Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-08-31, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. august 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 101 · 31. august 2012 15 hann brádliga svenskur statsborgari, hann, sum altíð hevði verið kallaður »danskarin í Værmlandi«. Danskari, tí at fyri flestu sviar eru Føroyar bara ein partur av Danmark. Kontakt við Katju Hann og systurin Katja hildu hóast truplu viðurskiftini kontaktina og ferðaðust eisini til Føroyar saman. Katja vaks upp í Føroyum saman við páp­anum, Eileri, men uppvøksturin var trupul. Katja flutti seinni til Ålborg og Stockholm, har hon barst við rúsevnis­ missnýtslu. Í juni 1989 varð hon funnin deyð. Tróndur syrgir enn systrina, og tá hann er í Føroyum, tekur hann ein posa av føroyskari mold yvir við til Svøríkis og plantar eitt træ í henni. Tekur DNA roynd Spurningurin hvør pápi hansara er tekur øguliga stórt pláss í lívinum hjá Tróndi. Hann vil ikki viðganga, at sviin, sum var dømdur til pápa hansara, er pápi. Hann roynir í filminum at taka DNA roynd, men fær einki svar. Hann kennir seg sum føroying og vitjar eisini familjuna Bærentsen, tá hann er í Føroyum. Men heilt vísur um, hvør pápi hansara er, verður hann nokk ongantíð. – Tað er torført hjá okkum, ið ikki ivast í, hvar vit koma frá, at ímynda okk­ um støðuna hjá Tróndi, sigur Thomas Fahlander, ið hevur gjørt filmin. Tróndur sigur í filminum, at eitt menniskja er sum eitt pusslispæl við bitum frá ymiskum forfedrum. At ikki vita hvørjir teir eru ger, at tú ikki kenn­ ur seg heilan. At fáa eitt danskt pass fyri at fáa upprunan í lívinum váttaðan, er eitt av málunum hjá Tróndi, og tað eydnast honum í veruleikanum í endanum av film­inum. – Tað kom sum ein vælkomin jóla­ gáva, sigur Tróndur. Filmurin er gjørdur við stuðli frá Nordiska Kulturfonden og Film i Dalarna. Og gongur tað eftir ætlan, skal hann vísast í Svøríki, Danmark og Før­oyum. Halló Tróndur! Hvat hevur tað merkt fyri teg at gjørt hendan filmin? – Tað var meiningin, at eg og Katja skuldu skriva eina bók um okkara lív, og tað vit høvdu verið við um. Men so doyði hon, og tað bleiv eingin bók. Við filminum kenni eg at havi hildið eitt lyfti, sum eg og Katja lovaðu hvørjum øðrum. Hevur tú nakað samband við familjuna í Føroyum í dag? – Ja, tá eg havi verið í Føroyum í 2007 og 2011 havi eg vitjað tey. So eg haldi, at vit hava eitt gott forhold. Hevur tú brúkt títt danska pass? – Nei, tá má eg ferðast uttan fyri Norður­ lond, og tað havi eg ikki gjørt enn. Men tað kendist væl at fáa passið. Sum um ein long ferð var komin at enda og málið nátt. Tróndur hevur ferðast nógv í Føroyum Tróndur sum lítil Mynd úr filminum Tróndur og systurin Katja Bärentsen mynd: Thomas Fahlander