Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 101 · 31. august 2012 11 Tórshavn sethús, klokkaragøta 21 Stór sethús við tveimum íbúðum. Húsini eru í 4 hæddum. Í íbúðini á stovuhæddini er trappugongd, gongd, vesi/vask við brúsu, køkur, stór stova, hjúnarúm og eitt kamar. Frá stovuni er útgongd til stóra altan. Í íbúðini, sum er á báðum teimum ovastu hæddunum, er á loftshæddini gongd, baðirúm, køkur/stova og 2 kømur. Á ovastu hæddini er gongd og 2 rúm. Í kjallarahæddini er gongd, vesi og vask, fýrrúm/vaskirúm og 2 rúm. Húsini vórðu umbygd og umvæld í 2005. Ovasta hæddin varð innrættað í 2008. Framvið húsunum eru álagdir flísar, og frammanfyri húsini er garður og urtagarður við nógvum trøum, runnum og blómubeðum. 2 bilpláss eru. Húsini standa í veðurgóðum umhvørvi stutt frá miðbýnum. Dagstovnur, býlingshús og sparkivøllur eru tætt við. Gott útsýni. Busssambandið er gott. Prísuppskot: kr. 2.300.000 sí meir á www.skyn.fo Sosialurin 341800 400 540 4 1972 Ikki bert ognir men heim