mánadagur 3. september 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tey, sum búgva í miðstað
arøkinum í Føroyum, rinda
eisini sín part av teimum
tænastum, sum tey í útjað
aranum fáa.
Bárður Nielsen, formaður
í fíggjarnevndini hjá Løg
tinginum, heldur ikki, at hug
skotið hjá Páll á Reynatúgvu,
tingmanni úr Sandoynni,
um skattalætta til fólk í út
jaðarum, er serliga gott.
– Herfyri staðfesti Páll á
Reynatúgvu, at stórur munur
er á tænastustøðinum, sum
tað almenna veitir teimum,
sum búgva í miðstaðarøki
num og teimum, sum búgva
í útjaðaranum.
Hann hugsar fyrst og
fremst um fast samband
ímillum oyggjarnar norðan
fyri Skopunarfjørð sum ger,
at 85% av føroyingum, úr
Gásadali til Viðareiðis, kunnu
koyra í túnið hjá hvørjum
øðrum.
Eftir eru so 15% av fólk
inum, sum ikki hava fast
samband, har Sandoy og
Suðuroy eru nógv tey størstu
plássini.
Páll á Reynatúgvu heldur,
at hesin ójavnin í tænastu
støðinum eigur at síggjast
aftur í skattarokningini, og
tí fer hann at leggja uppskot
fyri Løgtingið um skatta
lætta til tey, sum búgva í út
jaðaranum.
Rinda sítt
– Fyri mær ljóðar hetta sum
eitt uppskot um kommunala
útjavning, staðfestir Bárður
Nielsen.
– Men ein kommunal út
javning ímillum kommunur
verður gjørd upp upp á yms
ar mátar, tí tað eru eisini
nógvar kommunur úti um
landið, sum er rættiliga væl
fyri.
Bárður Nielsen sigur, at tað
ber heldur ikki rættiliga til at
tosa um, at tænastustøðið til
útjaðaranum er so vánaligt,
og at fólk skulu hava skatta
lætta fyri tað.
– Ferðasambandið til út
jaðaran er rættiliga dýrt, og
tað rinda fólk í miðstaðar
økinum sín part fyri, eisini
tey, sum ongantíð brúka tað,
sigur Bárður Nielsen.
Ongin samanbering
Í Noregi verður skattalætti
brúktur at lokka fólk at bú
seta seg í Norðurnoregi.
Men formaðurin í fíggjar
nevndini heldur ikki, at hetta
kann samanberast við Før
oyar.
Í Noregi eru yvir 1700
kilometrar úr einum enda í
landinum í hin, har tað tekur
fleiri dagar at koyra.
Tað er sum úr Føroyum
langt suður í Evropa.
– Í Føroyum ber til at
koma úr einum enda á land
inum í hin upp á nakrar heilt
fáar tímar, sum kunnu teljast
á aðrari hondini.
Bárður Nielsen heldur tí
skil ikki, at skattlætti er rætti
vegurin at fara.
– So kundi ein útjavning
arskipan verið ein frægari
loysn.
Ella er tænastutøðið í út
jaðaranum ein trupulleiki
kundi kanska borið til at bøtt
um tænastuna, so at hon
verður so góð sum gjørligt
úti um landið.
Men, hvussu tað skal ger
ast, hevur hann onga greiða
meining um.
Tosað hevur verið um at
útjavna prísin á ferðaseðlum,
men Bárður Nielsen heldur,
at tað er ikki so stórur munur
ferðaseðlaprísinum.
– Tað er ikki bara ein
fíggjarligur spurningur. Tað
er ein sannroynd, at fólk
vilja miðsavnast, og tí er
atdráttarmegin hjá høvuðs
staðnum rættiliga stór við
teimum tilboðum, sum har
eru.
– Tey flestu vilja búgva
í Havn, hóast tað er nógv
dýrast at búgva har enn
nakra aðrastaðni í landinum,
staðfestir Bárður Nielsen.
Fólk í miðstaðar
økinum rinda
eisini til útjaðaran
Áki Bertholdsen
Ein máti at eggja før
oyingum til at fáa fleiri
børn, er at geva teimum,
sum fáa nógv børn, eina
fíggjarliga virðisløn fyri
tað.
Tað er ein tanki, sum
Bárður
Nielsen,
for
maður í fíggjarnevndini
hjá Løgtinginum, hevur
spælt sær við.
Seinastu árini hev
ur fráflytingin úr Før
oyum verið størri enn
tilflyting og burðarav
lop. Tí minkar fólka
talið, og semja er um, at
hetta er ein tann størsta
samfelagsliga
avbjóð
ingin í komani tíðum.
– Øll siga, at okkurt má
gerast, men ongin hevur
svarið, hvat skal gerast,
staðfestir formaðurin í
fíggjarnevndini.
Grundleggjandi
avbjóðing
Hann
staðfestir,
at
trupulleikin í Føroyum
er ikki bara tað, at fólk
aftra seg við at búseta
seg í útjaðaranum.
Rákið seinastu tíðina
er enntá tað, at sjálvt
Havnin er ov lítil, tí nú
eru tað stórbýirnir úti í
heimi, sum draga fólkið
til sín, og tí er fráflyting
í Føroyum.
– Vit hava nógv størri
trupulleikar enn bara
tað, at fólk ikki trívist
runt um í landinum.
Avbjóðingin verður
at fáa fólk at trívast í
Føroyum, sigur Bárður
Nielsen.
Nú er fíggjarlógin til
viðgerðar, men Bárður
Nielsen veit ikki, hvørji
átøk landsstýrið ætlar á
hesum øki.
– Men tað er greitt, at
okkurt má gerast, leggur
hann afturat.
Mest grundleggjandi
avbjóðingin er at fáa fólk
at støðast í Føroyum og
at fáa føðitíttleikan so
langt upp sum gjørligt.
– Tí havi eg spælt
mær við tankan um, at
tey, sum fáa børn, kunnu
fáa ein serligan barna
stuðul ella frádrátt í
skattinum.
– Tað kann vera tvær
ferðir vanligan barna
frádrátt ella frádrátt í
skattinum, heldur hann.
Men Bárður Nielsen
heldur eisini, at tað er
neyðugt, at tað verða
fleiri útbúgvingarmøgu
leikar í Føroyum, so at
ungdómurin fær størri
valfrælsi her á landi
ístaðin fyri at noyðast
uttanlands.
– Tað er ikki sagt, at
hetta bara kann ger
ast við at byggja fleiri
skúlar, tí tað er ein
hópur av møguleikum
fyri fjarlestri.
– Men tað er eisini
avgerandi neyðugt at
fáa gongd á alternativa
íbúðarbygging fyri at
ung húski fáa møgu
leikan at keypa ella leiga
sær eina bíliga íbúð, so
at tey fáa høvi at festa
røtur her heima, og tað
er hetta, sum umræður.
– Tey, sum fara uttan
lands á ungum aldri,
festa
lættari
røtur
uttanlands, og tí er tað
torførari hjá teimum at
flyta heimaftur, heldur
Bárður Nielsen.
Vil eggja
føroy
ingum
til at fáa
fleiri børn
BARNAKEKKUR Teir
føroyingar, sum fáa trý
børn, kunnu fáa ein serliga
høgan barnakekk, heldur
Bárður Nielsen, formaður í
fíggjarnevndini hjá løgtinginum
Ferðasambandið
til útjaðaran er rætti-
liga dýrt
Ongin munur
Tað er ikki rætt at gera mun á skattinum hjá fólki í miðstaðarøkinum og teimum, sum
búgva í útjaðaranum, heldur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum
SKATTALÆTTI Tey, sum búgva í útjaðaranum skulu ikki
rinda minni í skatti enn tey í miðstaðarøkinum, heldur
formaðurin í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum