fríggjadagur 31. august 2012síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 101 · 31. august 2012
9
Hvønn týdning hevði tað, at Arnbjørn
Hansen byrjaði á beinkinum og
Egil á Bø als ikki var við?
Heðin: Tað hevði við sær, at vit vóru
eitt sindur veikari frammi á vøllinum.
Hinvegin spældi Leif (Niclasen, blðm.) ein
fantastiskan dyst, og Sorin (Anghel, blðm.)
spældi sera væl í verjuni. Á tann hátt, so
mugu vit siga, at teir, ið komu inn í teirra
stað, traðkaðu í karakter. Kortini haldi eg,
at vit hava eini tveir-tríggjar leikarar, sum
ikki raka toppin og tað ávirkar eisini okkum.
Jógvan Martin: Hatta er ein
hypotetiskur spurningur , men báðir tveir
hava stóran tydning fyri Eb/Streym.
Hvønn týdning hevði útvísingin
av Pæturi Dam Jacobsen
á endaliga úrslitið?
Heðin: Tað er einki at ivast í, at hon
er avgerandi. Og eg má eisini viðganga,
at eg ikki skilji hatta seinna kortið.
Tað var púra óneyðugt, tí tað, ið gekk
fyri seg áðrenn í dystinum, heimilaði
ikki hatta seinna gula kortið.
Jógvan Martin: Hatta er eisini
ein hypotetiskur spurningur, so tað
dugi eg ikki svara uppá, men sjálvandi
gav hetta okkum ein fyrimun, tí vit
spældu við einum manni meira.
Heðin, tú nevndi áðrenn dystin, at
Evrard Ble var ein lyklaleikari hjá
Víkingi. Høvdu tit kunnað fyrireikað
tykkum øðrvísi, og avmarkað
hansara leiklut í dystinum?
Heðin: Tað veit eg ikki. Sjálvandi kundu
vit tað. Men av tí, at vit vóru noyddir
at brúka Sorin í verjuni, so fingu vit ikki
sett hann á miðvøllin at ansa Ble. Vit
høvdu so Pætur (Dam Jacobsen, blðm.) í
tí økinum, og so er spurningurin, um tað
var nóg mikið. Men við tí liðnum, sum vit
høvdu, so fingu vit ikki gjørt tað øðrvísi.
Jógvan Martin, hvussu vilt tú
lýsa avrikið hjá Evrard Ble?
Jógvan Martin: Einastandandi gott!
Tað var imponerandi at síggja hansara
kynstur við bóltinum, yvirskot og hvussu
væl hann kláraði dystin reint fysiskt.
Høvdu tit avgjørt undan dystinum,
hvørjir skuldu skjóta brotsspark?
Heðin: Vit høvdu vant brotsspørk undan
finaluni, og vit høvdu rímiliga gott tak á
brotsspørkunum tá. Men tað kom klutur
í, tí vit vóru noyddir at taka Leif út, og so
varð Pætur vístur út eisini, so har ruku
tveir tryggir brotssparksskjúttar, sum vit
ikki fingu brúkt. Teir leikararnir, sum hava
staðið seg illa í brotssparksvenjingunum,
ið vit hava havt, til dømis Gert og Arnbjørn
(Hansen, blðm), bóru seg undan og
tað er væl skilligt. Tá vit so koma út til
brotsspark nummar seks, sjey og átta,
so fingu vit ein trupulleika. Tað var ein
spurningur um at taka ábyrgd, og opinbart
høvdu leikararnir ikki tað í sær júst tá.
Jógvan Martin: Ja.
Heðin, tú hevði eina útskifting
eftir. Hví setti tú ikki Egil inn
at skjóta brotsspark?
Heðin: Tað tosaðu vit um eisini,
men eg haldi ikki, at Egil føldi seg til
tað. Tí bleiv hann ikki settur inn.
Jógvan Martin, hvussu komst tú fram
til hvørjir leikarar skuldu skjóta?
Vit høvdu gjøgnum alla venjingarvikuna
vant brostspørk. Eg hevði mentalt fyrireikað
spælararnar til at taka brotsspark, og
aftaná venjingina hósdagin høvdu allir
meldað seg kláran til at sparka.
Hvussu upplivdu tit
brotssparkskappingina?
Heðin: Tað var øgiliga keðiligt. Sum
eg longu havi sagt, so hava vit tveir
matchbóltar har eisini, sum vit kortini
brenna. Vit kjakaðust eitt sindur um
René (Tórgarð, blðm.) skuldi vera millum
teir fyrstu fimm skjúttarnar, tí hann
hevur verið ein sera tryggur skjútti undir
venjingunum. Eg valdi so Sorin fram um
hann, men tað vísti seg, at báðir brendu.
Jógvan Martin: Eg royndi at vera róligur
sjálvur og tosa lætt við spælarnar, at smílast
og siga við teir, at hatta er bara eitt spark,
sum teir vóru klárir til at taka. Men eg var
sjálvandi drigin ígjøgnum kenslu-registrið
við pulsinum heilt í topp, og eg merkti
hvussu adrenalinið var í kók, so tað var ein
óbeskrivilig forloysing, tá tú stóðst eftir sum
vinnari at enda. Hetta er triðju ferð, at eg
sum venjari eri við til at vinna løgmansteypið,
og eg má bara siga, at kenslan er líka
góð hvørja ferð, um ikki enn betur.
Kemur úrslitið av steypafinaluni
at ávirka tykkara avrik og
úrslit í landskappingini?
Heðin: Nei, tað haldi eg ikki.
Steypakappingin hevur ongantíð havt
okkara fremstu raðfesting í ár. Vit fara
púra málrættaðir eftir landskappingini,
og tað gera vit framvegis.
Jógvan Martin: Vónandi ger tað tað á
ein positivan hátt, men vit plaga at pressa
høgt, og tað verður kanska ivasamt, um vit
hava orku til tað í dystinum mikukvøldið.
Um tú skuldi spælt steypafinaluna
hetta vikuskiftið, hevði tú
so gjørt nakað øðrvísi í mun
til síðsta vikuskiftið?
Heðin: Nei, um eg hevði somu menn tøkar,
so var uppleggið akkurát tað sama. Eg haldi
eisini, at teir leikararnir, sum eru á dystinum
tann dagin, teir gera sítt allar, allar besta,
so vit kundu ikki gera nakað øðrvísi.
Jógvan Martin: Nei, tað haldi eg ikki.
– Eg eri megastoltur av mínum spælarum. Stórt
rós eisini til EB/Streym fyri eina ógloymandi
finalu. Tað vóru tvey góð lið, vit sóu leika, sigur
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi
mynd: Álvur Haraldsen