framvegis nógvar
skaðar at dragast við. Jann Ingi
Petersen royndi at hjálpa til
ímóti KÍ, men hann noyddist
av vøllinum, áðrenn ein hálvur
tími var farin. Í hansara stað
kom superveteranurin Øssur
Hansen inn á miðvøllin.
Einar T. Hansen er tøkur
aftur eftir leikbannið miku
kvøldið.
joannes@sosialurin.fo
B36 - B68
Petur Reinert sunnudagin
2. september klokkan 15.00
B36 finnur
ikki málið
Tvær ferðir fyrr í ár hava KÍ og
NSÍ dystast, og báðu ferðirnar
hava klaksvíkingar vunnið
fulla úrtøku.
Seinastu vikurnar hevur tað
gingið væl hjá NSÍ, sum hevur
vunnið fimm stig burturúr
trimum teimum seinastu av
bjóðingunum.
Mikukvøldið
kom KÍ aftur á beint við 3-1
sigri á Toftum, eftir at tað
tríggjar ferðir á rað ikki hevði
eydnast at vinna nakað stig.
Sunnudagin ber til at siggja
bestu føroysku málskjúttarnar
á sama vølli. Klæmint A. Olsen
hjá NSÍ, sum í vikuni varð út
tikin til landsliðsferðina til
Týsklands í næstu viku, hevur
skorað trettan mál, og Páll A.
Olsen í KÍ hevur skorað fjúrtan
mál. Saman við Clayton Soares
hjá ÍF er Páll ovast á máltind
inum.
Hjá NSÍ er verjuspælarin
Jens Joensen tøkur aftur,
eftir at hann var leikbann
aður mikukvøldið, tá ið NSÍ á
heimavølli vann 1-0 á steypa
vinnarunum í Víkingi.
Hjá KÍ spældi miðvallarin
Ivan Joensen so sannførandi
mikukvøldið, at tað verður
torført at halda honum á
beinkinum ímóti NSÍ. Tríggir
KÍ spælarar, sum vóru leik
bannaðir
mikukvøldið,
eru
tøkir aftur – Henry Heinesen,
Heðin
Klakstein
og
John
Hammer.
KÍ - NSÍ
Juha M. Kanniainen (Finland)
sunnudagin 2. september
klokkan 15.00
Toppskjúttarnir
hittast
Mynd: Álvur Haraldsen