fríggjadagur 31. august 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 101 · 31. august 2012
7
Summarið er brúdleypstíðin fram um aðrar. Ein ørgrynna av brúdleypum er farin
aftur um bak. Pør hava sagt »ja«, fólk hava savnast og fegnast í felag saman
við mongu brúðarpørunum. Gjøgnum summarið hevur Sosialurin í greinarøð
varpað ljós á nøkur av brúðarpørunum, sum vit hava savnað niðanfyri
Katrina
Miðhamar og
Finnur V. Carlsen
– Tað fyrsta, sum eg segði, var nokk »meinar
tú tað?«, og so byrjaði eg at gráta av gleði
Katrina Miðhamar
Britt Nielsen og
John Johansen
– Knappliga rópar John meg út í køkin, og tá
skilti eg ikki, hví John hevði latið seg í klædning,
sum hann stóð har á køksgólvinum. Áðrenn eg
fekk hugsað nógv meir, legði John seg niður á
knæ, tók eina rósu og ein ring fram og spurdi,
um eg vildi vera kona hansara. Tárini runnu
eftir kjálkum mínum, sum eg klemmaði hann
og grátandi av gleði fekk stamað eitt ja fram
Britt Nielsen
Edith Kruse
og Edvard Pauli
Andreasen
– Ein hending, sum eg minnist sera væl,
var, einaferð eg var í brúdleyp, og Edith var
á Mallorca við nøkrum vinkonum. Tá ringdi
hon til mín frá eini telefonboks, og tá var
fyrstu ferð, at hon seg »eg elski teg«
Edvard Pauli Andreasen
Inga Old og
Rasmus Maltesen
– Vit høvdu tað altíð gott, tá vit vóru saman,
og alt var bara júst tað eigur at vera
Rasmus Maltesen
Kristina
Johannesen og
Leivur á Lakjuni
– Innast inni hevði eg kenslur fyri honum.
Leingi ivaðist eg, um eg skuldi taka av
tilboðnum um at fara ein túr við honum til
Saksunar ella ikki. Tað endaði so við, at eg fór
Kristina Johannesen
Paulina Dam og
Hjalti Lamhauge
– Eg havi altíð sagt, at eg aldrin skal hava
ein sjómann, men tað fekk eg so kortini
Paulina Dam
Minjiao Li og
Bergur Jacobsson
Hansen
Eg minnist, hvussu fantastiskt tað var, tá
eg sá hana. Hon stóð har við stórum smíli
og hoppaði, sum eg kom ímóti henni
Bergur Jacobsson Hansen
Eitt brúdleyp fyri
og annað eftir
lagt til rættis: Rólant Waag Dam