Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 101 · 31. august 2012 6 VIKUSKIFTI føroy­ingum. Hetta var serliga galdandi undir sam­gongusamstarvinum frá 2002 til 2004, tá kristiligi flokkurin hevði av­ gerandi atkvøðuna. Jenis av Rana og Bill Justinussen hava ongantíð dult fyri, at teir troyta møgu­leikarnar, sum flokkurin fær at gera vart við seg. Bill kemur ikki í tankar um nakað mál, har Miðflokkurin hevur viljað havt ræðið á frælsa viljanum hjá menn­iskjum. Tað er ímóti øllum tí, sum politikk­ur Miðfloksins byggir á. Frælsi viljin er tað dýrabærasta í skaparverki Guðs, og tað er langt frá Miðflokkinum at gera seg inn á hann. Hugtakið tolsemið hevur verið nógv umrøtt í almenna kjakinum sein­astu árini. Hugtakið hevur nú ta grund­ hugsjón, at sannleikin er relativur. At eingin kann siga, hvat er rætt ella skeivt. Sannleikin er tí ymiskur frá samfelag til samfelag. Nógv ymisk samfeløg geva nógvar ymsar sannleikar. Tað er ser­liga í kjalarvørrinum av áhaldandi stríð­num hjá teimum samkyndum fyri rætt­indum, at kjakið hevur tikið seg upp. Mið­flokkurin hevur átt virknan lut í orðaskiftinum og hevur ikki tikið undir við ynskjunum hjá teimum sam­ kyndu. Tolsemi hevur kortini nógv at týða fyri Bill Justinussen. Tolsemi er at góðtaka hvør annan treytaleyst so, sum vit eru. Øll menniskju eru serstøk og eiga at virðast fult og heilt, tí lívið er Guð­givið og unikt. Tað ber ikki til at lóg­geva fyri tolsemi. Tú kann nokta fólki at siga tað, tey meina, men tú kann ikki nokta teimum at meina tað, tey meina. – Øll menniskju hava fult ræði yvir egnum lívi, men ongan rætt yvir lívi hjá øðrum. Einki menniskja er yvir einum øðrum. Øll eru fødd líka við somu mannarættindum. Í grundini ber ikki til at lóggeva fyri mannarættindum. Tí hvør skal gera tað? Um øll eru líka, hvør er so tann, sum skal seta seg omanfyri og lóggeva mannarættindi frá og til?, spyr Bill og heldur fram: – Tey samkyndu misnýta hugtøkini, tá tey tosa um mannarættindi. At vera samkyndur hevur einki við manna­ rættindi at gera. Tað er ein liviháttur, ein uppfatan, ein meining, ein avgerð, ein lyst. Hjúnarlagið er heldur ikki manna­rættindi. Tað er ein skipan, ein sam­felagsinstitutión, sum regulerar viðurskiftini millum ein mann, eina konu og teirra børn. Um hjúnarlagið er ein mannarættur, so er tað eisini ein manna­rættur at kunna gifta seg við fleiri konum ella monnum, eins og fleiri samfeløg hava. Hjúnarlagið millum mann og kvinnu er eitt val, sum okkara samfeløg hava tikið við støðu í okkara mentan og siðaarvi. Tað er byrjanin til endan fyri vesturlendsku væl­ferðar­samfeløgini, um vit fara at pilka við hesa skipanina. Talið av inn­ flytarum eystanifrá økist í stórum, meðan vit sjálvi minka í tali. Teirra mentan og siðaarvur hevur hjúnarløg millum ein mann og fleiri konur. Tað krav­ið liggur næst fyri, um vit fara undir at um­definera hjúnarlagið«, sigur Bill Justinussen. Markið fyri persónligt frælsi gongur hagar, at tað skaðar onnur og fyrst og fremst børn og ung. Børn og ung eru ikki búgvin at umsita óavmarkað persónligt frælsi, og tí eigur samfelagið neyðug mørk. Eitt dømi er royking. Tað eru tíverri so nógv ung, sum, áðrenn tey eru búgvin til at velja sigarettina, eru bundin av henni. Tá tey so gerast vaksin, angra tey, at tey fóru at roykja, tí tað slepst næstan ikki burturúr tí aftur. Megnað vit at halda tey burtur frá sigarettum, rúsdrekka og mongum øðrum, áðrenn tey gerast vaksin, var nógv vunnið. Markið fyri persónligt frælsið gongur eisini har, ið samfelagið sigur stopp. Tað eru so mong viðurskifti, vit kunnu siga isolerað sæð eru upp til tann einstaka. Men vit eru øll partar av størri heild, sum Gunnar Hoydal skrivar í sangleikinum. Tí má persónliga frælsið setast í mun til størru heildina. Miðflokkurin við Jenisi av Rana og Bill Justinussen á odda hava javnan tosað ímóti fosturtøkum, rúsdrekka, sam­kyndum, sangum hjá Páll Finnur Páll og 200, sigarrettum og øðrum. Fjøl­miðl­ar­nir fáa ofta høvuðssøguna at ringja til ein teirra og skatta dýpið, væl vit­andi um, at teir fáa eina sterka mein­ ing. Bill Justinussen kennir seg kortini ikki misnýttan av fjøl­miðl­unum. – Slík mál fáa altíð rúma umtalu, og tá er trupult at sleppa uttan um Mið­flokkin. Ein politikkari sær tað altíð sum eitt pluss at fáa umtalu ella at lut­taka í fjølmiðlakjaki. Í so máta kenna vit okkum ikki misnýttar, tí tað er ein part­ur av game'inum«, slær hann fast. Ikki tann sterki »MIÐFLOKKURIN MUNDI FARIÐ Í TVÍNINGAR Í SAMRÁÐINGUNUM UM SAMGONGU, TÍ BILL JUSTINUSSEN KRAVDI, AT FLOKK­ URIN FÓR Í SAMGONGU, KOSTA HVAT TAÐ VILDI.« Tað skrivaði Sosialurin tann 18. novemb­er í fjør, fáar dagar eftir, at Mið­ flokkurin skipaði sam­gongu saman við Sambands­flokkinum, Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Tað var um reppið, at Miðflokkurin skrædnaði, tí Bill Justinussen og Jenis av Rana vóru rúkandi ósamdir. Uppskotið um flat­skattin smakkaði formanninum so illa, at hann hevði hug at pakka saman. Bill ásannaði í fjølmiðlunum, at Jenis er mun­andi meira vinstravendur enn hann, sum er rættiliga borgarliga sinn­ aður. Bill Justinussen fekk kortini sín vilja, og Miðflokkurin fór í samgongu. Tað skal ikki skiljast sum, at hann er tann sterki maðurin í flokkinum, sigur hann. – Als ikki. Jenis stóð á odda fyri sam­ ráðingunum vegna Miðflokkin og fekk stóra ávirkan á samgonguskjalið. Tað er ikki nøkur loyna, at tá tað snúði seg um málini um skattalættan og samskatting av pensjónum, vóru ymsar áskoðanir í flokkinum. Tað hava vit fyrihildið okk­um til. Málini eru avgreidd og nú standa aðrar avbjóðingar fyri framman, sigur Bill. Tað er fremst av øllum Miðflokkinum at takka, at etisk mál eru parkerað í hes­ um samgongusamstarvinum. Jenis av Rana hevur sagt, at flokkurin stend­ur saman um etisku málini, men ting­lim­ ir­nir hava meira frítt spæl, tá politisku málini eru fyri. Men hvør flokkur er Miðflokkurin, tá etisk mál ikki skulu viðgerast? – Tað eru helst fleiri meiningar um, í hvønn mun etisk mál eru parkerað. Tað er ein sannroynd, at í hesi samgonguni eru vit mong, sum byggja politik á kristna virðisgrundarlagið, og tí kann ikki roknast við slakandi broytingum. Mið­flokk­urin hevur enn nógv á hjarta og er sera virkin í samgongusamstarvinum. Vit fegnast um, at tað er rúm fyri okk­ ara sjónar­miðum, og eg kann bara rósa samstarvsflokkum í so máta. Um tú spyr á gøtuni, hvørjum Miðflokkurin stendur fyri, vænti eg, at tú fær greið svar uppá, hvør Miðflokkurin er. Tit tosaðu um at fáa hjartað aftur í føroyskan politikk. Hvussu hava tit tað? – Á so nógvum økjum. Hjartaleysur politikkur kann vera so nógv annað enn at minka um útreiðslurnar á fíggjar­ lógini. Eg haldi tildømis, at ein og hvør liberalisering í rúsdrekkapolitikkinum er hjartaleys. Lættari atgongd til rús­ drekka rakar so ómetaliga hart, har fólk missa tamarhaldið á nýtsluni. Eisini er tað hjartaleyst at lata sum einki, tá lækna­frøðin peikar á álvarsligar heilsu­vandar á økjum sum ovurfiti, royking, at taka sól og annað. Tað er eis­ini hjartaleyst at brandskatta hartar­ beiðandi familjur, sum hava tungt við at vinna nóg mikið til dagin og vegin, Og tað er eisini hjartaleyst at yppa øksl at arbeiðsloysinum. Og tað er hjartaleyst og tað, sum verri er, at drepa børn í móðurlívi. So vit hava nóg mikið at síggja til. Framtíðin Nú 49 ára gamli Bill Justinussen hevur ongar ætlanir um at fara burturúr politikki enn. Hann er sinnaður at stríð­ast fyri sínum aðalmáli til tað sein­asta – at Føroyar verða varðveittar sum kristin tjóð. Og tað ber væl til at laga før­oyska samfelagið eftir gomlum skriftum. – Matematisku útrokningarnar hjá Pythagoras eru 2500 ára gamlar. Men aldur sæst ikki á teimum, og tær verða enn brúktar í skúlum kring allan heimin. Ein absoluttur sannleiki broytist ikki, um hann so verður milliónir ára gamal. So er eisini við Guðs orði, tað stendur um allar ævir, tí tað er sannleikin. Hygg at teim­um londum og samfeløgum kring heimin, sum ikki hava havt kristnu trúnna sum virðisgrundarlag. Hvussu er vælferðin í Kina, India, gomlu kommunista­lond­ unum, Afrika og aðrastaðni? Eru tað ikki júst vestanlond saman við millum øðr­um Amerika, sum hava hægstu vælferð og størsta persónliga frælsið yvir­høvur? Og eru tað ikki hesi londini, sum eru heimsins moralski peikifingur í manna­rættindum? – Tað er í stóran mun kristnu trúnni fyri at takka. Sannleikar, sum hava staðið í 2000 ár, hava prógvað sítt virði og hava eitt haldføri, sum ikki vikast. Tí talar alt fyri at halda fram eftir somu kós, og tí talar Miðflokkurin ímóti øllum royndum at bróta niður hesi virði, sum eru Guðs gáva til okkum menniskju. Sam­stundis er óavmarkaða persónliga frælsið, sum gleðiboðskapurin gevur menn­iskjum, okkara størsti fíggindi. Vit geva øllum loyvi til alt og taka ímóti fíggindum við opnum ørmum. Tað áleggur næstrakærleikin okkum. Politiskt ræður altíð um at finna javn­ vágina, so vit fóta okkum sum frægast í mun til avbjóðingarnar. Nær ert tú errin av at vera føroyingur? – Flaggdagin í 2003, tá fullveldissamgongan sat, koyrdi eg gjøgnum Kollafjørð á veg til Havnar. Veðrið var av tí allarfagstra og longu tíðliga fyrrapartin vóru føroysku fløggini vundin á stong um alla bygdina. Knappliga gjørdist eg so rørdur av sjónini, at eg stór­ græt. Tað var ein sterk og brádliga ákomin kensla, sum bara tók meg við sær. Kanska var eg errin av at vera føroyingur júst tá. Annars er løtan uttan fyri Tinghúsið á Ólavsøku stórbær. Tá velduga ólav­ søku­kórið, mannað við frægastu føroysku sangarunum, syngur føroyskar sangir við føroyskum løgum, føroyskum kórleiðara og føroyskum solistum. Eg var eisini sera errin at vera føroyingur, tá U21-landsliðið vann 1-0 á Russlandi fyri tveimum árum síðani, og annars hvørja­ferð, tá okkara landslið og einstaklingar sýna brøgd. Hvat kann øsa teg? – At hoyra ein føroying fortelja íslendarum, at nøkur fólk eingi borgarlig rættindi hava í Føroyum. Tá sigur man ósatt við vilja, tí her hava øll omanfyri 18 ár valrætt og her hava øll rætt at hugsa, siga og skriva tað, tey hava hug til. Og tá fólk sum heild brúka ósannindi at fremja sína søk, kann eg øsa meg. Og tá trúgvandi fólk verða niðurgjørd fyri meiningar, sum tey ikki hava, men sum onnur halda, tey hava. Og tá fjølmiðlar ikki eru objektivir, tá teir lýsa eitt mál. Og tá bilar koyra 70 og seinka ferðsluni. Vit kunnu ikki laga samfelagið eftir kristindóminum, halda nógv. Er tú kritiskur mót­ vegis tíni trúgv? – Hugtakið kristindómur er sera umfatandi. Tað er nógv skeivt framt í kristindómsins navni, og í tí ljósinum kann eg sjálvsagt vera kritiskur. Men tá vit tosa um at laga samfelagið eftir kristindóminum, tosa vit millum annað um nýtestamentligan moral, um kristnan etik, um virðing fyri skapanarverkinum, um at um­ sita náttúruna við skynsemi og um ábyrgd fyri næstanum. Allir politikkarar taka støðu í sínum egna lívsgrundarlagi. Tey, sum tildømis hava tolsemi sum lívsgrundarlag, vilja hava eitt tolsamt samfelag, sum tey tulka tað. Mær dámar eisini væl at lesa bøkur, sum eru av­bjóðandi og øðrvísi enn tað, sum eg sjálvur standi inni fyri. Mín trúgv er sterk, og tí eg eri ikki bangin fyri at lesa okkurt, sum peikar annan veg. Men eg eri samstundis opin og tilreiðar at broyta hugsan, um eg haldi tað vera skilagott. Er tú ofta fyri persónliga ágangi fyri tínar meiningar? »Skotini kunnu vera ymisk. Tíbetur havi eg sjáldan, ella kanska ongantíð, verið fyri skotum av slíkum slag, sum hava við privatlívið at gera. Skot, sum eru vegna politikkin, nerva meg ikki nevnivert. Hinvegin veit eg ikki, hvussu eg vildi reagerað, um eg varð fyri ákoyringum av meiri privatum slag. Tað kann eg hugsa mær eg truplari at vinna á. 4 SKJÓTIR... – Mannarættindi er eitt stórt orð og snýr seg um stríðið hjá trælum at fáa frælsi, hjá børnum í fátøkum londum at fáa skúlatilbið, hjá børnum í triðja heiminum at fáa mat og heilivág, hjá kristnum og øðrum forfylgdum um allan heim at fáa frið at hava sína trúgv, hjá krígsherjaðum sivilum at hava rætt til eitt lív. Mannarættindini venda sær til tey, sum eru í eini veikari støðu mótvegis makthavarum og kúgarum. At dýrka seg sjálvan kann ikki kallast ein mannarættur í somu terminologi sum omanfyri, sigur Bill Justinussen