Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Lagt er upp til eitt beiskt orðaskifti á ting­fund­i­num fríggja­dag­in, tá Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­mað­ur í menta­mál­um, helst eisini skal svara upp­á, um tað var ein hevnd­ar­at­ sókn frá hon­um, at Hans Jó­hann­ es á Brúgv ikki varð sett­ur aft­ur í starv­ið sum stjóri á Vinnu­há­skúl­a­ num, so sum set­an­a­r­ból­k­ur­in mælti til. Málið um setan av nýggjum stjóra á Vinnuháskúlanum hev­ur longu fing­ið álv­ar­sam­ar av­leið­ing­ ar fyri tvey að­al­ráð, sum hava mist sín aðal­stjóra: Leiv­ur Harry­son er far­in úr starvi sum að­al­stjóri í Menta­mál­a­ráð­num, með­an Poul Geert Hansen er flutt­ur úr að­al­ stjóra­starvi í Heilsu­mála­ráð­num til Menta­mál­a­ráð­ið. Tað er fallið fólkafloksmonnum fyri bróst­ið, at Hans Johannes á Brúgv varð vrak­að­ur sum stjóri. Bjarni Djur­holm, løg­tings­mað­ur, hev­ur reist mál­ið sum fyri­spurning til Bjørn Kalsø í løg­ting­inum, har Bjarni Djurholm setir fram níggju spurn­ing­ar um málið. Meðan Bjarni Djurholm er meira var­in, so er formaðurin í val­fel­ag­num hjá Fólka­flokk­i­num í Havn, Jógvan Poulsen, meira kon­ tant­ur. Hann sig­ur í lesara­brævi, har hann pre­sen­ter­ar seg sum for­ mann í Havn­ar Fram­burðs­fel­ag, at tal­an er um hevnd hjá Bjørn Kals­ø fyri svág­in, sum Hans Jo­hann­es á Brúgv segði úr starvi á Vinnu­há­ skúl­a­num: – Spurningurin er tí, um grund­ gev­ing­ar­nar fyri upp­søgn­ini av Hans Jo­hann­us á Brúgv eru sam­ røð­ur heima við døg­urð­a­borð­ið mill­um Bjørn og svág­in. Hetta má kall­ast leyst og sub­jek­tivt grund­ar­ lag og setir eis­ini spurning við, um lands­stýr­is­mað­ur­in er ó­gegn­ig­ur í av­gerð­ini. Formaðurin í valfelag Fólka­ floks­ins sig­ur bein­leið­is, at mis­ál­it eig­ur at verða reist móti lands­ stýr­is­manni­num – og hann mæl­ir Fólka­flokk­i­num til at atkvøða fyri ein­um slík­um misálitisuppskoti. – Bjørn má frá í stundini, soleiðis at skað­in kann bøt­ast mót­veg­ is Leivi og Hans Jó­hannes, sig­ur hann. Hetta eru sera grovar skuld­set­ in­g­ar ­móti lands­stýr­is­mann­i­num. Tal­an er um skuld­set­ing­ar um korr­ up­ti­ón og vina- og kenningapolitikk av grov­asta slag, sum lands­stýr­is­ mað­ur­in fríggj­a­dag­in má sann­føra løg­ting­ið um, at tær eru ósannar. Málið kann fáa enn størri týdn­ ing, tí vrakaði aðalstjórin fer eft­ir øllum at døma í rættin við mál­i­num, og end­ar tað við, at hann skal hava að­al­stjór­aløn í áravís fyri einki at gera, um ikki løgmaður finn­ur hon­ um eitt ráðgevarastarv í lands­um­ sit­ing­ini, so hevur løgmaður sjálvur ein stór­an trupulleika. Spurn­ing­ur­in er so, um Bjørn kár­ar at verja seg, ella um Fólka­ flokk­ur­in reis­ir mis­ál­it á menta­ mál­a­ráð­harr­an... Grovar skuldsetingar eru settar fram móti Bjørn Kalsø Hvussu ljóða Før­oyar? Tað hava nakrir før­ oy­ing­ar kann­að, og á Vís­ind­a­ vøk­uni ber til at upp­liva, hvussu tað er at lurta ef­t­ir Føroyum. Jens L. Thomsen, tón­leik­ a­fra­mleið­ari úr bólk­i­num ORKA, og Uni Árting, jarð­ frøð­ing­ur, hava saman við jarð­alis­frøð­ing­i­num Una Pet­er­sen ver­ið runt á 5 seis­ misk­um mát­i­støð­um í F­ør­ oy­um og upp­tik­ið seis­misk­ a­r rist­ing­ar í hellu, bergi og grót­brotum fyri at vita, hvussu und­ir­grund­in ljóð­ ar, og um ein kann spæla upp­ á hana. Hes­ar upp­tøk­ ur eru síð­ani sam­an­sett­ar til tón­leik. Fram­førsl­an er ein sam­an­renn­ing av video, sur­round-ljóði og rúmi og hev­ur fing­ið heit­ið Før­oy­a­r 5.2 - Ljóða Før­oy­ar væl? Fólk hava møguleika at hoyra kre­ativa samanspæli mill­um jarð­vís­ind, akkustik og tón­listina hjá bólkinum ORKA sein­ast í hes­um mán­ að­inum­, tá fra­m­f­ørsla verð­ ur í Ö­ström. Seismiskar rist­ingar gjørdar til tónleik Vrakaður í hevnissøku? Countrystjørnan Evi er út­ vald at vera ímillum 15 tey tilnevndu í stórari út­varps­ kapping í Amerika. – Hetta merkir, at eg veruliga kann gera vart við meg innan coun­try í Amerika, sigur Evi. Føroyska count­r­y­s­ang­ar­ inda­n Evi er tilnevnd at vera “Ind­en­pendant Artist of the Year 2013” í eini kapping, sum am­erikanska ­ú­tvarpsrásin The Southern Star Network skip­ar fyri. Við í kappingini eru tónleikarar, sum enn ikki hava undirskrivað plát­u­sátt­ mála, og harafturat skulu tey hava verið við í eini sending á am­erikonsku útvarpsrásini. Fyri umleið hálvum ári síðani bleiv Evi uppringd av einum kvinnuligum journ­ a­listi frá The Southern Star Net­work, og líka síðani hava tey spælt fleiri av løgunum hjá 31 ára gomlu Evi á út­ varps­rásini. Evi hevur ver­ið so mikið væl dámd av lurt­ ar­unum, at fólkini á rás­ini hava útvalt Evi til at vera ímillum tey 15 fólkini, sum eru tilnevnd at verða “Ind­ e­pen­dant Artist of the Year 2013”. Umboðsmaðurin hjá Evi sigur, at hetta kann fáa stóran týdning fyri tón­leik­akarr­i­ eruna hjá Evi í framtíðini. – Bara tað, at hon er til­ nevnd, er rætt­i­liga stórt, tí hon fær nógva um­talu. Kapp­ ing­in er hørð, tí tey eru nógv um boð­ið, og onkur teirra eru eis­ini rætt­i­liga kend yviri í A­m­er­ ika, sigur Gud­ mundur Djur­ huus. Til ber at at­kvøða fyri Evi á heim­a­ síðuni hjá The Sout­hern Star Net­work. Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Evi kann gerast ársins tónleikari Misálit: Leivur inn og Bjørn út Jógvan Poulsen kjak á síðu 25 Stjóra­ set­an bæði sak­lig og lóg­lig Bjørn Kalsø kjak á síðu 23