Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nakrir vatnskaðar stóð­ ust av nógva regninum um vikuskiftið. Í Vági floymdi vatn inn í ein kjallara. Fríggjakvøldið regn­ aði so illa, at politi­ ið ávaraði bilur, sum koyrdu eftir Kaldbaks­ veg­num. Har var tað mesta regnið, og bóndin í Kaldbaksfirði var so óheppin, at seks hoy­ ballur fóru í havið. Hoyballur endaðu á fjørðinum Seinnapartin leygar­dag­ in kom knappliga eldur í ein bil,, sum koyrdi á par­keringsplássinum við SMS í Havn. Eldur var í førararúminum. Ein persónur, sum sá bilin, var kvikur, rann inn í SMS eftir einum eld­sløkkjara og fekk tam­arhald á eldinum. Løtu seinni kom politiið og søkti eldin enda­liga. Alt gekk so skjótt fyri seg, at eld­ urin var sløktur, tá ið sløkkiliðið kom. Eldur í bili Leygarmorgunin klokk­ an 4.30 vaknaðu hval­ víkingar av einum hvøll­ um bresti. Onkur hevði tveitt eina heimagjørda kopar­ rør­bumbu upp á eina altan, og bumban brast. K r i m i n a l po l i t i i ð kannar nú málið, og sum skilst hevur politiið onk­ ur spor at elta. Koparrørbumba brast Ein maður varð seinastu nátt handtikin og skuld­ settur fyri at hava framt harðskap í Havn. Hann hevði sligið ein annan mann niður, og hesin breyt nøsina, sigur politiið. Nøsin brotnaði Sunnumorgunin gingu nakrir ungir fullir menn í gerðunum í vest­urbýnum í Havn og framdu herverk. Teir høvdu eisini ver­ið í handlinum Inn og tik­ið keyp­vognar, og har­aftrat pilkaðu teir numm­ar­plátur av bil­ um. Teir vórðu steðgaðir av politinum. Unglingar spældu hund Leygardagin vórðu tvær grindir funnar, men báðar sluppu. Tíðliga leygar­morg­unin varð ein grind funn­in norður úr Ennibergi. Grindin var ring at fáast við, men bátar royndu í tólv tímar at fáa rakstur úr hana, men tað eydnaðist ikki. Um­leið klokkan 19 mistu teir hana nakað vestur úr Mýlingi, og grindin varð ikki sædd aftur. Ein tíma seinni varð ein grind sædd í Kals­oyarfirði. Bátar fóru av­stað, men grindin kavaði og slapp. Báðar grindirnar sluppu Lærararnir hava fingið nóg mikið Randi Jacobsen Nú hevur Fakfelag Sjó­mans­ skúlalærara í Føroyum eisini lagt seg út í orðaskiftið um Hans Jóhannes á Brúgv, frá­ farna stjóra í Vinnu­há­skúl­ an­um. Lærararnir leggja seg ikki út í spurningin, annaðhvørt Hans Jóhannes á Brúgv áttu at hildið fram sum stjóri á skúlanum ella ei, men teir átala framferðina hjá frá­ farna stjóranum. Í almennari fráboðan siga lær­ararnir, at teir í mai mán­aði vóru bilsin, tá ið teir sóu ein lærara X standa á list­anum yvir lærarar, sum skuldu undirvísa hetta skúla­ árið. Tá ið skúlaárið byrjaði aftur 6. august, var gátan loyst, tí tá varð upplýst, at frá­farandi stjórin skuldi taka tímarnar. Hann skuldi ikki bíða, til stjóratíð hansara var úti, men byrjaðu beinanvegin. Hesa tíðina hevur hann so­ statt bæði verið stjóri og undir­víst fulla tíð. Lærararnir vilja vera við, at Hans Jóhannes á Brúgv ikki er skikkaður at undirvísa. Hann er skipsførari og hevur onga bachelorgrad fyri at undirvísa á skúlanum. Avvíst aðrar – Hann hevur avvíst ein kvalifiseraðan fyri at seta seg sjálvan í starv, siga lærararnir. Teir vísa á, at fráfarni stjórin fyrr í ár segði trimum lær­ar­ um upp við neyvt tí grund­ geving, at teir ikki høvdu bachelorútbúgvingar. Teir heita á Bjørn Kalsø, landsstýrimann í menta­ mála­ráðnum um at seta eina skjóttvirkandi nevnd at kanna hesi viðurskifti á Vinnu­háskúlanum og eisini í Mrentamlaráðnum, tí forgreiningar eru hagar. – Hetta hevur alrastørstan skund, tí mánadagin 3. sep­ tember (í dag, red.) byrjar nýggi stjórin á skúlanum, og tað má vera eitt sjálvsagt krav, at hann fær frið og góð arbeiðskor at virka undir og ikki skal hava ein ókvalifiseraðan gamlan stjóra sum eitt haft um beinini, siga lærararnir í brævi, dagfest 1. september. Bjørn Kalsø, lands­stýris­ maður sigur, at tað má vera upp til nýggja stjóran, hvat hann ger við málið, tí tað er stjórin, sum setir síni starvsfólk. Hann heldur ikki, at set­ anarnevndin, sum fráfarni stjórin setti at innstilla í stjóra­málinum, ikki kann taka sær av hesum málinum, tí tann nevndin má metast sum ógegnug. Nýggi stjórin kann møhuliha seta eina nýggja nevnd at kanna við­ urskiftini, sigur Bjørn Kalsø. Lærararnir á Vinnuháskúlanum finna seg ikki í, at fráfarni stjórin setti seg sjálvan til undirvísara á skúlanum. Hann er ikki skikkaður at undirvísa, sigur felagið hjá sjómansskúlalærarum Politiið í norðurøkinum hevur seinastu dag­ar­ nar gjørt fleiri ferð­kann­ ingar, og nakrir bilar eru steðgaðir, tí teir koyrdu ov skjótt. Metið hetta viku­ skiftið setti ein ungur maður, sum júst hevði fingið koyrikort. Hann koyrdi við ferðini 155 km um tíman gjøgnum Norðoyatunnilin, og koyrikortið varð tí tikið frá honum á staðnum. Hetta varð beint eftir midnátt leygarnáttina. Ein annar varð steðg­ aður fyri at koyra 108 km um tíman. Hesin bil­førarin skal upp til nýggja koyriroynd. Ein øgilig ferð Nú vilja lærararnir á skúlanum hava eina kanning gjørda av viðurskiftunum á skúlanum Hvørgin grindin var at fáast við