Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 101 · 31. august 2012 12 VIKUSKIFTI BAKGRUND Janus á Ryggi janus@sosialurin.fo Søguliga er talan um ein samanstoyt millum tvær mótstríðandi menn­ iskjafatanir. Øðrumegin hava vit eina røð av hugsarum, ið eru optimistar, sum síggja tað góða í menniskjanum og sum síggja stórar møguleikar fyri ein­um betri heimi – har felagskapur og samstarv verða raðfest frammum um sjálvsøkni og kapping. Menniskju gera jú hóast alt nógv gott fyri hvønn annan, ofta uttan at fáa nakað afturfyri. John Lennon rennir til hugs: »Imagine there's no countries, it isn't hard to do. No need to kill or die for and no religions too. Imagine all the people, living life in peace«. Tað ber til – sam­ bært the Beatles. Hinumegin eru ein røð av hugs­ ar­um, ið ikki er so optimistiskir. Teir eru pessimistar – realistar hevur onkur rópt teir. Og sambært teimum fer menn­iskjað altíð at venda aftur til sínar gomlu vanar. Pessimistiski boð­ skap­urin er: Samkensla, samstarv og góðvilji stinga ikki serliga djúpt. Tey rigga tá umstøðurnar hóska, men so skjótt á stendur, kemur sanna náttúra menniskjans til sjóndar. Minkar tilfeingið og hómast vandar, taka gomul urinstinktir skjótt yvirhond og skúgva alla góðsku til viks. Urin­ stinktir, ið snúgva seg um egna yvir­ living, er sterkasta drívmegin, bæði tá einstaklingar, fyritøkur og lond um­ ræður, verður ført fram. Mentan ella náttúra? Men er talan um mentan ella náttúru? Stendur sjálvsøkni skrivað á okkara genir, ella eru vit so ella so produktir av okkara egnu sjálvsøknu samtíð? Amerikanski rithøvundurin Kurt Andersen, ið hevur skrivað bókina »true believers« um 60ini, hevur ført fram, at tað sum vann frama í 1960'unum ikki bert var persónligt frælsi, men ein áður óhoyrd individua­ lisma – einstaklingadyrkan. Vinstra­ vong­urin hevur mangan lov­prísað tíðini fyri varandi at seta frælsis­hug­ sjónina á dagsskránna. Við kvinnu- og seksualfrígerðing til dømis. Alt gott um tað. Men vinstrahalt frælsi var ikki tað einasta. Tí kapitalisman við »the self­ made man« gjørdist eisini ráðandi í tíð­ ini. Kurt Andersen hevur tí ført fram, at modernaðu frælsisvirðini hava somu einstaklingadyrkan sum grundstøði. Fylg dreyminum, ikki streyminum, er vorðin felagsnevnarin fyri stóran part av vesturlendskari mentan báðumegin politiska skilmarkið. Tú kanst velja at brúka alt títt lív uppá at gerast fleir­ faldur millionerur ella fara uppí politikk fyri at bøta um korini hjá útsettum sam­felagsbólkum – í báðum førum við góðari samvitsku. Við 68ara uppreistrinum var ego­ isman langt um leingi góðtikin. Og tíðin var búgvin. Yngra ættarliðið hevði tørv á at slíta seg frá óneyðugum morali­ser­ andi hafti og siðvenju. Nátúrligu drift­ irnar høvdu verið kúgaðar alt ov leingi. Rákið í mentanini hevur síðani verið »because you deserve it!« og »fylg dreyminum!«. Eru vit ikki góð? Men menniskju eru væl før fyri at sam­starva, hugsa um onnur og seta egið sjálvsøkni til viks. Og persónligt frælsi ger ikki støðuna verri. Nógv dømir eru: Vit geva meiri pening til væl­gerandi endamál í fremmandum lond­um, melda okkum uppí Amnesty ella hjálpa einum biddara, sum vit ikki kenna, á vegnum. Men hvar gongur markið? Júst hvussu stóra samkenslu hava vit? Og er í seinasta enda ikki altíð okkurt sjálvsøkið mál við øllum vit gera? Granskingin hevur jú staðfest, at sjálvt forelskilsi, ið skuldi snúð seg um kær­leika til ein annan, í stóran mun snýr seg um okkum sjálvi og okkara egnu genetisku yvirliving. Darwin var í síni tíð ivasamur og skal hava sagt, at um tað ber til at staðfesta, at einstaklingar áhaldandi seta egin áhugamál til viks fyri at geva øðrum betri møguleikar at yvirliva, so fall hansara ástøði um nátúrliga Ber til at skapa ein heim við minni sjálvsøkni? Har samkensla, næstra­ kærleiki og samstarv verða ráðandi virðini? Hetta er utopi í hugaheiminum hjá mongum. Menniskjan er ein sjálvsøkin vera av nátúr og vit liva í einari mentan, har stórur dentur verður lagdur á egnar ambitiónir og sjálvsrealisering. Tað er avmarkað rúm fyri øðrum enn sær sjálvum Eg, meg og mítt Samkensla, samstarv og góðvilji stinga ikki serliga djúpt. Tey rigga tá umstøðurnar hóska, men so skjótt á stendur, kemur sanna náttúra menniskjans til sjóndar