mánadagur 3. september 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
- Vit fegnast um, at politiska
ætlanin nú er at endurskoða
fiskidagaskipanina, og vit
vóna, at tað er dirvi til ikki
bert at gera smærri dagfør
ingar, men grundleggjandi
broytingar, sigur Thomas
Dam, formaður í Búskapar
ráðnum.
Hann sigur, at tað, sum
tey hesaferð hava fokuserað
upp á eru tveir lutir, partvís
grundleggjandi broytingar
nar í fiskivinnuni, og at økja
um útboðið av útbúgvingum
í Føroyum umframt læru
plpássum, og á tann hátt
koma fráflytingini til lívs,
eins og vit tálma arbeiðs
loysið.
Tað er serliga tey ungu, ið
eru langtíðar arbeiðsleys, og
tað er ein trupulleiki.
- Tað er varpað nógv ljós
á, serliga uttanlands, og vit
hava roynt at hugt eftir,
hvussu støðan er her heima
hjá okkum. Vit hava staðfest,
at vit hava ikki nóg góð tøl og
mæla til, at fáa tað staðfest.
ALS sigur, at arbeiðsloysið
millum tey ungu er seks pro
sent, og verður sammett við
londini kring okkum, er tað
ikki høgt, men vit rokna við,
at talið er nakað hægri, sigur
Thomas Dam.
- Stóri trupulleikin er
sjálvandi, at tey ungu koma
ikki inn á arbeiðsmarknað
in, og veit illa til, missa tey
tilknýtið til arbeiðsmark
naðin. Hetta saman vikð
teimum mongu, sum hava
verið arbeiðsleys leingi, sam
mett við onnur long, er ein
stór avbjóðing. Og tað kann
gera, at tá gongd kemur aft
ur á búskapin, kunnu vit fáa
trupult við at fáa arbeiðs
loysið niður, sigur Thomas
Dam.
Tí er tað ein partur av til
mælunum hjá Búskaparráð
num hesaferð, hvussu hesin
trupulleikin kann komast til
lívs.
Fiskivinnan má
broytast
Ein afturvendandi spurn
ingur er fiskivinnan, og tað
er eisini eitt høvuðsevni hjá
Búskaparráðnum.
- Hyggja vit eftir gongdini
síggja vit, at vit hava stórar
trupulleikar við stovnsrøk
tini. Stovnarnir eru søguliga
lágir sambært Havstovuni,
og tað er nakað, sum kostar
okkum sum samfelag rætti
liga nógvan pening, sigur
Thomas Dam.
Samstundis
hava
vit
trupulleikar við kapasiteti
num í tann mun, at ov nógv
skip eru inni í skipanini í
mun til tað fiskatilfeingi,
sum vit hava.
- Hetta eru avbjóðingar,
sum fiskidagaskipanin ikki
hevur megnað at hjálpt upp á.
Tað kann partvís vera talið av
fiskidøgum, sum er ov høgt, og
tað hava vit nevnt fleiri ferðir
og eisini aftur í ár, og hartil
eigur avgerðin at verða tikin
frá Løgtinginum, so talið av
fiskidøgjum ikki verður ein
pðartur av politisku telvingini,
sigur Thomas Dam.
Hann heldur, at talið av
fiskidøgum eigur at verða
ásett av Fiskimálaráðnum
ella onkrum óheftum stovni.
- Á tann hátt verða stovn
arnir tryggjaðir burðardygt,
sigur Thomas Dam.
Fiskimálaráðið
er
jú
politiskt.
- Men hevur tú greiðar
leiðreglur um, hvussu tú røk
ir okkara stovnar, og tað er
hetta, sum er á veg, so verður
ásetingin
av
fiskidøgum
meira fastløg, sigur Thomas
Dam.
Fingurin á pulsinum
- Fiskidagaskipanin hevur
avbjóðingar. Tað er ein av
bjóðing ast finna út av,
hvussu nógv ein fiskidagur
gevur av fiskiskapi. Tað velst
alt um hvat fyri skip, talan er
um og havt fyri fiskiskapur
talan er um, sigur Thomas
Dam.
- Tá vit spyrja okkum fyri
aðrastaðnis vísa granskarar
á, at tað er ein spurningur,
um tað ber til at reka ein
fiskiskap burðardygt, bara
við einari fiskidagaskipan,
sigur Thomas Dam.
Hann ivast ikki í, at lurtað
verður eftir tí, sum Búskap
arráðið sigur.
- Ja, tað verður tað.
Okkara uppgáva sum bú
skaparráð er at royna at
hava fingurin á pulsinum. At
útvega so góðar upplýsingar
sum møguligt, at meta um
gongdina í búskapinum og at
koma við fakliga væl undir
bygdum tilmælum. Tað meta
vit, at vit gera, sigur Thomas
Dam, formaður í Búskapar
ráðnum.
BÚSKAPARFRÁGREIÐING Frágreiðingin ihjá Búskaparráðnum varpar ljós á tveir høvuðstrupulleikar,
fiskivinnuna og arbeiðsloysið millum ung. Ráðið fegnast um, at politiski viljin er at endurskoða
fiskivinnupolitikkin, men stóra arbeiðsloysið millum ung er ein stórur trupulleiki
Arbeiðsloysi millum
ung ein trupulleiki
Fernisering verður í mat
stovuni hjá Dugna á Hjalla í
dag klokkan 14-17.
Tað er QU sum bjóðar til
fernisering. Una Jacobsen
og Jacqueline Gaardar eru
sniðgevararnir
sum
um
boða QU, og tær hava nógv
forvitnisligt at sýna fram og
selja. Tær sniðgeva ymiskt til
kvinnur og menn úr bland
aðum tilfarði so sum ull og
leður úr alskins litum og
sniðum.
Møguleiki er fyri at upp
liva framsýningina í mat
stovuni allar gerandisdagar
fram til 14 september. Mat
stovan hevur opið mánadag
til fríggjadag 11.30 til 16 og øll
eru hjartaliga vælkomin.
Í dag bjóða QU dugnakøk
ur, kaffi/ te og okkurt kalt at
drekka.
Unn og Jacque
line á Hjalla
Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum