mánadagur 3. september 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Bæði landsstýrið og danska
stjórnin hava noktað al
menninginum innlit í tær
fundarfrágreiðingar og skjøl,
sum eru í málinum um full
veldissamráð
ingarnar í
1999 og 2000.
Fjølmiðlafólk hava fyrr
biðið um innlit í málið hjá
landsstýrinum, sum hevur
noktað innlit, m. a. grundað
á, at avvarðandi landsstýris
maður og løgmaður, Høgni
Hoydal og Anfinn Kallsberg
hava verið hoyrdir í málinum
– og hava noktað, at innlit
verður givið.
Høgni Hoydal sigur við
Sosialin, at hann ikki hevur
noktað, at innlit verður givið
– tvørturímóti vil hann, at
fult innlit verður givið í mál
ið.
– Eg viðmæli, at meirinnlit
eigur at verða játtað til fund
arfrásagnirnar, sigur hann í
telduposti til Løgmansskriv
stovuna 31. august 2009 í
sambandi við innlitsumbøn,
sum Sosialurin hevur fingið
innlit í.
Høgni Hoydal sigur, at
grundgevingin í fyrsta lagi
er, at skjølini hava stóran
týdning fyri upplýsing og
fatan í almenninginum av
ríkisrættarligu-
og
fólka-
ræðisligu støðu føroyinga og
av týdningarmiklum hend
ingum, ið ávirka seinni av
gerðir og lóggávu.
– Hesi skjøl mugu tí metast
at hava stóran týdning fyri
fólkaræðisligum avgerðum
hjá almenninginum í Føroy
um, ið sjálvsagt mugu hava
upplýsing og innlit í øll
týdningarmikil
viðurskifti
sum grundarlag, sigur Høgni
Hoydal í svari sínum til Løg
mansskrivstovuna.
– Í øðrum lagi er próvfast,
at landsstýrið royndi við
hvørt samráðingarhøvi at
fáa semju um, at felags fund
arfrásagnir
vórðu
skriv
aðar og góðkendar millum
samráðingarpartarnar, men
ynski varð ikki um hetta
frá
donsku
samráðingar
nevndini. Tískil er haldført at
lata innlit í føroysku fundar
frásagnirnar, har staðiliga er
viðmerkt, at talan er um skjal
frá øðrum partinum í eini
samráðing. At grundgeva fyri
at sýta innliti við atliti til ikki
at skaða viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark er eftir
mínum tykki á ongan hátt
haldført, sigur Høgni Hoydal,
sum framvegis heldur, at
innlit skal latast í hesi skjøl.
Men Anfinn Kallsberg er
als ikki samdur. Sjúrður Ras
mussen, ráðgevi á Løgmans
skrivstovuni,
hevur
havt
fund við Anfinn Kallsberg
um málið.
– Eg hevði í áðni eina
samrøðu í Sjóbúðini við An
finn Kallsberg, fyrrverandi
løgmann, um hanara ummæli
av umsóknini frá Beintu
Løwe Jacobsen um meirinnlit
í tær fundarfrásagnir, ið finn
ast av fundum millum før
oyska landsstýrið og donsku
stjórnina um føroyskt full
veldi
1999-2000,
skrivar
Sjúrður Rasmussen í einum
notati um málið. Og hann
heldur fram:
– Fyrrverandi løgmaður
mælti frá at geva meirinnlit.
Hann vísti í hesum sambandi
á
• at talan er um innanhýsis
einsíðugar frágreiðingar,
sum lýsa føroysku upp
fatanina av tí, sum fram
er farið.
• at fullveldisgongdin er
ikki liðug, men áhaldandi,
og at um so er, at frá
greiðingarnar verða latnar
út nú, kann tað skaða
framtíðar samráðingar
• at ítøkiligar samráðingar
nú sambært yvirtøkulógini
grein 2 stk 2 kunnu verða
skaddar, verða fundarfrá
sagnirnar latnar almenn
inginum
Fýra fundir um fullveldi
Hesi skjøl fær alemnningurin
ikki innlit í:
1. fundur 17.03.2000
reinskrivað fundarfrásøgn
2. fundur 02.05.2000
reinskrivað fundarfrásøgn
3. fundur 15.06.2000 bert
hondskrivað notat í
stikkorðsformi fyriliggja, sum
eru rættuliga ring at týða
4. fundur 26.10.2000
reinskrivað fundarfrásøgn
Eirikur Lindenskov
Edmund Joensen, fólka
tingsmaður, bað herfyri
donsku stjórnina um
at útflýggja síni skjøl í
sambandi við fullveldis
samráðingarnar í 2000.
Men
heldur
ikki
danska stjórnin vil geva
innlit í málið.
– Í svari sínum í dag
noktar
forsætisráð
harrin at útflýggja duldu
skjølini, ið fjølmiðlar og
einstaklingar áður hava
søkt um innlit í, skrivar
Edmund Joensen týs
dagin.
Hann sigur, at Helle
Thorning-Schmidt vísir
til, at stjórnin hjá Poul
Nyrup Rasmussen ikki
vildi útflýggja innan
hýsis skjølini, tí tað skal
vera gjørligt hjá einari
stjórn »frítt, formleyst
og uttan órógvan at um
hugsa og skifta orð um
sína luttøku í samráð
ingunum«.
– Sjálvandi skal ein
stjórn hava arbeiðsfrið.
Fullveldissamráðing
arnar endaðu tó fyri
12 árum síðani. Tað er
órímiligt og nørir um
myturnar, at stjórnin og
landsstýrið bøla oman á
skjølunum.
– Vit mugu staðfesta,
at evstu myndugleikar
í Føroyum og Danmark
vísa vantandi opinleika
og virðing í hesum álv
arsmáli. Føroyingar hava
eitt rímiligt krav upp á at
vita, hvat fór fram inni
við samráðingarborðið,
og hvørjar tankar part
arnir gjørdu sær áðr
enn,
undir
og
eftir
samráðingarnar,
sigur
Edmund Joensen.
Fólkatingsmaðurin
hjá Sambandsflokkinum
heldur tað vera hug
stoytt, at bæði stjórnin
og landsstýrið fjala seg
aftan fyri fyrrverandi
stjórn og landsstýri.
– Tað hoyrir onga
staðni heima, at verandi
løgmaður skal spyrja
Anfinn
Kallsberg
og
Høgna Hoydal um loyvi
at
almannakunngera
skjølini. Man fær eina
fatan av, at her er nógv
at fjala, sigur Edmund
Joensen.
– Hvat er tað ringasta,
sum kann henda, um
duldu fullveldisskjølini
verða leysgivin? Jú, tað
er, at vit øll fáa sann
leikan at vita. Lands
stýrið og stjórnin skylda
øllum í Føroyum at
sannleikin kemur fram í
ljósið, heldur fólkatings
maðurin hjá Sambands
flokkinum,
Edmund
Joensen.
Hoyrir onga
staðni heima
at spyrja
Anfinn og
Høgna
INNLIT – Tað hoyrir ongastaðni
heima, at verandi løgmaður
skal spyrja Anfinn Kallsberg
og Høgna Hoydal um loyvi
at almannakunngera skjøl
ini. Man fær eina fatan
av, at her er nógv at fjala,
sigur Edmund Joensen.
Høgni vil men
Anfinn vil ikki
INNLIT Meðan Høgni Hoydal mælir til, at almenningurin fær innlit í
skjøl frá fullveldissamráðingunum, so mælir Anfinn Kallsberg frá við
teirri grundgeving, at fullveldissamráðingarnar ikki eru endaðar
Poul Nyrup Rasmussen, forsætismálaráðharr, og Anfinn Kallsberg, løgmaður, á
tíðindafundi á Christiansborg eftir ein av samráðingarfundunum í 2000