fríggjadagur 31. august 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 101 · 31. august 2012
14
VIKUSKIFTI
Dokumentarfilmur
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Tað er umleið eitt ár síðani, at sviin
Thomas Fahlander ringdi til mín og
spurdi meg um nøkur viðurskifti í Før
oyum. Tá var hann á veg til Føroya, og
eg fekk ikki meira at vita, enn at hann
var í ferð við at spæla ein film inn.
Hann er journalistur og filmsfram
leiðari, og frá byrjan fekk hann stuðul
frá Nordisk kulturfond fyri at skriva
eina skaldsøgu, har Føroyar høvdu ein
tíðandi leiklut.
Fyri at fyrireika seg meldaði hann
seg til eitt skeið í føroyskum á fróð
skaparsetrinum í Uppsala.
Hitti Trónd
Men tá hann kom til Uppsala, hitti hann
Trónd. Tróndur, sum í tímanum hevði
greitt frá, at orsøkin til, at hann vildi
læra seg føroyskt var, at hann hevði
lovað einkarsystir síni tað, áðrenn hon
doyði. Systurin vaks upp í Føroyum
saman við pápa teirra.
Tróndur hevði eina søgu at greiða
frá, og tá Thomas hevði hoyrt hana,
legði hann skaldsøguna, sum hann
ætlaði at gera við Føroyum sum karmi,
frá sær og byrjaði við filminum um
Trónd, ið nú hevur fingið heiti »Jag
vill bli dansk«.
Tróndur Bærentsen varð føddur í
1960 í Stockholm. Mamman var svensk
og pápin havnamaðurin, Eiler Debes
Bærentsen.
Tróndur hevði eisini eina systur,
Katja Bærentsen, ið var yngri enn
hann.
Hjúnarlagið hjá foreldrunum
var trupult, og mamman kláraði
ikki at uppihalda børnunum sjálv.
Tróndur endaði tískil á barnaheimi í
Stockholm.
Seinni kom hann til eina fostur
familju í Værmland í Svøríki, har hann
varð búgvandi.
Svii dømdur til pápa
Tá foreldirni nøkur ár seinni vórðu
sundurlisin, tók Eiler Debes Bærentsen
faðirskapin til Trónd aftur. Ein svii var
í staðin dømdur til pápa at Tróndi, sum
mamman eisini hevði verið saman við
um ta tíðina.
Hetta fekk Tróndur einki at vita um,
fyrrenn hann var 18 ára gamal. Hann
hevði alt sítt lív hildið, at hann var før
oyingur.
At fáa hetta at vita vendi upp og
niður upp á lívið hjá Tróndi. Nú var
»Jag vill bli dansk« er misskiljandi heitið á einum spildurnýggjum
dokumentarfilmi um Trónd Bærentsen, ið eftir røttum vil gerast føroyingur.
Filmurin, ið er ein søga um samleika, er partvís tikin upp í Føroyum. Ein grípandi
lagna um systkin, sum verða tikin frá foreldrum og heimlandi sínum
Tróndur
vil gerast
føroyingur
Nýggjur dokumentarfilmur um grípandi lagnusøgu
Tróndur dansar føroyskan dans í filminum
Thomas Fahlander hevur gjørt
filmin »Jag vill bli dansk«