Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-09-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2012 · Nr. 102 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ferðafrásøgn William Smith Mentanarkvøld í Helsinki Mentanarkvøld í Helsinki. Ein meldur av fólki, ið leitar hig­ar og hagar. Øll hava tey okkurt at fara til. Her er sum á ólvassøku. Á torginum við jarn­breyt­ar­s­tøðina undi­r­ held­ur ein tónleikabólkur við andaligum løgum, og fram­við vegu­num og á gongu­breyt­ un­um er ung­dóm­ur í ferð við at stilla gass­betong­stein­ ar upp eftir enda. Enda­leys­ar røðir av gass­betong­steinum. Vit spyrja, hvat ætlanin er. “Domino! Á mid­nátt verða stein­røð­ini koppa sum ‘domino­brikk­ar’. Just for fun!” Greið­ir ein ung­lingi frá. Hann er hvítur av gass­ betong­støvi. Havnarkórið er við í meldri­num og setir sín dám á veitslurómin í sínum før­ oysku klæðum. Vit eru á veg frá gistingarhúsinum til dómkirkjuna í Helsinki. Hesin veldigi og tignarligi katedral­urin, sum varð reist­ur til heiðurs fyri stór­ hertug­an av Finnlandi, tsar Nicholas I av Russlandi. Kirkj-an bar heitið ’St. Nicho­ las Kirkjan’ til Finnland loys­ ti frá Russlandi í 1917. Fólk koma og fara, men eini 800-1000 fólk lýða á kórini, ið syngja. Havnar­ kórið er næstseinast í røð­ini. Frammanundan hava kór úr Íslandi, Grønlandi, Lita­ va og Svøríki sungið. Fyrs­ ti sangurin á skránni hjá Havnarkórinum er ‘Kirk­j­an hon er eitt gamalt hús’. Sálm­ urin breiðir seg í tí ser­stak­ liga ljómfagra hvál­vi­num og vevur seg í eftirljómin av finsk­um kirkju­kór­sangi, ið lut­vís varð andborin av russ­ iskum, tradi­tionel­lum anda­ lig­um kór­tón­leiki. The Nordic-Baltic Choral Festival og Samuelskirkjan Havnarkórið er aftur á uttan­lands­ferð. Hesa ferð til Keyp­manna­havnar, St. Pæturs­borg og Helsinki. Høvuðs­enda­málið við ferðini er ‘The 7th. Nordic-Baltic Choral Festival’ (NBCF), sum verð­ur hildin í Helsinki 22.- 25. august. Kórið var við sum gest­ur á stevnuni í Íslandi í 2010. Hesa ferð umboðar Havn­ar­kórið Føroyar sum sjálv­støðuga tjóð. Tó var at harm­ast um, at okkara flagg ikki varð tikið við í búmerkið hjá NBCF­sam­ taki­num. Men eftir áheitan frá Havnarkórinum á NBCF um­boðs­mannafundi, verður før­oyska flaggið tikið við í búmerki áðrenn næstu kór­ stevnuna í Riga í 2015. Fram­ yvir verður eisini frítt hjá før­oyskum kórum at verða við á kórstevnum, ið NBCF stíl­ar fyri. Tann 17. august fóru 39 fólk úr Havnarkórinum úr Vága Floghavn til Keyp­man­ na­havn. Kórleiðarar vóru hin navnframi Ólavur Há­tún og ‘the coming up man’ í før­ oysk­um kórhøpi, Leif Han­ sen. Útferðarrómur var á fólki, og veðrið gav vón­ir um eina væleydnaða ferð. Fyrsta konsertin var í Samuelskirkjuni á Nørrebro. Samuelskirkjan verður av flestu føroyingum roknað sum ’føroyska kirkjan’ í Keypmannahavn, og pres­ tu­r er føroyingurin Berg­ur Jacobsen. Hann tók ímóti kórinum og vísti til rætt­ is. Hann greiddi frá, at Samuelskirkjan verður tik­in av sum kristin kirkja í febru­ ar 2013. Ein harmilig avgerð, eftir flestu teirra tykki, ið hava sína gongd í kirkjuni. Klangurin í kirkjuni er framúr góður, og tað kendist sum sang hvál­við við tá ið ‘Laudate Domi­num’ við Berghild Poul­sen sum solisti varð sung­in. Flestu av teimum mongu áhoyr­ ar­unum vóru kunn­ing­ar og næstringar hjá kór­fólki­num. Eingin ivi um, at hetta var teim­um ein rík løta. Organ­ ist­urin Søren Johann­sen lyfti upplivingina við eini fram­úr góðari framførslu av ‘Tocata og Fuga í D-dur’ eftir J.S. Bach. Keypmannahavn var í summarhýri, og aftaná kon­sertina hugnaði kórið sær í at kalla heimligum, vælkendum um­hvør­vi. Santa Pætursborg, russiski mentanardepilin St. Pætursborg er snún­ings­ depilin í russiska menta­nar­ lívi­num, og við fimm millió­ num íbúgvum næst­størsti bý­ur í Russlandi. Býurin hev­ur havt skiftandi lagnu, síðan Pætur tsarur hin Mikli grundaði hann 27. mai í 1703. Ófriður, og politiskar koll­ veltingar hava merkt stað­in meinari enn flestu stór­býir í Vesturheiminum. Navna­ broyt­ing­ar­nar bera vitnis­ burð um til­veru­krepp­una, býn­um hevur verið fyri: í fyrra verðaldarbardaga varð heitið Petrograd. Eftir deyða Lenins varð býurin nevnd­ ur Leningrad, og í 1991 varð navnið aftur broytt til upp­ runa­navnið St. Pæturs­borg. Ferðaleiðarin hjá kórinum er um nakar heimkunnigur bæði í St. Pætursborg og í Før­oyum, nevniliga Katja Volo­vel­skaja, sum undirvísir í tvør­floytuspæli í Tórs­havn­ ar Musikkskúla, og er tvør­ floytu­spælari hjá Føroya Sym­fon­i­orkestri. Katja hevði fyrireikað vitjanir til nøkur av víðagitnastu merkis­støð­unum í St. Pætursborg: Vetrarborgina, Nicholavskijborgina, Upp­ reisn­ar­kirkju Krists, rópt Blóð­kirkjan, sum varð bygd á staðnum, har Alex­and­er 2. tsarur í 1881 varð myrd­ ur. Und­ir kommun­ismu­ni Havnarkórið aftur á uttanlandsferð