fríggjadagur 31. august 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 101 · 31. august 2012
8
VIKUSKIFTI
Um tú hugsar um steypafinaluna,
hvat er tað fyrsta, sum kemur
tær tykkum hugs?
Heðin: Eg haldi vit spæla ein góðan dyst.
Hugt í bakspeglið dugi eg ikki at síggja, at
vit kundu gjørt nakað sum helst øðrvísi.
Vit vóru so fyrireikaðir sum vit einaferð
kundu. Eg haldi ikki, at Víkingur gjørdi
nakað, sum vit ikki vóru fyrireikaðir uppá.
Jógvan Martin: Fantastisk uppliving,
rómur av Víkingafjepparum, havi ongantíð
fingið so nógv klemm, fantastiskan
góðan uppbakning av Eysturíbúgvum
og so spældi mítt lið framúr góðan
fótbólt. Eg eri megastoltur av mínum
spælarum. Stórt rós eisini til EB/
Streyma liðið fyri eina ógloymandi finalu,
tað vóru tvey góð lið, vit sóu leika.
Var Víkingur rætti vinnarin?
Heðin: Sjálvandi eru teir tað, tá teir
vinna finaluna. Vunnu vit, so vóru vit
teir røttu. Dysturin var púra opin.
Jógvan Martin: Eg haldi, at eg kann siga
ja. Serliga nú eg havi sæð dystin umaftur.
Hví vann Víkingur finaluna?
Heðin: Tað var tí, at vit ikki fingu
lukkað dystin. Vit høvdu so øgiliga
nógvar matchbóltar gjøgnum dystin.
Í sjálvum dystinum høvdu vit tríggjar,
og í brotssparkskappingini høvdu
vit tveir. So onkursvegna vóru vit
bara ikki góðir nokk á degnum.
Jógvan Martin: Eg haldi, at vit vóru eina
tonn betur fyri á degnum reint mentalt og
fysiskt, og eg haldi, at viljin var størri hjá
okkum. Haldi eisini, at teir brúktu meira orku
enn vit, tí vit høvdu bóltin meira enn teir, og
tí vóru teir ikki so skjótir í umstillingum.
Hvat halda tit um karmarnar?
Heðin: Tað var fantastiskt og tað
var ein frægd at vera við til. Eg haldi
eisini, at um hetta verður framtíðin,
so kann steypakappingin menna
seg til nakað ordiliga gott.
Jógvan Martin: Teir vóru í topp.
Hvussu royndist undirlagið?
Heðin: Tað var í lagi. Eg sá allar hinar
finalurnar, og tá lógu fleiri við krampa. Tað
var eisini tað, sum hendi móti dystarenda
hjá okkum og í yvirtíðini, men vøllurin
er eitt sindur tungur við tað, at hann er
nýggjur og ikki hevur sett seg enn.
Jógvan Martin: Góður vøllur, men eitt
sindur tungur at spæla á siga spælararnir.
Kom nakað óvart á tykkum ella høvdu
tit fyrireikað tínar mans rætt?
Heðin: Nei. Eg haldi avgjørt, at vit høvdu
fyrireikað okkum rætt. Upplegg okkara rakti
á allar leikararnar, sum teir brúktu. Tað sama
gjørdi seg galdandi fyri teirra útskiftingar,
tí har raktu vit eisini rætt. Tað, sum teir
gjørdu, vóru vit fullgreiðir um, at teir fóru at
gera. So nei, har kom einki óvart á okkum.
Jógvan Martin: Eg hevði roknað við, at
Arnbjørn Hansen var í byrjunaruppstillingini,
men vit høvdu eisini fyrireikað okkum til,
at Niels Pauli Danielsen fór at byrja. Eg
legði nógva orku í at fyrireika okkum serliga
væl til dystin, og okkara heimaarbeiði
bleiv gjørt heilt niður í smálutir
Víkingur var rætti vinnarin av finaluni um løgmanssteypið. Tað halda bæði
Jógvan Martin Olsen og Heðin Askham. Men hvat halda venjararnir báðir
annars um finaluna? Hvat hendi, tá EB/Streymur skuldi taka brotsspark?
Og hvørjar tankar gjørdi Jógvan Martin Olsen sær hesa løtuna?
Víkingur
var rætti
vinnarin
lagt til rættis: Rólant Waag Dam
– Tað er einki at ivast í, at útvísingin av Pætur Dam Jacobsen var
avgerandi, heldur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi
mynd: Álvur Haraldsen