Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár, frá 1.oktober 2012 til 30. september 2013 ella eftir avtalu. Starvsøki Starvið fevnir um at savna inn vitan og hagtøl og gera hag frøði ligar og strategiskar greiningar. Leiðsluskrivarin skal harum framt røkja ávísar skrivarauppgávur fyri leiðsluna (rektara og fyrisitingarstjóra), t.e. m.a. at fyrireika leiðslufundir og at skriva fundarfrágreiðingar. Viðkomandi skal luttaka í og samskipa strate giskt menningararbeiði, og taka lut í arbeiðinum at íverkseta góðskutryggingarskipan fyri virksemið á Fróðskaparsetrinum. Aðrar uppgávur kunnu leggjast til leiðsluskrivaran eftir avtalu við leiðsluna. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava hóskandi akademiska útbúgving á masterstigi. Umsøkjari skal hava royndir av fakligum analytiskum arbeiði, og vera førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt. Fróðskaparsetrið leggur harumframt stóran dent á at umsøkjari hevur góð samstarvsevni og jaligan hugburð. Umsóknin Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndum. Setanargongd Talan er um eitt ára tíðaravmarkað starv. Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag Umsóknarfreist er mánadagin 17. september 2012. Umsóknir skulu sendast til Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J.C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 110 Tórshavn Meiri kunning Meiri kunning fæst við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, sigurdj@setur.fo, rektara á Fróðskaparsetri Føroya ella til Jørgen Meitilberg, jorgenm@setur.fo, fyrisitingarstjóra. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo Vitan er pallurin. Forvitni er drívmegin. Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Leiðsluskrivari til Fróðskaparsetrið Starvið sum leiðsluskrivari/greinari á Setursskrivstovuni á Fróðskaparsetur Føroya er leyst at søkja.