fríggjadagur 31. august 2012síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 101 · 31. august 2012
13
útveljing til jarðar. Menningarlæran
tóktist ikki hava rúm fyri øðrum enn
sjálvsøkni, tí endamálið við lívinum
var jú at yvirliva og føra egin gen
víðari. Harnæst var ævig kapping um
avmarkaða tilfeingi í náttúruni. Fleiri
hava síðani roynt at loyst gátuna og
tað sær út til, at menningarlæran væl
rúmar ávísum ósjálvsøkni.
Amerikanarin Robert Wright, ið
hevur skrivað fleiri bøkur um evo
lutiónssálarfrøði og religión, hevur
ført fram, at evolutiónin inniheldur
tveir møguleikar fyri góðgerðum og
altruismu – sum hóast alt eru rættuliga
sjálvsøknir. Í fyrstu atløgu hava
biologiskar verur, sambært honum,
ein ávísan áhuga at hjálpa sínum tætt
astu familjulimum; tí gera tær tað,
hjálpa tær eisini ótilvitað sínum egnu
genum víðari. Í næstu atløgu kunnu
biologiskar verur fara langan veg fyri
at hjálpa øðrum, ið ikki eru tætt atskild
við tær. Sjálvsøkna frágreiðingin er tó,
at hetta er fyrireiking til, at tú kanst
sjálvur fáa tørv á, at fáa tænastuna
afturgoldna. Við øðrum orðum kunnu
góðgerðir »loysa seg væl«. Alt hetta
fer fram á ótilvitaðum støði, og vit eru
ikki tilvitað um, hví vit hava hug at
gera góðgerðir.
Ein onnur ástøði er, at menniskju,
hóast sítt genetiska sjálvsøkni, kunnu
sýna fremmandum stóra góðvild,
orsaka av síni evolutioneru bakgrund
sum floksdjór. Sosialitetur og góðvild
mótvegis øðrum tryggja einstakling
inum betri møguleikar fyri at yvirliva
í einum bólki. Og í okkara evolutioneru
søgu var yvirhøvur størri møguleiki
at yvirliva í einum størri bólki enn
einsamøll. Og skuldi tú vera partur av
bólkinum var neyðugt at spæla við.
Ástøðin er tí, at bólkamentaliteturin
hevur sett síni spor á okkara gen og
atferð. Við øðrum orðum vera sosialir
bólkar eisini gjørdir til ein spurning um
sjálvsøkni hjá einstaklinginum.
Samkenslan kennir síni mørk
Okkara samkensla er rættuliga selek
tiv. Hugsað bert um vantandi hugin
til samkenslu, um talan er um onkran
tær als ikki dámar. Ella munin á sam
kenslu, tá tú hoyrir um vanlukkur í
fremmandum londum í mun til van
lukkur fyri fólk tú kennir væl. Harn
æst vísir gransking, at vit hava meiri
samkenslu fyri fólkum, um tey hava
ávís eyðkenni við útsjóndini, t.d. um
tey »síggja fitt út«. Hetta fekk Ed
Brooks, klummuskrivara á New York
Times, í einari grein frá 2011, at stað
festa, at samkensla ella empati als ikki
eru bestu drívmegirnar til at skapa ein
betri heim. Tvørturímóti skal oftast
onkur yvirskipað politisk hugsjón til,
skulu vit brúka samkenslu til nakað
munagott, var hansara niðurstøða.
Á víðagitna Stanford University
í USA fer ein stór spennandi gransk
ingarverkætlan fram, har spurt verður,
hvussu vit fáa fólk til at sýna øðrum
størri samkenslu og skapa ein meiri
samkenslufullan heim. Roynt verður at
kanna, hvørjar umstøður kunnu fram
dýrka nátúrliga hugin til at hjálpa, sýna
samkenslu og seta egið sjálvsøkni til
viks – eina løtu um ikki annað. Ein
falda niðurstøðan hevur verið, at meiri
persónligt yvirskot tú hevur, meiri
sannlíkt er tað, at tú fert at sýna líðandi
fremmandum ans.
Eitt nú vísti ein eldri kanning, at fólk
ið funnu pening á vegnum, áðrenn tey
komu fram á ein biddara, í nógv størri
mun høvdu hug at geva, enn um tey ikki
funnu peningin á vegnum framman
undan. Ein niðurstøða hevur tí verið,
at tað ikki ræður um at broyta fólk –
tað ber illa til óansæð – heldur ræður
um at broyta umstøðurnar soleiðis, at
hugurin at hjálpa økist. Tú mást elska
teg sjálvan, áðrenn tú elskar tín næsta
verður ofta tikið til.
Á globalum stigi er eitt klassiskt boð,
at so hvørt globaliseringin tekir dik á
seg – og fólk, fyritøkur og lond gerast
meiri tengd at hvør øðrum – betri eru
útlitini fyri samstarvi, góðvild og minni
sjálvsøkni. Við øðrum orðum: Størri
tørvurin á samstarvi verður tvørturum
landamørk, sterkari vera motivini til
at sýna fremmandum góðvilja, hevur
optimistiski boðskapurin verið.
Við 68ara uppreistrinum var egoisman
langt um leingi góðtikin. Og tíðin var
búgvin. Yngra ættarliðið hevði tørv á at slíta seg
frá óneyðugum moraliserandi hafti og siðvenju
Sosialitetur og góðvild mótvegis øðrum tryggja einstaklinginum betri møguleikar fyri at yvirliva í einum bólki